Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen 25 prosent av børnum og ungum í aldrinum 1-17 ár, sum hava eksem, liva við tí, sum danir rópa »kontakt- allergi«. Tað vísir ein kanning, sum lækn­ in og ph.d. lesandi, Anne Birgitte Simonsen, stendur aftanfyri. ”Kontakt-allergi” merkir, at børn og ung koma í samband við evni, tey ikki tola og tískil ikki burdu komið í samband við. Hetta er ikki bara synd fyri børnini, sum klóra og rusla sær. Hetta merkir eisini, at børn og ung restina av lívinum noyðast at hugsa um, hvørji evni tey hava rundan um seg. – Ert tú fyrst vorðin ovur­við­ kvæm­ur yvirfyri einum evni, verður tú gjarna ovurviðkvæmur fyri evninum alt lívið. Virknaðurin kann tó vikna, sum tíðin gongur, um tú umgongst samband við evn­ ið, ið elvir til trupulleikarnar, sig­ur Anne Birgitte, sum starvast á Uni­ versitetssjúkrahúsinum í Århuus. Hon heldur, at tað kanska ljóð­ ar lætt at umgangast eitt evni, tú ikki tolir, men hetta kann vera ser­ stakliga trupult. – Vandin er, at tú kanst gerast fongdur við kroniskum ella aftur­ vendandi útbrotum við eksem. Tí er umráðandi, at foreldur ikki útseta børn fyri kemisk evni. Øktur títtleiki Kanningin, sum Anne Birgitte Simon­sen stendur aftanfyri, fór fram árini 2003 til 2011 og fevndi um tilsamans 2.594 børn og ung í aldrinum 1-17 ár. Endamálið við kanningini var at staðfesta títt­ leikan av ”kontakt-allergi” millum børn og ung við eksemi. Úrslitini vístu, at tað, sum oftast útloysir eina allergiska reaktión millum børn, eru frumevnini nikkul og kobolt og parfuma og svarta lit­ evnið, PPD. Alt bendir á, at títtleikin við ovur­viðkvæmi millum børn og ung er nógv øktur seinastu 30 árini. Orsøkin er, sigur læknin og gransk­arin, at nógv børn gerast ovur­viðkvom, tí tey verða útsett fyri fleiri kemisk evni í dag enn áður. Ein onnur orsøk kann vera, at fólk eru vorðin meira varug við trupulleikan, og tí verða fleiri børn og ung kannað fyri ovurviðkvæmi. – Fyri 30 árum síðan varð ikki hildið, at børn kunnu fáa kontakt- allergi, og tí vórðu nógv færri børn kannað tá enn í dag, sigur Anne Birgitte. At vera varin Læknin og granskarin vísir á, at sjálvt tey yngstu børnini - heilt niður í eitt til fýra ár - kunnu fáa kontakt-allergi orsakað av evnum, tey verða útsett fyri. – Í høvuðsheitum snúgva hesi evni seg um nikkul, krom, kobolt, ymiskar pottar til blómur og ymisk haldevni. Millum børn úr fimm árum og eldri er orsøkin til kontakt- allergi oftast nikkul, krom, kobolt, parfuma og litevnið PPD. Hon heldur onga orsøk vera til, at børn brúka fríðkanarevni ella kosmetik, ei heldur parfuma ella vørur við anga. Varsemi eigur eis­ini at vera víst við vørum, sum innihalda oljur við anga, tá hesar eisini kunnu elva til ovur­ viðkvæmi. Anne Birgitte leggur dent á, at tað serliga er eitt haldevni, sum børnini helst skulu stýrast uttan um, sum hon tekur til. Tað er evn­ ið »methylisothiazolinone«. Orðið er ikki at finna í føroyskum orða­ bókum, men evnið finst í kosme­ tikki, eitt nú í ymiskum smyrsli, hár­vaski, sápu og í vætulappum til røkt av smáum børnum. Hetta evnið hevur seinnu árini verið orsøk til tyngjandi tilburðir av eksem millum smábørn og vaksin. – Onnur evni, sum fáa ávaring­ ar­klokkur at ringja millum gransk­arar, eru litir, gjarna svartir ella reyðbrúnir, sum innihalda evnið PPD, ið kann vera orsøkin til sera álvarsamar tilburðir av ovurviðkvæmi. Ráðini eru eisini ikki at lata børnini fáa sær tatoveringar í útlandinum, tí tað kann fáa stórar avleiðingar fyri tey, um tað vísir seg, at evnið PPD førir til ovurviðkvæmi, sigur læknin og ph.d. lesandi, Anne Birgitte Simonsen. Kelda: www.helse.dk Ovurviðkvæmi millum børn er veksandi, men sum foreldur er tað nógv, tú kanst gera fyri at umgangast, at títt barn yvirhøvur mennir plágandi eksem. Ráðini eru greið: Útset ikki barnið fyri evnum, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi Er ovurviðkvæmi arvaligt? Ovurviðkvæmi er ein støða sum kemst av hypersensitiviteti, sum tað verður rópt á donskum og sum eisini merkir ovurviðkvæmi. Hypersensitivitetur viðførir eina óvanliga reaktión frá immunverjuni í kroppinum. Ovurviðkvæmi er best kent millum børn og ung. Besta viðgerðin er at umgangast tað sum ger, at kroppurin gerst fongdur. Ovurviðkvæmi er oftast arvaligt, og uppi í ovurviðkvæmi hongur vanliga astma, hoyfepur og barnaeksem. Eru foreldur tíni fongd við ovurviðkvæmi, økist møguleikin fyri, at tú eisini gerst ovurviðkvæmur. Men, tað eru eisini børn, ung og vaksin, sum gerast ovurviðkvom, tó at eingin annar í familjuni hevur henda trupulleika. Kelda: Sundhed.dk Alt fleiri børn og ung gerast ovurviðkvom heilsa – Sjálvt tey yngstu børnini - heilt niður í eitt til fýra ár - kunnu fáa kontakt-allergi orsakað av evnum, tey verða útsett fyri, sigur danskur læknin og granskari Kanningin, sum Anne Birgitte Simonsen stendur aftanfyri, fór fram árini 2003 til 2011 og fevndi um tilsamans 2.594 børn og ung í aldrinum 1-17 ár