Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin Hilmar Jan Hansen Sigur tú Bartal Eliasen, hugsa tey flestu beinanvegin um ítrótt – og serliga flogbólt og fótbólt – tí 38 ára gamli fugl­firð­ingurin hevur í áravís ver­ið mestsum ímyndin av øll­um tí, ÍF hevur avrikað á vølli, og framvegis er hann við í fremstu røð. Herfyri var hann liðskipari hjá ÍF í steypa­fin­al­uni í flogbólti, og nú landskappingin í fót­bólti fór í gongd sunnu­dag­in, taldist hann millum spæl­ar­ar­nar hjá ÍF, sum í fyrsta dyst­in­um á útivølli fingu javn­leik ímóti grannunum úr Víkingi. Sum so nógvir aðrir ítr­ótt­ar­ áhug­aðir føroyingar, hevur Bart­al Eliasen ikki bara fing­ist við eina ítróttargrein, men hevur verið uppi í øll­um, sum møguleikar vóru fyri á heim­staðnum. Tí hev­ur hann bæði spælt flog­bólt og fót­bólt, umframt at hann hevur róð og spælt badminton. – Serliga, tá eg var yngri, var tað fótbólturin, sum var á skránni, sjálvt um eingir av vin­monnunum hjá mær spældi fótbólt. Hví teir ikki gjørdu tað, veit eg ikki, men tað vísti seg, at hugurin hjá teim­ um nógv meira lá til tað handa­ liga. Hjá mær var tað so ein­falt, at í barnaárunum livdi eg fyri tað mesta í ánni og á fótbóltsvøllinum, sigur Bart­al, ið rættiliga ungur slapp upp í part hjá teimum vaksnu. – Tann venjarin, ið kanska hev­ur havt størst ávirkan á meg, var Páll Guðlaugsson, tí tá hann var venjari í Fugla­firði, tók hann meg altíð við. Tí spældi eg nokk so nógv sam­an við monnum sum Sím­uni Eliasen, Rógva Róin og øðr­um, sjálvt um eg var væl yngri enn teir. Tað gjørdi so eisini sítt til, at tað var rætti­liga lætt hjá mær at geva fót­bóltinum fremsta pláss­ið, tá eg skuldi velja eina ítr­ótt­ar­grein fram um aðrar. Væl gekst hjá Bartali hesi árini, og sum 19 ára gam­al fekk hann fyrstu ferð landsliðsboð frá Allan Sim­onsen, og tá bleiv tað til onkran landsdyst fyri Før­oyar, umframt at Bartal eis­ini fleiri ferðir sat á bonk­ in­um. – Tað bleiv bara ongantíð til, at eg fekk fast pláss ella ser­liga ofta varð boðsendur, og tí kendist tað heilt nátt­úr­ligt at heldur satsa upp á flogbóltslandsliðið. Fleiri ferð­ir høvdu teir verið eftir mær, men eg hevði ikki ordi­liga havt hug at taka av, tí eg hevði framvegis eina vón um at sleppa at spæla meira við fótbóltslandsliðnum. Men tá tann møguleikin líka­sum gjørdist meira og meira fjarur, tók eg avgerð um heldur at kasta meg fult og heilt yvir flogbóltin, tá tað kom til landsliðið, sigur Bart­al. Elti stórabeiggjan Har eydnaðist honum eisini bein­ an­vegin at fáa fast lands­liðspláss, og Bartal Elia­sen var fyri fyrstu ferð við á flog­bóltslandsliðnum til oyggja­leikir í 2001, og síð­ani hev­ ur hann verið fast­ur fús­ur har og er farin upp um teir hálvthundrað dyst­ir­nar fyri Føroyar, sum bæði hava ver­ið oyggja­leika­dystir og dyst­ir í sam­bandi við eur­op­e­isku und­an­kapp­ing­ar­nar. – Flogbólturin hevur verið har alla tíðina, tí eg var heilt lít­il, tá eg gekk og mól uppií, tá eldri beiggi mín, Odd, var úti á Kambsdali og vandi og spældi. Helst havi eg ikki ver­ið meira enn eini seks ára gam­al, tá eg byrjaði upp á tað. Eg minnist, at milum annað plagdu eg og beiggjarnir Andru og Álvur Hansen at spæla við síðuna av í høllini, með­an teir vaksnu vandu, greið­ir Bartal frá. – Odd, sum er tólv ár eldri enn eg, hevur í nógvar mát­ar verið eitt slag av eini fyri­mynd fyri meg, tí hann hev­ur hildið meg til all­an veg­ in, bæði í fótbólti og flogbólti, og vit hava eisini fleiri ferðir ver­ið saman á landsliðnum. Hann hevur verið við til at forma meg til tann, eg eri sum ítróttarmaður, og tá eg var yngri og vinirnir ætlaðu sær í bý­in, so var tað hann, ið still­aði seg fyri hurðina og minti meg á, at eg altso hevði dyst í morgin og ikki skuldi nakran veg. Tað var í grund­ini ein fínur máti at læra disiplin. Sum hjá beiggjum flest, kundu teir siga alt við hvønn­ann­an, og Bartal flennir at, at stóri­beiggin viðhvørt kundi hvess­að eftir sær, tá hart leik­aði á undir dysti. – Eina stuttliga hending minn­ist eg eisini frá tíð­ini, tá eg var inni í lands­liðs­hit­an­um í fótbólti. Eg var á venjingarlegu við lands­lið­num, og vit í ÍF skuldu spæla steypafinalu einar fjúrt­an dagar seinni. Odd var so óheppin í einum dysti, með­an eg var burtur, at hann sleit hæl­ sinuna, og tí bleiv eingin fin­ala til hansara. Tá ringdi hann til mín og segði, at tað var mín skyld, at tað hendi, tí hann noyddist at toyggja seg so nógv, tí »har var eingin at taka ímóti«, flennir Bartal, ið tó bara hevur størstu virðing fyri stórabeiggjanum. – Odd hevur veruliga gjørt nógv fyri meg og hev­ur pressað meg nokk so nógv, at eg skuldi taka tað seri­øst og læra at bera meg pro­ fessionelt at í sambandi við ítróttin. Góðar upplivingar Hvussu var og ikki, so fekk Bart­ al Eliasen mestsum fast pláss á flogbóltslandsliðnum bein­ anvegin og var fyrstu ferð við til oyggjaleikirnar á Isle of Man í 2001, tá tað bleiv eitt fjórðapláss. Næstu leikirnar, á Guern­sey í 2003, taptu flog­bólts­menn­in­ir finaluna so tepurt, sum tað ber til, tá teir í ein­ um fimmsettara ímóti Saaremaa at enda taptu 17-18 í fimta setti. – Tað var ein ræðu­lig­ur endi, sum tann dyst­ur­in fekk, tí vit serv­ aðu í net­kant­in og bólt­ur­in datt niður okk­ara meg­in. Hó­ast vón­ brot­ið var øgi­ligt, so var tað ein stór upp­liv­ing, tí tað var ein fant­ ast­isk­ur dyst­ur frá okk­ara síðu, og eg kanska per­són­liga eis­ini hevði nógv at fegn­ast um, hó­ast tað ikki skuldi røkka til gull­ið. Tað var tungt akku­rát tá, men al­líka­væl ein stór upp­liv­ing og eitt minni fyri lív­ið, sig­ur hann. – Annars hevur landsliðið eis­ini spælt nógv­ar und­an­kapp­ing­ar, har vit hava klár­að okk­um væl og fleiri ferð­ir spælt okk­um víð­ari. Ta einu ferð­ina vóru vit enn­tá bara eitt sett frá at flyta upp eina deild í europ­e­ isk­um høpi, so har eru eisini nógvir góðir dyst­ir at minn­ast aftur á. Yvirhøvur fegnast Bartal um, at tað hev­ur hepnast hon­um at verið við í fremstu røð í føroyska flog­ bóltinum, og hann stað­fest­ir turt, at »tað, sum man ikki hevur klár­ að í fót­bólt­in­um við ÍF, tað hev­ ur man klárað við flog­bólt­in­um«, samstundis sum hann fegnast um, at ÍF í fót­bóltinum ikki longur er hetta liðið, ið annaðhvørt ár er uppi og annaðhvørt ár niðri. Og hóast flogbólturin hev­ur havt eitt størri pláss, tá tað kemur til heiðursmerki og landsdystir, vil hann ikki upp á nakran máta til­eink­is­gera tað, hann hevur upp­ liv­að í fótbóltshøpi og stað­fest­ir, at eisini har hava verið nógv­ar góðar løtur. – Mín størsta uppliving á lands­ lið­num er heilt greitt, tá vit á Svangaskarði í 2009 vunnu á Litava. Hetta var í HM-und­an­kapp­ing­ini, Bri­an Kerr var venj­ari, og eg fekk all­ar 90 min­utt­irnar í dyst­in­um, sum telist mill­um størstu sigrar hjá lands­lið­num. So tað var øgiliga stutt­ligt at vera við til tað, sigur Bartal. – Aðrar góðar løtur hava eis­ ini verið, tá eg havi verið við í toppinum í føroysku kapp­ing­ini. Fyrst við GÍ, har eg var í nøkur ár fyrst í 90-unum og millum ann­ að var við til at vinna steypa­ kapp­ing­ina, og so hesi síðstu árini við ÍF, sum hava verið góð og hava givið fýra silvurmerki – tvey í landskappingini og tvey í steypakappingini. Tað hev­ur verið øgiliga stuttligt at verið við til tað. Framtíðin í Fuglafirði At enda í prátinum biðja vit Bartal Eliasen gera støð­una hjá fót­ bóltinum og flog­bólt­in­um upp í Fugla­firði, sam­stund­is sum vit biðja um eitt boð uppá, hvussu framtíðin kanska kann fara at síggja út. – Tá vit tosa um fótbóltin, so hev­ur hann tað ikki so gott í ungdómsdeildunum, tí tað eru ov fáir spælarar í bygd­ini, sum koma upp í besta liðið. Hetta kemst helst av, at vit hava dugað nóg væl at arbeitt niðri í yngru deildunum, tí tá vit eru eini 1.500 ella 1.600 fólk í Fugla­firði, skuldu vit helst fingið minst ein upp úr hvørjum ár­gangi um árið, men har eru vit tíverri ikki, staðfestir hann. bartal og bólturin Eingin er sum Bartal Eliasen ímyndin av ítróttinum í Fuglafirði, og serliga hevur hann í flogbólti vunnið tað, sum hevur verið at vunnið í Føroyum. Hann er bjartskygdur um framtíðina hjá flogbóltinum í ÍF, men stúrir heldur meira fyri fótbóltinum, tí tað ikki í nóg stóran mun er eydnast ÍF at klekja egnar spælarar