Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

serblað  6 Gellan – Anja Joensen Skálkur Hávarður í Stórustovu Margherita – Aibritt á Plógv Vero Moda/Vila – Anna Marie Nybo Á eini stórari messu sum Copenhagen Fashion Week er stemningurin heilt uppi at koyra. Øll eru glað, spent og eisini eitt sindur stressaði; tað er ein heilt annar heimur hesar dagarnar. Ein mótaheimur! Fyri okkum hevur tað stóran týdning at taka lut á messum sum hesari. Hetta ger, at vit kunnu geva tær enn betri ráðgeving og at klæðini altíð fylgja altjóða rákinum. Hesa ferð fingu vit eisini ótrúliga nógv burtur úr. Vit hava bílagt eina rúgvu av lekrari vøru heim; bæði klæðir, skógvar og smúkkur, sum serliga verða í svørtum og rósugull. Vit leggja okkum serliga eftir at hava ordiliga góðsku í handlinum, samstundis sum vit ikki bíleggja ov nógv av hvørjari vøru. Vit eru ikki so nógv í tali í Førooyum og tí er tað stuttligari at keypa, tá tú veitst, at øll ikki ganga í tí sama sum tú. Vit ynskja, at tú altíð kennir teg vælkomna í handilinum hjá okkum; eisini, tá tú ikki keypir nakað. Kundin hjá okkum er bæði ungi maðurin, sum vil hava tað nýggjasta nýggja og eisini tann tilkomni maðurin, sum leitar eftir onkrum meira klassiskum. Vit vilja geva tær eina uppliving, sum sigur: “Wow! Har fari eg aftur!”. Tað kunnu vit bara, um vit alla tíðina fylgja við í tí, sum hendir aðrastaðni og um vit altíð hava kundan í fokus. Vit ynskja, at tú sum kundi hevur álit á okkum og at tú veitst, at tú fært eina góða vøru, tá tú keypir frá okkum. Á stórum messum fáa vit eitt gott innlit í tí, sum hendir á altjóða mótapallinum og er okkara avbjóðing tá at hugsa um tørvin hjá okkara kunda, sum býr í Føroyum. Tað er altíð stuttligt at taka lut á stórum messum; vit hitta fólk í somu vinnu og so er eisini eitthvørt stórbýarkent yvir øllum. Hesa ferð hava vit bílagt tvey nýggj, feit jakkamerki heim til handilin. Annars verður eisini nógv leður at síggja og tað fer eisini at síggjast aftur í handlinum hjá okkum. Í Margerita eru vit altíð til reiðar at hjálpa hvørjari einstakari kvinnu, soleiðis at hon fær tað, sum hon ynskir sær. Vit hava nýggjasta mótan, høga góðsku og góða ráðgeving. Kundin hjá okkum keypir kanska mest klassisk klæðir, sum fylgja nýggjastu rákunum, samstundis sum tey kunnu brúkast aftur og aftur. Á Copenhagen Fashion Week sóu vit hesa ferð, at mótin er eitt sindur broyttur í mun til tað, sum hevur verið frammi. Vit koma at síggja fleiri mannfólkalook, eins væl og víðu buksurnar og rullukragatroyggjurnar koma aftur. Harumframt fara vit at síggja nógv til jakkar, spískar skógvar, skjúrtur, hálvsíðar niðurdeilar og kjólar. Mótavikan gevur orku og íblástur, ikki bara viðvíkjandi klæðunum, men vit fáa eisini hug til at broyta innrætting og uppseting í sjálvum handlinum. Tað er sum at fáa stoytt bensin á eitt gott og livandi bál. Hesa somu kensluna vilja vit so fegnar geva kvinnuni, sum keypir frá okkum. Hon skal kenna seg sum heima og eisini koma inn, tá hon ikki ætlar at keypa nakað. Vit vilja hava, at hon kennir seg væl inni hjá okkum. Í Vero Moda/Vila hava vit altíð eitt stórt úrval av grundpløggum til ein sámuligan kostnað. Harumframt leggja vit okkum eftir at hava tey nýggjastu rákini og eina góða tænastu. Fyri at kunna fylgja við hevur tað alstóran týdning fyri okkum eisini at taka lut í tí, sum hendir úti í heiminum. Copenhagen Fashion Week er bara eitt av hesum. Hesa ferð var eg mest í Tap. 1, har Bestseller hevði savnað 14 av teirra merkjum í einum høli. Hetta gav eina kenslu av samanhaldi og ró, tí ikki var neyðugt at flyta seg frá eini messu til eina aðra. Men mest av øllum fái eg íblástur til tað, sum skal eyðkenna okkara handil. Í heyst fara vit at síggja nógv til bundnar kjólar og troyggjur, plaid-líknandi frakkar, jakkar og poncho, meira ulljakkar og ullfrakkar enn seinasta ár, buksur við víðum brókum, culotte pants og asymetriskar longdir. Gjøgnumgangandi litirnir verða svart, grátt fudge, karry og fløskugrønt. Hetta er eitt áhugavert rák, sum eg gleði meg til at bjóða okkara kundum.