týsdagur 3. mars 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
profilurin
– Hinvegin er nógvur ung
dómur við í flogbóltinum og
har eru nógvir góðir spælar
ar, sum eru ávegis. Hetta eru
spælarar, bæði hjá gentum
og dreingjum, sum kanska
ikki enn hava havt sítt
gjøgnumbrot, men sum eru
á veg til atfáa tað, og eg kann
nevna, at í steypafinaluni
leygardagin høvdu vit níggju
spælarar við í hópinum, sum
sunnudagin vunnu steypa
kappingina hjá mansung
lingum. Tað, sum óivað mun
ar væl, er at í flogbóltinum
hava vit lagt stóran dent á at
havt skikkaðar venjarar til
øll liðini, tí tað roynist best,
tá tað ræður um at menna
spælarar til framtíðina.
Sjálvt um Bartal er 38 ára
gamal og hevur roynt alt,
sum vert er at royna í før
oyskum flogbólti, er hann
framvegis spentur og svang
ur, og fyri tað um hann tosar
um ungdómin og framtíðina,
sær hann enn ikki seg sjálvan
sum fortíð upp á nakran
máta.
– Eg eri soleiðis av lyndi,
at tá eg fari inn á vøllin, so
er tað fyri at vinna og at gera
tað so gott sum gjørligt, og
tað munnu øll eisini kenna
meg fyri. Tá tað fer, er stund
in komin at gevast, men eg
vil siga tað soleiðis, at enn
kann eg fylgja við teimum
ungu, og kanska eg eisini
kann læra teir nøkur ting og
hjálpa teimum á veg, sigur
hann.
Ikki er óvanligt, at eldri
og royndir spælarar fara at
hugsa um, hvussu teir kunnu
vera virknir í ítróttinum, eft
ir at teir eru givnir sum spæl
arar, og Bartal dylur heldur
ikki fyri, at tankin um at
halda fram sum venjari til
talar seg.
– Eg havi umhugsað at
tikið A-venjaraskeiðið í fót
bólti, har teir royndu sleppa
skjótari ígjøgnum, men av tí
at eg havi nóg mikið um at
vera, so geri eg einki við tað,
fyrr enn eg gevist sjálvur,
sigur Bartal, sum tó hevur
fingist eitt sindur við venj
ing, og har er tað kanska ser
liga innan flogbóltin, at tað
hevur verið.
– Í flogbólti havi eg bara
okkurt smávegis skeið, men
mest egnar royndir. Har eru
onkur skeið at taka, og av og
á koma instruktørar henda
vegin. Men tá tað kemur til
flogbóltin, havi eg verið so
heppin, at eg hevði arbeitt
nógv saman við Boban Ilic,
sum dugir so sera væl at læra
frá sær. Tað ger tað so heldur
ikki verri, at vit báðir hava
líkasum sum sama hugburð
og somu tilgongd til flog
bóltin, men honum havi eg
lært nógv av, sum eg saktans
kann brúka í framtíðini, tá eg
sjálvur eri givin at spæla.
hilmarjan@sosialurin.fo
ítróttur
FAKTA
Bartal Eliasen er føddur tann 23. august 1976 og hevur drúgvar royndir frá
bæði fótbólti og flogbólti. Í fótbólti hevur hann spælt yvir 500 dystir og
skotið 131 mál í føroysku kappingini, og hann hevur spælt øll árini við ÍF,
uttan árini frá 1999 til 2003, tá hann spældi við GÍ. Á fótbóltslandsliðnum
er tað blivið til seks dystir, tann fyrsti í 1997 og tann higartil síðsti í 2009. Í
flogbólti hevur Bartal altíð spælt við ÍF, har hann hevur verið við til at vunnið
hópin av meistaraheitum og steypasigrum, og í landsliðshøpi telist hann
millum teir frægastu og royndastu við higartil 51 landsdystum.