týsdagur 3. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Dorete Bloch Danielsen and
aðist 28. februar 2015. Hon var
fødd 14. juni 1943 í Rungsted,
Hørsholm.
Dorete
var
útbúgving
cand. scient. í djórafrøði (zoo
logi) á Århus Universiteti í
1970. Í 1994 vardi hon doktara
ritgerð sína um grindahval í
Norðuratlantshavi.
Dorete kom í starv á Fróð
skaparsetrinum sum lektari
í lívfrøði á heysti í 1974. Hon
var einsamøll lívfrøðingur á
Setrinum, og hevði ábyrgd
av lívfrøðiundirvísingini, ið
tá var bjóðað á eini tvey ára
tvørvísindaligari
náttúru
vísindaligari støðisútbúgv
ing, ið gav atgongd til fram
haldandi lestur á donskum
universitetum.
Í 1980 varð Føroya Náttúru
gripasavn skipað í tríggjar
deildir, og Dorete kom tá at
starvast bæði á Setrinum og
á Náttúrugripasavninum. Í
hesum lá m.a., at hon fram
haldandi
hevði
óbroytta
undirvísingarskyldu í lív
frøði á Setrinum, meðan
granskingin
mest
var
á
Náttúrugripasavninum.
Henda skipan helt fram til
1989, tá Náttúrugripasavnið
fekk egna játtan til lívfrøð
ing á Djóradeildini, og Setrið
fekk annan lívfrøðing fulla
tíð í starv hjá sær. Dorete var
í mong ár leiðari á Føroya
Náttúrugripasavni.
Miðskeiðis í 1980-unum
fór Setrið undir at fyrireika
bachelorútbúgvingar – m.a. í
lívfrøði. Fyrstu bachelorarnir
fingu prógv í 1989. Dorete var
ein av akkerspersónunum í
bachelorútbúgvingini í lív
frøði heilt frá byrjan. Hon
hevði eina breiða lívfrøðiliga
vitan, sum var Setrinum og
lesandi til stórt gagn.
Dorete var ein kveikjandi
undirvísari. Tað varð endur
speglað av, at hon var ein
góður granskari. Tað er um
ráðandi fyri tey lesandi, at
samanhangur verður knýttur
millum gransking og undir
vísing, og Dorete dugdi væl
at samantvinna hesi. Hon
hevur givið mongum lesandi
íblástur til at taka hægri út
búgving innan lívfrøði.
Sum flestum kunnugt
hevur Dorete staðið á odda
fyri fjølbroyttari gransking.
Eitt av tí fyrsta, ið hon
fór undir at kanna, tá hon
kom á Setrið í 1970-unum,
var tann føroyska haran.
Dorete man vera best kend
innan hvalagransking, har
hon m.a. fekk nógvar virdar
granskarar at luttaka í kann
ingum av grindahvali í 1980-
unum. Eitt sterkt altjóða vís
indaligt netverk varð bygt
upp í sambandi við grinda
kanningarnar.
Dorete legði stóran dent
á at miðla sína gransking
við vísindaligum útgávum.
Hinvegin gav hon eisini á
ymiskan hátt almenning
inum innlit í sína gransk
ing, t.d. tá hon fyrst í
2000-árunum var við til at
fáa radiosendarar settar á
grindahvalir, soleiðis at bæði
granskarar og almenningur
kundi fylgja við ferðing teirra
á heimasíðuni hjá Náttúru
gripasavninum. Í 2012 fekk
hon Miðlaheiðurslønina, ið
verður latin granskara, ið
dugur at miðla sína gransking
á ein lætt fatiligan hátt.
Tá ræður um Dorete og
vísindaligar útgávur kemst
ikki uttan um at nevna
hennara stóra arbeiði við at
fáa tvørvísindaliga tíðarritið
Fróðskaparrit regluliga út.
Tað er ikki at ganga nøkrum
ov nær at siga, at Dorete sum
ritstjóri á ritinum hevur høv
uðsæruna av, at Fróðskapar
rit er komið út so leingi.
Fróðskaparrit nr. 61 er júst
útkomið, har ritstjórarnir
eru Dorete Bloch Danielsen
og Elin Súsanna Jacobsen.
Fyrst í 2000 árunum setti
Setrið eina skipan í verk
við m.a. adjungeraðum pro
fessarum. Hesi eru fólk frá
øðrum granskingarstovnum,
ið hava ábyrgd vegna Setrið
av fakum ella fakøkjum, har
Setrið ikki sjálvt hevur fólk
í føstum starvi, og er skip
anin við til at tryggja, at
undirvísingin á Setrinum
er granskingargrundað. Ein
adjungeraður
professari
skal lúka somu føleikakrøv,
sum verða sett til aðrar
professarar á Setrinum. Sum
ein av teimum fyrstu varð
Dorete knýtt at Setrinum
í 2001 sum adjungeraður
professari í djórafrøði.
Fróðskaparsetrið hevur
havt nógv og gott samstarv
við Dorete ígjøgnum árini, og
tað minnast vit við virðing
og takksemi. Við sínum ídna
vísindaliga arbeiði hevur hon
lagt virðismiklan vitanararv
eftir seg.
Ærað veri minnið um
Dorete Bloch Danielsen.
Hans Pauli Joensen
Minningarorð um Dorete Bloch
Góði Reimar, ein seinasta
heilsan frá tínum góða vini
Birgiri.
Vit vóru saman í mangari
ferð, ei mín frændi skiljast
vit her.
Tað
kennist
ógvuliga
hugtungt og møtumikið, at
skula skriva minningarorð
um ein sera góðan vinmann,
sum farin er, einans 26 ára
gamal.
Eg veit ikki hvussu mann
skrivar minningarorð. Eg
havi ikki havt tørv á tí fyrr,
tíbetur, men eg haldi ikki at
eg kann lata hetta fara aftur
við borðinum, uttan at hava
sent tær eina seinastu heils
an.
Reimar Napoleon Djur
huus føddur 25-10-1986, sonur
Nemus Napoleon Djurhuus
og Rúnu Mortensen. Næst
yngstur av fimm systkjum.
Fýra beiggjar og ein systir.
Reimar var ein maður
sum fekk eina sera harða
byrjan uppá lívið. Hann varð
ov tíðliga føddur.
Harumframt var hann
so lítil, at spurningurin var
um hann fór at yvirliva. Sum
stein omaná byrðu fekk hann
meningittis, og heilt illa stóð
til, men hetta kláraðu hann
og mamman, Rúna, tó eisini
at basa. Tey vóru saman í
mongum vási.
Tað steðgaði ikki her tí
verri. Sum 9 ára gamal mátti
hann skurðviðgerast fyri
trupulleikar í báðum beinum,
hælsinunum, og var hetta
nakað sum hann merkti aft
ur javnan. Ongantíð klagaði
hann tó, var altíð treystur
og harður, hann var eingin
gomul kona sum hann plagdi
at taka til.
Reimar og eg høvdu nógv
í felag, og fer saknurin hjá
mær tí at merkjast, og merk
ist sum er, á so mongum økj
um.
Vit vóru báðir fjallmenn
inni á Sundi, har vit eisini
plagdu at fletta saman hvørt
heyst, koyra súrhoyggj og
rokast við tí sum har til
hoyrir.
Reimar var bara 13 ár tá
hann spurdi meg, um hann
kundi sleppa við á fjall við
okkum inni á Sundi. Hann
segði at hann altíð hevði vilj
að verið fjallmaður. Hann var
eisini sera væl dámdur inni á
Sundi og eisini har ein álitis
maður.
Innløgu-hugurin sást tíð
liga, og hetta at verða úti í
náttúruni, og at verða partur
av náttúruni, var nakað sum
Reimar dámdi væl og tók til
sín.
Tað mundu heldur ikki
verða nógvar grindir sum
fingu frið fyri Reimari, altíð
klárur og altíð har sum mest
rok var. Í hesum sambandi
kann verða stuttligt at nevna,
at honum dámdi slettis ikki
spik, men hóast tað so dugdi
hann at hagreiða tað sum
fáur.
Vit kvóðu eisini saman í
Dansifelagnum í Havn hvønn
vetur, saman við nógvum
øðrum góðum fólkum, sum
eisini sakna Reimar nógv.
Men eg vil siga, at tað ser
liga er í Sjónleikarhúsinum at
vit merkja Reimarsa fráveru
mest.
Hann var ein maður mann
altíð kundi heita á til at
hjálpa. Hann segði ongantíð
nei, var altíð fúsur at geva
eina hond og plagdi at siga
»Harra Gud, tað skal bara
gerast, hvat feilar« ??
Tað gongur ikki dagur
enn, hóast at liðið er væl
meira enn eitt ár, at eg ikki
hugsi, nú má eg heldur ringja
til Reimar, so kunnu vit fáa
greiði á hesum, ella hetta
mann Reimar finna útav,
men so kemur tann kaldi,
keðiligi og ikki minst syrgiligi
veruleikin framm aftur, sum
sigur at so verður ikki.
Ongin Reimar er longur at
heita á.
Tað kennist so óveruligt,
tí ung fólk eiga ikki at fara á
henda hátt, men ongin veit á
morgni at siga hvar hann á
kvøldi gistur.
Soleiðis var eisini henda
fríggjadagin 13. septembur
2013.
Telefonin ringdi ca. kl
14.30. Eg hevði verið norðuri í
Klaksvík í arbeiðsørindum, og
var staddur í Sundalagnum
tá boðini komu.
Tað var Janus Kamban,
sum segði, at Reimar var
deyður í einari arbeiðsvan
lukku, fyri umleið 1 tíma síð
ani.
Beint áðrenn høvdu Han
us á Sundi og eg tosa um, at
vit fjallmennirnir skuldu
hittast í 60 ára veitslu hjá
honum í desembur, og hetta
skuldi verða eitt stuttligt
kvøld norðuri í Klaksvík. So
leiðis bleiv ikki, tíverri.
Ongantíð havi eg kvøðið
Runtsivalsstríðið við tyngri
huga enn tann dagin í Vestur
kirkjuni, tá vit fylgdu Reimari
á hansara seinastu ferð.
Tó haldi eg at kvæði var
sera væl valt, tí nógvar kemp
ur fóru í Runtsival, og ongin
teirra kom heim aftur.
Okkara Reimar fór eisini í
Runtsival, og hann kom held
ur ikki heim aftur.
Hann var eisini ein kempa.
Góða Rúna og góði Ne
mus.
Tann missur sum tykkum
hevur verið fyri, er okkum
ikki møguligur at fata, ella
skilja. Mann leitar eftir einari
meining í øllum hesum syrgi
liga og keðiliga. Trupulleikin
er bara, at tað er eingin mein
ing í tí sum hendur. Slíkt
hendir bara, og tað er einki
at gera við tað. Tíverri !
Eg havi eingi orð, ið kunnu
troysta tykkum, ella lætta
tykkara sorg, og fari tí heldur
ikki at royna.
Eg vildi ynskt at eg
kundi.
Turpin, Ransin, Drós og
Ríkin. Bert er bróðurleyst
bak, og varð hetta bróður at
missa.
Eg eri glaður fyri at eg
slapp at kenna Reimar, og at
hava hann sum ein góðan og
hollan vin gjøgnum mong
ár.
Eg vildi ynskt at árini
gjørdust nógv nógv fleiri.
Tann seinasti dansurin
er troðin, tað seinasta kvæði
er kvøðið, og tann seinasta
gongan er rikin á hesum
sinni.
Við hesum fáu orðum vil
eg lýsa frið um mín góða vin
Reimar Napoleon Djurhuus.
Birgir
Seinasta heilsan til Reimar