týsdagur 3. mars 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
serblað 2
Vit vita, at tú fylgir væl við í tí, sum
hendir úti í heimi og at tú vilt hava
nýggjastu vøruna. Vit vita eisini, at
tú setir stór krøv, tá farið verður til
handils.
Kappingin er hørð, men í SMS vilja
vit ikki liggja á latu síðuni og halda,
at tú bara kemur inn til okkum av tær
sjálvum.
Tí er tað av stórum týdningi, at
handilsfólkini hjá okkum altíð eru
dagførd við tí, sum hendir á altjóða
mótapallinum. Vit vilja hava, at tú
altíð fært tað nýggjasta nýggja
hjá okkum og er hetta eisini ein av
orsøkunum til, at klædnahandlarnir í
SMS hvørt ár taka lut á fleiri altjóða
mótamessum kring allan heimin.
Fyri stuttum vóru fleiri av
handilsfólkunum hjá okkum á
Copenhagen Fashion Week. Her
keyptu tey inn til komandi heystið,
soleiðis at tú eisini tá fært fylgt
altjóða rákinum og í hesum blaðnum
fært tú ein lítlan brellbita av tí, sum
kemur at merkja handlarnar hjá
okkum seinni í heyst.
Onkur heldur kanska, at mótin
aðrstaðni til tíðir kann vera heldur
ekstremur, men handilsfólkini hjá
okkum leggja seg serliga eftir
at keypa inn til føroyingar og at
tillaga útlendska mótan til føroysk
viðurskifti. Tey duga at halda fast
í altjóða rákinum, samstundis sum
klæðini hóska til føroyska marknaðin.
Copenhagen Fashion Week er ein
stór mótamessa, sum er á tremur við
íblástri av øllum hugsandi slag. Tað
er hetta, sum handilsfólkini taka við
tær heim aftur. Tað er hetta, sum tey
ynskja at geva tær, tá tú kemur inn í
SMS.
Vit stremba altíð eftir, at SMS
skal verða fyrsta valið, tá fólk fara til
handils. Tí ferðast vit eisini runt allan
heimin fyri at finna júst røttu vøruna
til tín. Tað er við størstu gleði, at vit nú
bjóða tær hetta blaðið við myndum
av nøkrum av tí, sum kemur at verða í
handlum okkara komandi heyst.
Ger so væl!
Tá røttu pløggini
skulu veljast
Tekstur: Ragnhild Ellingsgaard. Myndir og útkast: Ditte Mathilda Joensen