Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gjørdi heima­ arbeiðið til lítar – Hetta var ikki tað, eg væntaði, tá eg fór heimanífrá, sigur nýggjasti føroyski heimsmeistarin, Dánjal Martin Hofgaard Danjal av Rana Dánjal Martin Hofgaard gjørdi tað bragd, at hann vann opna lættvektsbólkin á heims­meistarastevnuni í inni­rógving, ið var hildin í Boston sunnudagin. Dánjal Martin Hofgaard er ikki hvør sum helst í før­ oyska róðrarheiminum. Hann hevur vunnið FM á hvørj­um ári, hann hevur lut­ tikið, umframt at hann hev­ ur sett føroyskt met tríggjar ferðir. Sunnudagin var mót­ støðan tó á einum heilt øðr­ um støði. – Eg hevði kannað, hvørjir mótstøðumenninir fóru at vera, og kendi onkrar teirra aftur, av tí at eg havi kappast móti teimum fyrr. Eg visti, at eg mátti kýta meg veruliga, um eg skuldi megna at gera meg galdandi, tí teirra tíðir vóru eitt vet betri enn mín­ ar undan kappingini. Eg varð noyddur at seta nýtt per­sónligt met, um eg skuldi kapp­ast í oddinum, sigur Dánjal Martin Hofgaard. Fyrireikingarnar til kapp­ ingina hava eftir øllum at døma gingist væl, tí seinastu vikurnar undan kappingini skavaði hann alsamt meiri av persónliga metinum, tó var enn nakað á mál, fyri at náa hinum rógvarunum. Dánjal Martin Hofgaard greiðir frá, at dagarnar und­ an kappingini brúkti hann til at gera heimaarbeiði, og kanna, hvussu argastu kapp­ ingarneytarnir plagdu at rógva. – Eg legði til merkis, at teimum øllum dámdi best at byrja róliga, halda eina javna ferð og so seta ferðina upp móti endanum. Eg valdi tí at gera nakað heilt annað. Eg setti ferð á frá byrjan, og soleiðis noyddi eg teir at nýta orku at heinta meg inn aftur longu frá byrjan av. Sambært hinum føroy­ ing­unum á staðnum, var talan um eina javna kapping allan vegin. Munurin millum teir fremstu var sjálvdan meiri enn tríggjar metrar, onkuntíð lá Dánjal Martin á odda, so dragnaði hann eitt sindur, áðrenn hann vann seg upp aftur, fyrst ein metur frammanfyri, síðani eitt vet aftanfyri, og soleiðis broyttist oddurin alla tíðina. – Tá vit so nærkaðust end­ anum, seinastu 250 metrar­ nar, setti eg aftur ferð á, og megnaði at halda undan líka á mál, sigur Dánjal Martin Hofgaard, sum vann við ein­ um sekundi. Og sum væntað var neyð­ ugt at seta nýtt persónligt met, og tað gjørdi hann við manér. Tá tað veruliga galt, skavaði vágbingurin tvey og eitt hálvt sekund av persónliga metinum, og hevur sostatt betra um per­ sónliga metið við yvir trim­ um sekundum seinastu fýra mánaðirnar. Heimsins skjót­ asti rógvari, føroyski Dánjal Martin Hofgaard, vann við tíðini 6 minuttir 15,07 sekund. Nú skal hann fyrst slappa av nakrar dag­ar og síð­ani byrjar daglig­dagurin aftur. Enn hevur hann ong­ar ítøkiligar ætl­anir um at fara til aðrar kappingar uttan­ lands, men í øllum førum er málið at endurvinna heims­ meistara­heitið komandi ár. heimsmeistari