Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7  Serblað Skálkur Man – Janus Poulsen Demmus – Nina Lassen Events – Halla Gullfoss Hvat sigur fotografurin – Ditte Mathilda Joensen Nærløgd. Seriøs. Eldhugað. Kreativ. Hetta eru bara nøkur av orðunum, sum kunnu lýsa Ditte. Hon heldur ikki, at tann perfekta myndin er til. Hinvegin er ein góð mynd ein, sum vekir kenslur og gevur tær eina uppliving, sum vart tú sjálv/ur tilstaðar. Myndaheimurin hjá henni er litríkur við stórum kontrastum og lýsir stemningin, sum hon upplivir. Á Copenhagen Fashion Week legði hon serliga til merkis teir sniðgevararnar, sum tora at skilja seg úr mongdini og harvið gera pløgg, sum eru øðrvísi enn tað, sum vit higartil hava sæð. – Annars var tað ótrúliga stuttligt at vera við, tá teir ymsu handlarnir í SMS keyptu inn. At síggja teirra nærlagni og umhugsan, tá tey valdu røttu vørurnar at keypa heim. Tað var nakað heilt serligt fyri meg at kunna fylgja hesi gongdini við einum myndatóli. Málbólkurin hjá Skálkur Man er ein maður, sum kennir seg sum ein mann. Tað hevur einki við aldur at gera, men heldur nakað við lívsáskoðan og persónligan stíl. Vit leggja okkum eftir at hava klassisk harraklæði við einum twistið og at ráðgeva tær soleiðis, at tú fært tað, sum nøktar tín tørv. Vit hugsa altíð um kundan og at flyta kundan soleiðis, at hann kann royna okkurt nýtt. Tá fært tú kensluna av, at tú ikki bara keypti eina endurtøku av seinasta keypinum, men tú fert heim við eini heilt nýggjari uppliving. Á Copenhagen Fashion Week sóu vit, at mótaheimurin hevur flutt seg munandi síðani rákið aftaná fíggjarkreppuna, har alt skuldi vera myrkt og trygt. Rákið hevur flutt seg frá tí minimalistiska til okkurt, sum torir nógv betur. Vit sóu millum annað, at slipsini eru vorðin breið, reversini á klædninginum breiðari og skjúrturnar stuttligari við fleiri áhugaverdum litum, flippum og so framvegis. Í Skálkur Man vilja vit brúka okkara vitan um klæðir til at ráðgeva og hjálpa manninum soleiðis, at hann fær álit á okkum og at hann fær tað, sum honum tørvar. Tað er ein góð kensla fyri báðar partar. Í Demmus leggja vit stóran dent á at hava ein handil við góðum úrvali bæði til kvinnur, menn og børn. Komandi heyst verður merkt av sonevnda chunky-stílinum, har serliga konufólkini fáa eitt heldur meira rátt look. Vit fara at síggja fleiri kílahælar og eisini rátt gummi. Hjá manninum fær vanligi svartaskógvurin kapping av brúna skógvinum, eins væl og vit eisini fara at síggja heilt nógv til teir sonevndu “boots”. Til børnini verður eitt stórt og breitt úrvæl av GoriTex-skóm, bæði til gentur og dreingir. Á eini messu kunnu vit sum handilsfólk síggja og merkja vøruna, áðrenn vit bíleggja hana heim. Somu kenslu ynskja vit at geva tær sum kunda; tú kanst royna skógvin, merkja tilfarið og halda í honum, áðrenn tú tekur eina avgerð. Harumframt geva vit okkum tíð til at práta við teg, soleiðis at tú fært bestu ráðini og hjálpina, sum tú kanst hugsa tær. Vit leggja dent á at verða fremst við mótanum, bæði innan litir, snið og prent. “Events”-kvinnan er sera tilvitað um hennara egna stíl og at hon vil hava móta, sum ikki tømir hennara bankakonto. Harumframt dámar okkum væl, at Events ikki leggur seg upp at øðrum handlum, men heldur koyrir sín egna stíl. Okkara vørur eru allar “handpicked” til okkara kundar. Stílurin í handlinum fevnir breitt; frá tí avslappaða til tað ráa og eisini til tað meira feminina. Fyri okkum hevur tað stóran týdning at taka lut á mótamessum sum Copenhagen Fashion Week. Stemningurin á messuni er heilt serligur, men tað besta er tó at fara út á gøtuna at hyggja eftir tí, sum fólk ganga í. Her tora tey eitt sindur meira og tað er lætt at spáa um, hvat rákið verður frameftir. Tað er her, at vit síggja veruligar “trendsetters”. Í handlinum leggja vit okkum serliga eftir at hava góða tíð til tín. Vit práta við teg, leiðbeina teg og ynskja, at tú fert glað og væl nøgd avstað við lekkrari vøru, sum ikki stendur aftanfyri tí, sum vit síggja úti í heimi.