hósdagur 5. mars 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
6
ANNIKA KUNOY IM
E
li var øgiliga spentur tá
hann fekk boðini um at
hann var biðin um at koma
á landsliðið, og at teir skuldu
spæla í Los Angeles. Serliga var tað
flúg varin, sum var spennandi tá,
greið ir Mari Olsen, mamma Eli, frá.
18 ára gamli Eli Olsen býr heima
saman við familjuni í Lamba. Hann
er næstelstur av fimm systkj um, men
ein asti teirra sum er menn inga tarn-
að ur: Eli hevur Downs syndrom.
Hann klárar seg tó sera væl, og
hev ur ein innihaldsríkan og aktivan
gerandis dag, og luttekur bæði í ar-
beiði og ítrivi.
Spentur í fótbólti
Í løtuni er tað tó serliga fótbólturin,
sum fyllir nógv í gerandisdegnum
hjá Eli. Hann er nevniliga úttikin
til landsliðið, sum skal til Special
Olympics í Los Angeles, Kalifornia í
summar, og venjingarnar eru í hædd-
ini. Á landsliðnum eru eisini átta aðrir
menn ingartarnaðir dreingir, sum
taka uppgávuna í størsta álvara.
For eldrini hava sagt Eli um kapp ing-
ina, men hava ikki greitt honum n á-
greiniliga frá um ferðina, tí hon liggur
so nógvar mánaðir frammi í tíðini.
- Hóast hetta, so veit hann okkurt,
tí hann venur jú fótbólt tvær ferðir um
viku na. Tað er beinleiðis í samband
við hesa komandi kappingina, og Eli
er ordiliga uppsettur uppá at venja,
sig ur Hendrik Olsen, pápi Eli.
- Eli hevur altíð sparkað bólt, og
hon um dámar væl at sparka, greiðir
Mari frá, og leggur afturat – Hann er
eisini altíð sloppin uppí. Heilt frá tí, at
hann var lítil, var hann við, tá dreing-
ir nir sparkaðu á vøllinum í Lamba,
sigur Mari Olsen.
Fyri tveimum árum síðani skipaði
Ítróttarsambandið fyri brekað (ÍSB)
fyri stórari ítróttakapping í Havn, og
tá luttók Eli á fótbóltsrásini. Hend rik
Olsen greiðir frá, at tað tá bleiv snakk-
að um at eitt møguligt fót bólts lið,
sum kundi fara til Los Angel es í 2015,
men ongin endalig avgerð var tik in
tá, um hetta fór at gerast veru leiki.
- Vit vistu ikki nakað, fyrr enn tele-
fon in ringdi í heyst, og vit vóru spurd
um, hvat vit hildu um, at Eli kom á
lands liðið, sum skuldi til Special
Olympics, sigur Hendrik Olsen.
Tey játtaðu, og nú eru lands liðs-
venj ingar nar partur av gerandis deg-
num hjá Eli tvær ferðir um vikuna.
Umframt Eli er ein annar á
liðnum, sum hevur Downs syndrom,
og annars hava liðfelagarnir ymisk
onnur menningartarn. Landsliðið er
byrj að at venja fast tvær ferðir um
viku na, men teir venja í tveimum
lið um. Annað er í Runavík og hitt í
Havn. Onkuntíð venja teir tó saman.
SPECIAL OLYMPICS
Føroyar fáa í næstum enn eitt landslið í fótbólti, tí í summar verða
Føroyar umboðaðar á Special Olympics, sum verður í Los Angeles.
Sosialurin hevur hitt ein av nýggju landsliðsleikarunum, 18 ára
gamla Eli Olsen úr Lamba, sum er sera spentur til uppgávuna
Føroyar fáa í næs
æstum enn eitt landslið í fótbólti tí í summar verð
ELI Á
LANDS-
LIÐNUM
Eli Olsen
Eli er nærum
altíð glaður og
sær ikki stúranir
soleiðis, sum vit
onnur síggja tær.
Eli sær lívið á ein
einfaldan hátt
og hann livur í
núinum
Eli saman við foreldrunum, Hendrik og Mari.
Hendrik fer við landsliðinum til Los Angeles