týsdagur 3. mars 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur 2015
www.banknordik.fo
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin mikudagin
hin 25. mars 2015 kl. 17.00 á Hotel Føroyum í Tórshavn.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni verður settur í
mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er mikudagin hin
18. mars 2015.
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at luttaka, skal biðja um
atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á heimasíðu bankans www.banknordik.fo ella á
høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki og atkvøðuseðlar er fríggjadagin hin 20. mars 2015 kl. 16.00.
Tá atgongumerki og atkvøðuseðlar verða bíløgd, skal prógv førast fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri
partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða atgongumerki og atkvøðuseðlar útgivin
ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá VP Security A/S ella frá kontuførandi
peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja
skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn skrásetingardagin.
Fulltrú
Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava møguleika at geva fulltrú. Á heimasíðu bankans
www.banknordik.fo, umframt á høvuðsskrivstovu bankans, er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú til
at møta og atkvøða tygara vegna. Fulltrúin skal vera skrivlig, dagfest og móttikin á høvuðsskrivstovu
bankans í Húsagøtu 3, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi fríggjadagin hin 20. mars 2015, kl.
16.00.
Brævatkvøður
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu.
Um so er, at tygum ynskja at greiða brævatkvøðu, skal oyðublaðið vera móttikið á høvuðsskrivstovu
bankans í Húsagøtu 3, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi týsdagin hin 24. mars 2015 kl.
16.00.
Ársroknskapurin 2014 og fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2014 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt fundarskrá við fullfíggjaðum
uppskotum fara at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo
í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontuførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv á kr. 20.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur
í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein
vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1, og sum ynskir at luttaka, skal seinast
3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans
av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða
fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til
nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar
innan fyri somu konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira
enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa,
ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt
tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella
hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um
sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi
2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og
treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3. Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-kravinum í pkt.
9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við
atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú
eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja
P/F BankNordik sum kontuførandi stovn til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik
Nevndin
Fundarskrá:
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til
góðkenningar og ársfrágreiðingin fyri 2014
3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi
4. Val av nevnd
a. Nevndin mælir til val av fýra aðalfundarvaldum nevndarlimum
b. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá Samsýningarnevndini
a. Nevndarsamsýningar fyri 2015
7. Ymiskt
Viðv. punkti 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við árs rokn skap-
inum sambært ársfrágreiðingini 2014, og skjýtur upp at útgoldnar
verða í alt kr. 20.000.000 í vinningsbýti, svarandi til kr. 2 pr.
partabræv.
Viðv. punkti 4 a
Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina
nevnd við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á
innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 4 valevni uppstillað til
nevnd bankans.
Viðv. punkti 4 b
Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen, Nils Sørensen og Niels
Vestermark hava boða frá at teir taka ikki við afturvali til nevnd
bankans.
Bankin hevur móttikið uppskot frá partaeigarunum Fíggingar-
grunnurin frá 1992 og Lind Invest ApS, sum mæla til nýval av Stine
Bosse, Rúna Vang Poulsen, Súsonnu Poulsen og Jógvan Jespersen til
nevnd bankans.
Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar,
herundir førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heimasíðu
bankans www.banknordik.fo
Viðv. punkti 5
Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki
P/F, og afturval af PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret
Revisionspartnerselskab, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans.
Viðv. punkti 6 a
Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans
verður óbroytt galdandi fyri 2015.
Samsýningarnevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur,
at samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi
samsýningarpolitikki bankans frá mars 2013, við støði í hesum
satsum:
Grundsamsýning:
200.000 kr.
Nevndarformaður:
3 x grundsamsýning
Næstformaður:
2 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir 1 x grundsamsýning