týsdagur 3. mars 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Jonhard Eliasen
búskaparfrøðingur
Í áravís hevur samgongan
arbeitt við nýskipan av
fiskivinnulóggávuni.
Løg
maður er í hesum viðfangi
nú komin fram til fylgjandi:
"Havi roynt at kannað
runt um í heiminum um
tað finnast dømi um fiski
vinnutjóðir sum selja síni
fiskirættindi á uppboðssølu,
havi ikki fingið fatur í nøkr
um fordømi..."
Síðani spyr løgmaður:
"... um nakar her inni
kennir til nakað fordømi, so
hevði tað verði áhugavert at
frætt."
Svar:
Jú, harra løgmaður, fleiri
dømi finnast, t.d. Føroyar.
Her hava vit í mong ár havt
eina sera virkna uppboðssølu
fyri veiðirættindi, hóast tú
ikki hevur varnast hetta.
Hon virkar nátt og dag, árið
runt, beint framman fyri
nøs tínari. Talan er tó um ein
gráan marknað, fyri ikki at
siga ein svartbørs, ið krevur
munandi ábøtur.
Á føroyska marknaðin
um kunnu allir partar lut
taka. Eisini útlendingar og
uttan avmarkingarnar, løg
tingið hevur samtykt um
útlendskan ræðisrætt. Øll
kunnu finna líkinda markn
aðarprís fyri veiðirættindini
við keyp og sølu. ØLL uttan
eigarin:
Føroyski
skatt
gjaldarin ... Føroya Fólk.
At tað almenna selur
veiðirættindi á vælskipað
um marknaðarstaði er ikki
kollvelting í mun til verandi
skipan.
Tvørturímóti!
Hetta er broyting við var
semi til tað betra, ið kann
• økja rættartrygdina,
• avmarka ójøvnu kapp
ingina innan fiskivinn
una og
• grovu kappingaravlag
ingina millum fiskivinn
una og aðrar vinnur
Hendan broytingin vil eis
ini hava við sær, at korrupt
politisk útluting av veiði
rættindum verður skift um
við útluting eftir liberalum
leisti. Bæði Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin siga
seg vera liberalar flokkar.
Áttu teir tískil ikki at tikið
undir við slíkari nýskipan?
At arbeiða høgt uppi er
vandamikið. Tí verður fok
us eisini sett á falltrygg
ingarútgerð og ikki minst
ráðgeving og venjing í sam
bandi við brúk av falltrygg
ingum. Falltryggingar hoyra
til tann bólkin av persónlig
ari verjuútgerð, har tað er
serliga stórur møguleiki fyri
at koma álvarsliga til skaða.
Í ringasta føri kann tað enda
við deyðsfalli, um rætta út
gerðin ikki verður nýtt, ella
um hon ikki verður nýtt á
rættan hátt.
Tí er tað álagt arbeiðs
gevarum at geva starvsfólki
nágreiniliga upplæring og
venjing áðrenn farið verður
í gongd við at nýta slíka út
gerð. Skeiðini verða hildin
hjá Bygma Balslev í Hoyvík,
og tað er Peter Klode, ið er
serfrøðingur innan falltrygg
ingar hjá Otto Schachner í
Danmark, sum undirvísir.
Hvørjum heimi
livir løgmaður í?
Í ringasta føri
deyðsfall
Mikudagin tann 11. mars verður skeið hjá
Bygma Balslev í nýtslu av falltryggingum