týsdagur 3. mars 2015síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Serblað
Copenhagen Fashion Week er ein
mótavika, sum verður hildin tvær
ferðir um árið í Keypmannahavn.
Hetta er samstundis eisini størsta
mótatiltak í Norðurevropa við
mótasýningum, framsýningarhølum
í hópatali, móttøkum av ymsum slag
og øðrum tiltøkum við tilknýti til
móta.
Tann norðurlendski mótaheimurin
er kendur fyri heilt serstøku
tilgongdina til sniðgeving. Ein
tilgongd, sum sameinir nýmótans
yndi, spælandi vakurleikanjótan og
sjálva mótafatanina. Ein samtíðar
hugburður til kvinnuliga og mannliga
spælið kemur til sjóndar í nýskapandi
samansetingum, føgrum litum og eini
einastandandi góðsku.
Alt hetta sæst aftur á stóru
mótavikuni, har tú kanst vitja umleið
1.100 framsýnarar og síggja fleiri enn
2.400 kollektiónir.
Hetta eru bara nakrar fáar av
orsøkunum til, at handilsfólk,
sniðgevar og miðlafólk úr øllum
heiminum ferðast til Keypmannahavn
fyri at taka lut í Copenhagen Fashion
Week.
Handilsfólkini í SMS ferðast
kring allan heimin fyri at finna røttu
vøruna til tín. Copenhagen Fashion
Week er ein av messunum, sum vit
javnan vitjan. Tað er her, at vit hitta
leverandørar, gera nýggjar avtalur
og annars fáa íblástur til alt tað, sum
skal henda gjøgnum árið.
Á eini messu sum Copenhagen
Fashion Week knýta vit nýggj
sambond og ikki minst fáa vit
íblástur til alt tað, sum vit arbeiða
við gjøgnum árið. Og er tað nakað,
sum vit hava lagt til merkis, so er
tað, at SMS á ongan hátt stendur
aftan fyri tær stóru útlendsku
sølumiðstøðurnar.
Tí eru vit ikki sørt errin av at kunna
siga, at altjóða mótapallurin eisini er
í SMS.
Altjóða rák
í Føroyum