Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 7 Enn er tað tó ikki komið so langt, at nýgg ja landsliðið hevur spælt nakran dyst móti nøkrum øðrum. Stórur týdningur Tá landsliðið fer úr Føroyum í juli mánaði, fer Hendrik við sum hjálp- ar leiðari hjá fótbóltsliðinum. Hann fegn ast um at Eli er sloppin við á lið- ið, og serliga um tær upplivingar sum stan da honum í væntu. - Tá eg bleiv spurdur um at koma við segði eg ja, mest tí at Eli eisini var við nú. Eg haldi tað vera øgiliga stutt- ligt, at hann kann vera ein partur av hes um og sleppa at uppliva alt hetta. Og tað er júst har, denturin liggur. At tað skal vera ein góð og mennandi upp living fyri leikararnar, og ikki, at teir skulu hava eina sensatión við sær heimaftur, sum vit ofta vænta av a-landsliðnum. – Eg vænti, at teir fara at fáa eitt gott upplivilsi við at vera saman við øðr um. Hvussu úrslitini verða, hevur minni at siga, slær hann fast. Men bara við tað, at vit hava eitt slíkt landslið, hava vit longu vunn ið nógv. Bæði fyri leikararnar per són- liga, men eisini sum samfelag, heldur Hend rik. – Týdningurin av einum slíkum til taki kann síggjast frá tveimum sjón ar hornum. Annað er ávirkanina, sum hetta hevur á sjálvar íðkararnar. Teir fáa eina rúgvu burturúr, við tað, at teir nú hava nakað at síggja fram til og sleppa at verða virknir og royna at náa einum máli. – Hitt sjónarhornið er frá okkum, sum ikki íðka, og sum ikki eru við í hes um, sum so. Vit síggja nú, at her eru onnur enn bara vit, og her er ann- að, enn bara tað, sum vit halda vera per fekt. Hetta landsliðið kann vísa á, at tað eru onnur menniskju millum okkara, sum hóast tarn kunnu fáa av- bjóð ingar og hava tað stuttligt sam- an. Og vit kunnu eisini læra nógv av teim um. Tey lata upp hurðar fyri ting um, hugsanum og viðurskiftum, sum vit ikki hava sæð fyrr, sigur Hendrik. Landsliðsleikara-klemm Með an Hendrik greiðir frá um týdn ing in av Serligu olympisku leikunum, og hvussu teir kunnu víð- ka sjónarringin hjá okkum øðrum, kem ur Eli heim. Hann hevur verið í handli num og keypt sær okkurt søtt at njóta saman við einum teknifilmi, sum hann sleppur at gera hvønn fríggja dag. Eli kemur glaður innar í stovuna, har vit sita við borðið og práta. Hann kem ur yvir til mín, sigur hey og kroyst ir meg inn at sær, áðrenn hann fer uppá loft at gera okkurt annað. - Ein sovorðin, sum Eli, er nærum altíð glaður, og hann sær ikki stúranir, so leið is um vit onnur síggja tær. Til døm is nú. Tað er onki, sum forðar hon um í at geva tær eitt klemm, men tað høvdu hini børnini ikki gjørt. Eli sær lívið á ein einfaldan hátt og hann liv ur í núinum, sigur Hendrik Olsen. Og tað er nakað, vit øll helst kun- nu læra nakað av. - Lívið er ikki bara soleiðis, sum vit upp liva tað, og vit læra nógv av hon- um. Eigur man eitt barn, sum ber brek, líka mikið hvat brekið hjá barninum er, so sær man lívið frá einum øðrum sjónar horni. Spurningurin er bara, hvussu man tekur ímóti tí, sum man lær ir, og hvat man ger við tað. Men tað ber væl til at fáa okkurt gott burt- ur úr tí, slær Hendrik fast. Mari greiðir frá, at Eli hevur nógv áhugamál, og at honum serliga dámar væl at eygleiða systkin síni. Hann spyr altíð eftir teimum, tá hann kemur inn um dyrnar. Sita tey til dømis og gera skúlating, dámar hon- um væl at seta seg at skriva eisini. - Annars dámar honum væl at hygg ja at einum góðum filmi á i-paddi num, spæla PlaysStation, ser- liga FIFA ella NintentoWii. Men hann er eisini sosialur, og honum dámar væl at sparka á vøllinum, ella at vera sam an við vinfólki og familju, sigur Mari. Mari og Hendrik eru fegin um, at nógv tilboð eru til fólk, sum bera brek. Í kommununi hevur kvøld- skúla skipanin til dømis fleiri tilboð. Men í løtuni er tað serliga fótbólturin, sum hevur stóra áhugan hjá landsliðsleikaranum, Eli. -Tað, sum Eli dámar serliga væl, er at spæla fótbólt. Tað er, sum hjá okk um øllum, at tað, sum er stuttligt, ei si ni er tað, sum motiverar okkum. Les meira um evnið á næstu síðu »Hetta lands lið- ið kann vísa á, at tað eru onnur menniskju millum okkara, sum hóast tarn kunnu fáa av- bjóð ingar og hava tað stuttligt sam- an. Og vit kun nu eisini læra nógv av teimum« Eli saman við syst- kinum