Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin í Føroyum, og bara vit eru sam­an, so er líkamikið um vit búgva í Serbia ella í Føroyum. Nú eru Føroyar heim okkara, sig­ur Alexander Jovevic. – Her í Føroyum eru fólk blíð, og eg havi ongantíð kent meg fremmandan, men altíð væl­komnan her. Eisini er hetta eitt serstakliga vakurt land – við føgrum litum í hav­in­um og fjøllunum – sum er ser­liga trygt og gott hjá børn­um at vaksa upp í. Í Serbia er heitt um summ­ar­ið, og fólk eru opin og vin­ar­lig, sig­ur hann. Tað eru nógv­ar mat­stov­ur og kaffi­hús á gøtunum, og fólk eru altíð úti. Tað er ikki sami dent­ur lagdur á gerandisdag og arb­eiði, sum tað er í Før­ oy­um, tí tað kennist sum fólk í Serbia hava betri tíð til hvønn annan, serliga til fam­ ilju sína, hóast fólk eru meir upp­tikin har, greiðir hann frá. – Eg veit ikki, um tað hev­ ur nakað við veðrið at gera, men lívið tykist fara skjót­ ari framvið í Serbia. Her í Føroyum hevur tú góða tíð og lítla strongd í ger­an­ dis­deg­num. Fólk tosa um strongd her heima, men eg haldi ikki tað kann sam­an­ líkn­ast við ta strongd, sum er í stórbýnum. Hann greiðir frá, at hann og føroyska kona hans­ara Sandra hava blandað tvær ment­an­ir saman, og við tí skapað teirra egna grund­ ar­lag. Tó valdu tey at gifta seg her í Føroyum, tí um tey skuldu játta hvørjum øðrum sítt ja í Serbisku kirkjuni, so skuldi Sandra taka undir við trúð­ar­játt­an­ini har fyrst, og tað vóru tey ikki áhugaði í. Tí valdu tey Føroyar, men valdu tó at blanda siðir og mentan frá báð­um londum til serliga dagin. Tá tey fingu fyrsta son teirra, Filip, valdu tey tó, at hann skuldi fara til dópin í Serbia, av tí at tey vórðu gift í Føroyum, og vildu tí há­tíð­ ar­halda hendan stóra dagin sam­an við familjuni í Serbia. – Synirnir Filip og Ste­fan dáma væl blandaðu ment­an­ ina, einamest tí teir tí fáa há­ tíð­ar­hildið jólini tvær ferðir – tí í Serbia verða jólini hildin 7. janu­ar, flennir hann. Føroyskur fótbóltur er á amatør støði Føroyskur fótbóltur er vaks­ andi, hóast vit enn eru ama­ tørar, sum spæla bólt eft­ir arbeiðstíð og ikki taka spæl­ ið í álvara. Vit royna okk­ara besta at førka okkum framá, men tað er torført, tí fram­ gongd­in er sein, tá vit ikki geva bóltspælinum meir av tíð okk­ara, greiðir hann frá. – Landið er lítið, og ein loysn upp á at hækka støðið í fót­bóltinum hevði verið at bjóð­að fleiri útlendskum spæl­ar­um og venjarum hend­an­vegin. Tí, gløgt er gests­ins eyga, og um vit øll arbeiða á sama hátt, so verða møguleikarnir at betra um góðskuna færri. Hetta kem­ ur at tálma okkum. Tí royni eg altíð at geva ráð og íblást­ ur úr útlondunum og somu­ leiðis verða opin fyri leið­ bein­ing og ráðum frá øðrum.