týsdagur 3. mars 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Lóggeva fyri uppboðssølu
av fiski í Føroyum
Pensjónistar – sum er,
loysir tað seg ikki at arbeiða
Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin og
formaður í Løgtingsins
Vinnunevnd
Í kunngerð nr. 6 frá 24. janu
ar 1992, 6ið varð grundað á
løgtingslóg nr. 111 av 3.8.1990,
varð álagt skipum yvir 110
tons, at tey skuldu selja 3.
hvønn túr yvir uppboðs
søluna, fyri at tryggja, at í
minsta lagið 30% av veiðuni
varð seld yvir uppboðssølu í
Føroyum.
Reiðarar og eigarar av
fiskiførum, sum ikki seldu
ásettu nøgdina, vóru sektaðir
við bót, fyri tað nøgdina, sum
vantaði í tey 30%.
Tíverri helt henda skip
anin uppat líka eftir ár
hundraskiftið,
og
síðani
tá er tað bara gingið tann
skeiva vegin, kanska ikki so
drastiskt í fyrstani, tí flestu
skipini vóru meira leys av
virkjunum og hildu seg til
uppboðssøluna, sum avrokn
aði skipini beinanvegin sum
veiðan var seld.
Tíverri seldu tó so gott
sum allir bátarnir, ið fiskaðu
upsa, ongantíð yvir uppboðs
søluna, men seldu beinleiðis
til tey 2-3 virkini, sum virk
aðu upsa.
Gongdin higartil
Men gongdin hesi seinastu
árini hevur tíverri útviklað
seg til, at flest øll skip nú eru
knýtt at ávísum virkjum, og
tí landa tey fiskin beinleiðis
til hesi virki, við tí fylgju, at í
dag eru tað stórt sæð einans
umleið 5 skip, sum selja mest
sum alla sína veiðu yvir upp
boðssølu. Hetta meti eg vera
sera óheppið, bæði fyri skip
ini og manningarnar, hvat
prísi viðvíkur.
Tí tá prísurin á uppboðs
søluni er avgerandi og grund
arlagið fyri, hvønn prís skip,
sum selja beinleiðis til virkini
fáa fyri veiðuna, so er neyð
ugt fyri at tryggja rætta prís
in, at bæði útboðið av fiski
og talið á keyparum er nøkt
andi. Tá hetta ikki er støðan í
dag, er ein stórur spurningur,
um prísurin, sum skipini og
harvið manningarnar fáa
fyri fiskin, er tann rætti, t.d.
prísurin á upsa, sum allur
verður seldur beinleiðis til
virkini – hevði hann ikki ver
ið hægri, um upsin var bjóð
aður út alment á uppboðs
søluni?
Lóggeva fiskin yvir
uppboðssølu
Eg havi ikki verið heitur tals
maður fyri at leggja óneyð
ugar bindingar á vinnuna,
men við tí gongd, sum vit
síggja í dag, og sum vil enda
við, at ongin fiskur verður
bjóðaður út alment, og sum
vil hava við sær, at tey virki
og arbeiðspláss úti um landi,
ið ikki eiga part í skipum,
ongan møguleika hava at fáa
fatur í nøkrum fiski, so eri eg
fyri, við lóg at áseta, at eitt
ávíst minstamark av fiskin
um skal bjóðast út í Føroy
um, yvir uppboðssølu, soleið
is at øll hava møguleika at
bjóða uppá fiskin, eisini tey
virkini sum ikki eiga part í
skipum fáa atgongd til fiskin,
umframt at skipini fáa tann
rætta prísin og fáa pengar
nar, tá veiðan er seld.
Eg haldi, at vit við lóg eiga
at áseta, at minst 3. hvør túr
ur (33%), ella stramma tað
upp og siga, at 2. hvør túrur
(50%) av veiðuni skuldi ver
ið seld yvir uppboðssølu, tí
tað hevði havt við sær eina
atgongd hjá øllum framleið
arum til rávøruna, til gagns
fyri virkini og arbeiðsfólkini
runt um í landinum, eins og
kappingin um fiskin hevði
havt við sær hægri prísir, til
gagns fyri skip og manning.
Partur av komandi
fiskivinnulóg
Sjálvur eri eg fyri, at vit í
einari komandi fiskivinnu
lóg, saman við lógarkravin
um um, at veiðan skal yvir
føroyskan kaikant, skulu
áseta lógarkrav um, at 33%
til 50% av øllum botnfiski
undan Føroyum, eins og av
kvotum á fjarleiðum, verður
boðin út á uppboðssølu.
Ingrid S. Henriksen
Tað skal loysa
seg at arbeiða
Seinnu árini hevur Fólka
flokkurin áhaldandi sagt, at
tað skal loysa seg at arbeiða.
Flatskatturin, ið varð settur í
gildi av borgarligu samgong
uni í 2012, gjørdi, at tað fór at
loysa seg sera væl at arbeiða,
um tú var høgtløntur. Meðan
flatskatturin
ikki
hjálpir
uppá fíggjarligu støðuna hjá
teimum, sum hava lága løn –
og hjálpir ikki pensjónistum,
sum hava lága inntøku aftur
at fólkapensjónini.
Loysir seg ikki at hava
hálvtíðarstarv, um tú
ert fólkapensjónistur
Tað loysir seg ikki peninga
liga at hava vanligt hálvtíðar
starv hjá fólkapensjónistum.
Arbeiðsinntøka hjá fólka
pensjónistum verður ikki
einans skattað við flatskatti
og
kommunuskatti,
men
verður harumframt mót
roknað við heili 60% í fólka
pensjónsviðbótini, um arb
eiðsinntøkan/-inntøkan fer
upp um 61.900 kr. árliga.
Við galdandi mótrokning
arreglum í pensjónsviðbótini
loysir tað seg ikki fíggjarliga
at hava hálvtíðarstarv og
hava arbeiðsinntøku upp
á t.d. 100.000 kr. árliga, tí
ógvusliga mótrokningin í
pensjónsviðbótini
ger,
at
fólkapensjónisturin missir
ein stóran part av pensjóns
viðbótini (fer inntøkan upp
um 61.900 kr. verður mót
roknað við 60% í pensjóns
viðbótini og er onki eftir av
pensjónsviðbótini hjá støk
um fólkapensjónisti, tá arb
eiðsinntøkan er komin upp
á 127.320 kr.)
Sera ógvusligu mótrokn
ingarreglurnar í føroysku
pensjónsviðbótini uppá heili
60% og tað, at pensjónisturin
missir oljuviðbótina, um inn
tøkan fer upp um 60.000 kr.
árliga, ger at tað ikki loysir
seg hjá fólkapensjónisti at
hava arbeiðsinntøku, sum er
millum 60.000 kr. og 127.320
kr. árliga.
Hevur stakur fólkapen
sjónistur inntøku, sum fer
uppum 60.000 kr. árliga,
missir hann oljuviðbótina,
sum er 7.608 kr. fyri árið 2015.
Mist
oljuviðbót,
mót
rokning í pensjónsviðbótini,
kommunuskattur og lands
skattur gera, at einans uml.
35 kr. eru eftir av hvørjum
100 kr., sum fólkapensjón
istur hevur í arbeiðsinntøku
ið liggur millum 61.900 kr. til
127.320 kr. um árið. At einans
35 kr. eru eftir av hvørjum
hundrað krónum, ein hevur
í arbeiðsinntøku, ger, at tað
loysir seg ikki peningaliga
at arbeiða og hava hálvtíð
arstarv, um ein er fólkapen
sjónistur.
At peningaliga úrtøkan
hjá fólkapensjónistum, sum
hava vanligt hálvtíðarstarv,
er sera lítil, er sera órímiligt
yvir fyri teimum fólkapen
sjónistum, sum ynskja at
arbeiða at royna at vinna
sær pening at hava afturat
lágu upphæddini, sum fæst í
fólkapensjón og útgjaldi frá
samhaldsfasta.
Tað loysir seg fíggj
arliga hjá donskum
fólkapensjónistum
at arbeiða
Mótrokningin
í
donsku
fólkapensjónsviðbótini
er
einans 30,9% (t.v.s. at mót
rokningin upp á 60% í før
oysku pensjónsviðbótini er
29,1 % hægri enn tað, sum
er galdandi í donsku pen
sjónsviðbótini).
Eisini
er
frádráttarfría
upphæddin
í donsku fólkapensjónsvið
bótini hægri enn hon er í
føroysku fólkapensjónsvið
bótini. Danska frádráttarfría
upphæddin er 67.500 kr. fyri
árið 2015. Og er føroyska frá
dráttarfría upphæddin so
leiðis 5.600 kr. lægri enn sam
svarandi upphædd í donsku
pensjónsviðbótini.
Mugu broyta § 19 í
føroysku pensjóns
lógini um mótrokning
– so tað fer at loysa
seg at arbeiða
Landsstýrið og løgtingið eiga
beinanveg at broyta mót
rokningarreglurnar í pen
sjónsviðbótini, soleiðis at tað
eins og í Danmark fer at loysa
seg hjá fólkapensjónistum
at hava parttíðarstarv og t.d.
arbeiða hálva tíð.
Mótrokningin upp á 60% í
§ 19 í føroysku pensjónslógini
eigur at verða lækkað niður
á danskt støði – tvs. lækkað
niður í helvt. Eisini eigur
frádráttarfría
upphæddin
at verða hækkað upp á
danskt støði – tvs. verða
hækkað úr 61.900 kr. upp í
67.500 kr., so føroyskir pen
sjónistar kunnu vinna eins
høga upphædd sum dansk
ir
pensjónistar,
áðrenn
mótroknað verður í fólka
pensjónsviðbótini.
Hetta
soleiðis at tað umsíðir fer at
loysa seg peningaliga at arb
eiða hjá føroyskum fólka
pensjónistum.
Bogi Andreasen
býráðslimur fyri
Fólkaflokkin
Eg fegnist um, at vit í bý
ráðnum í kvøld hava sam
tykt, at gera kirkjugarð í
Hoyvík. Byggi- og býar
skipanarnevndin
hevur
arbeitt miðvíst við hesum
máli í býráðnum, og tað er
ordiliga gleðiligt, at tað nú
er samtykt.
Avgerð er tikin um, at
Tórshavnar
kommuna
keypir eitt øki á 35.000 fer
metrar til endamálið, og
eftir ætlan byrjar arbeiðið
í 2016.
Hoyvík er ein býur, har
vøksturin í fólkatalinum
er stórur, tí eiga vit í Tórs
havnar býráð, at virka fyri,
at hesin partur av Tórs
havnar
kommunu,
fær
bestu karmar at vaksa í.
Ein kirkjugarður er ein na
túrligur partur av samfe
lagnum, og ein tílíkur eigur
sjálvandi at liggja í Hoyvík.
Nú fáa
hoyvík-
ingar sín
kirkjugarð