týsdagur 3. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heimsmeistari
Danjal av Rana
Nakað yvir 100 fólk vóru
savnaði í SMS seinnapartin
mánadagin at fagna Dánjal
Martini Hofgaard, nýklakt
um heimsmeistara í inni
rógving, og restini av før
oyska landsliðnum í rógving,
ið var afturkomið av heims
meistarastevnuni í Boston.
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður
í
ítróttarmálum,
flutti fram røðu og segði seg
vera errin av, at føroyingar
eiga nakrar úrmælingar á so
høgum støði, at teir kunnu
fara út í heim at kappast í
okkara tjóðarítrótti.
Bjarni Hammer, vinmaður
og
venjingarmakkari
hjá
heimsmeistaranum, bar eis
ini Dánjal Martini Hofgaard
eina heilsu. Hann hevði tó
ikki møguleika at vera til
staðar sjálvur, og tí las Paula
Eikhólm
heilsanina
fyri
hann.
– Tað er at gleðast um, at
vit hava ítróttarfólk, ið hava
evnini, styrkina og dirvi at
umboða Føroyar uttan fyri
landoddarnar, segði Bjarni
Hammer.
Hann segi, at tað longu
tíðliga gjørdist honum og
øðrum greitt, at Dánjal Mart
in Hofgaard hevði egin evni
at rógva kapp, og mongu
FM-heitini, sum vágbingurin
hevur vunnið eru prógv um
hetta.
– Dánjal Martin Hofgaard
hevur gjørt sínar dreymar til
veruleika og markið millum
veruleika og dreym kámast,
segði Bjarni Hammer.
Hann minti á, at hetta er
annar føroyski heimsmeist
arin, hin fyrri var Sverri
Nielsen.
– Hetta vísir, at vit ala
góðar rógvarar í Føroyum,
segði Bjarni Hammer í heils
an síni til vin sín.
At enda fingu allir røðar
arnir, ið umboðaðu Føroyar
í Boston, blómutyssi frá
róðrarsambandinum.
Markið millum veruleika
og dreym kámast
Dánjal Martin Hofgaard er annar føroyingurin, ið verður heimsmeistari í innirógving. - Hetta
vísir, at vit ala góðar rógvarar í Føroyum, segði Bjarni Hammer um avrikið hjá góða vini sínum.
Danjal av Rana
HM í innirógving er eitt stórt
tiltak. 2200 luttakarar úr 34
ymiskum londum í øllum
aldri. Elsti rógvarin fylti 90
leygardagin. Og teir sjey før
oyingarnir kappaðust allir
um at koma í topp 10 í sínum
bólkum.
Jan Herman Hansen, for
maður í Róðrarsambandi Før
oya, var sera fegin um úrslitini
hjá føroysku rógvaunum, og
sjálvandi eisini um heims
meistaraheitið hjá Dánjal
Martini Hofgaard.
– Tað var ein ótrúliga
hørð kapping, so hetta er eitt
megnar avrik av Dánjal Mart
ini, eitt úrslit av eini aðrari
verð, sigur Jan Herman
Hansen, sum vísir á, at fleiri
av mætastu rógvarunum í
heiminum vóru við til kapp
ingina.
Hini føroysku úrslitini
vóru tó ikki at forsmáa
heldur.
– Tað vísir seg, at vit í
Føroyum hava sjey róðurs
fólk, sum kunnu kappast í
topp 10 í verðini. Hetta vísir
at vit eiga nógv heilt góð
róðrarfólk í Føroyum, sigur
Jan Herman Hansen.
Hann sigur eisini, at tað
er eingin ivi um, at lands
liðið í rógving er komið
fyri at vera og teir ætla sær
eisini at gera seg galdandi
í øðrum kappingum enn á
heimsmeistarastevnuni.
– Spurningurin vit seta
okkum nú er, hvussu nógvir
aðrir møguligir heimsmeist
arar ganga í føroysku feløg
unum, sum ikki luttóku í
úttøkukappingini til heims
meistarastevnuna, sigur Jan
Herman Hansen.
Úrslit av eini aðrari verð
Formaðurin í Róðrarsambandi Føroya spyr seg sjálvan, hvussu nógvir aðrir
møguligir heimsmeistarar munnu finnast í føroysku róðrarfeløgunum
Úrslitini hjá føroysku
róðursfólkunum
vóru hesi:
Ingibjørg Thomsen, 13. pláss.
Anetta Eidesgaard, 11. pláss.
Toni Dam, 11. pláss.
Jón Nónklett, 7. pláss.
Sarita Hansen, 4. pláss.
Jens Kristian Dam, 4. pláss.
Dánjal Martin Hofgaard,
heimsmeistari.