Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Alexander Jovevic úr Serbia elskaði nýggjar avbjóðingar, at ferðast og at flyta seg, tá honum sum 24 ára gamal stóð í boði at koma til Føroyar at spæla fótbólt. Nú 12 ár seinni, hevur hann meir ella minni fest røtur og býr í Fuglafirði, har hann er venjari í Effo-deildini hjá ÍF Annika Kunoy Im – Tá táverandi Serbiski venj­ arin hjá VB setti seg í sam­ band við meg og bjóðaði mær til Føroyar at spæla, hevði eg ongantíð hoyrt um fjar­ skotnu oyggjarnar í norð­ur­ at­lants­havinum, sigur hann. Fótbólturin var dreymurin Hann byrjaði at spæla fót­ bólt sum 11 ára gamal, og hetta var stóri dreymur hans­ara. – Serbar taka ofta av møgu­leik­an­um, teir fáa. Um ein dug­ir at spæla fótbólt, so fylg­ir man tí dreyminum, og tá verður fótbóltur tað, sum mynd­ar alt títt lív. Í Før­oy­ um er alt slíkt ofta bara eitt frí­tíð­ar­ítriv og ikki ein yrk­is­ leið. Tó dámar mær væl báð­ ar ment­an­irnar, sum fylla lív mítt, tí eg fái tað besta úr tveim­um ymiskum heimum. Hann greiðir frá, at lív­ið hann hevði í Serbia var gott og ikki merkt av fá­tækar­ dømi, sum mong halda. Hann livdi av at spæla fótbólt, og tá hann fekk tilboðið um at koma til Føroya, spældi hann fyri FK Obilić. Tó var hann ikki við í tí dystinum, sum FK Obilić spældi ímóti Vík­ingi í 2001, tí hann gjørdi her­tænastu tá. Tá hevði Alexander Jove­ vic eisini í boði at fara til Svø­ rík­is at spæla fótbólt, men kom síðani til Føroya, og spældi eitt ár við Skála. – Skála var eitt lítið fót­ bólts­fe­lag, og eg var ein av teim­um elstu spælarunum tá. Hetta var ein stuttlig tíð, og sam­an­haldið á liðnum var gott. Fyrstu kappingarárini skifti hann frá at spæla fyri Skála til NSÍ, frá NSÍ til TB og síð­ani til ÍF í 2006, har hann og kona hansara búgva í dag. Hann spældi við ÍF til síðsta ár, tá hann virkaði sum spælari og næstvenjari. Í ár spælir hann ikki sjálvur fót­bólt, men er venjari í Effo deild­ini hjá ÍF. Góðar vónir fyri ÍF Hann sigur, at ÍF longu hev­ ur vant í nakrar mánaðir, og hann heldur útlitini hjá lið­ num vera góð. – Hugurin hjá spæl­ar­un­ um er góður, og teir eru fok­ us­er­aðir. Síðsta ár lógu vit sum nummar sjey, so tað var ikki so gott, sum tað hev­ur verið seinastu árini. Vit hava arbeitt hart við hug­burð­in­ um hjá spæl­ar­un­um, og nú gong­ur væl, sigur hann. Føroyar eru heim mítt nú Tá Alexander Jovevic hugsar um heimlandið Serbia, kenn­ ir hann sjálvsagt ein sterkan sakn. Hann vitjar Serbia eina ella tvær ferðir um árið og kemur síðani aftur til Før­ oy­ar. – Foreldur míni eru í Serbia og tey eru gomul, og heilsan er ikki, sum hon var. Hvørja ferð eg fái ein møgu­ leika, fari eg heim at vitja vin­ir mínar og familjuna. Men, leggur hann afturat, nú havi eg mína egnu familjui, og hon er her í Føroyum. Kona mín og synirnir eru her Føroyskur fótbóltur á amatør støði