hósdagur 5. mars 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
8
FYRSTA FØROYSKA
FÓTBÓLTSLIÐIÐ Á
SPECIAL OLYMPICS
- Hesuferð fara vit at senda eitt 7-a-side fótbóltslið avstað. Tað er sera
kostnaðarmikið, tá ferðast verður langt, men hetta er nakað, ið verður prioriterað
av ÍSB, tí vit meta, at persónligi vinningurin er ovurstórur fyri ítróttarfólkini,
ið luttaka á slíkari stevnu, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi hjá ÍSB
ANNIKA KUNOY IM
S
íðan 2003 hava føroysk
ítróttarfólk luttikið í kapp
ingum uttanlands fyri fólk
við menningartarni.
Tróndur Ravnsfjall, sum er ítrótt
arráðgevi hjá ÍSB greiðir frá at før
oysku ítróttarfólkini hava luttikið í
borðtennis, boccia, svimjing og fræls
um ítrótti.
- Hesuferð fara vit, umframt hinar
greinarnar, at senda eitt 7-a-side fót
bóltslið avstað. Hetta ber til tí Fót
bóltssambandið hevur valt at stuðla
ferðini. Harumframt venur eitt fim
leikalið eisini undir Ljósinum nú,
og tað hevði verið stuttligt at fingið
tað liðið við til komandi leikir, sigur
Tróndur Ravnsfjall.
Dýrt at fara
Men tað er sera kostnaðarmikið at fáa
alt ferðaliðið til Los Angeles, greiðir
Tróndur frá. Við á ferðini verða í alt
27 fólk, herav 18 eru ítróttarfólk og
níggju eru venjarar og hjálparfólk.
-Hetta kann tykjast, sum tað eru
nógv hjálparfólk, men umframt
ferðaleiðara, skal tað í minsta lagi ein
venjari við fyri hvørji fýra ítróttarfólk,
greiðir hann frá.
ÍSB stendur fyri kostnaðinum
av ferðini, men rindar ikki fyri uppi
haldið og flutningin í USA. Hetta
verður goldið av Special Olympics
og stuðlum teirra.
-Tað er sera kostnaðarmikið, tá
ferðast verður langt, men hetta er
nakað, ið verður prioriterað av ÍSB,
av tí, at vit meta, at persónligi vinn
ingurin fyri ítróttarfólkini, ið luttaka
á slíkari stevnu, er ovurstórur, sigur
Tróndur Ravnsfjall.
Hóast leikirnir ikki verða fyrr enn
25. juli, so eru fyrireikingarnar longu
byrjaðar.
- Tað verður vant miðvíst til leikir
nar, og vit fara eisini at hava tríggjar
venjingarlegur. Harumframt verður
skipað fyri tiltøkum fyri at skaffa
fígging, millum annað hava vit
stuðulsrenning í apríl mánaði, sigur
hann.
Ítróttarráðgevin hjá ÍSB heldur, at
fólk í Føroyum, sum bera brek, hava
rímiligar møguleikar at íðka ítrótt her
heima.
- Trupulleikin er tó, at tað eru ov
fá, sum gagnnýta møguleikarnar. Ser
liga í bólkinum av rørslutarnaðum
eru ov fáir íðkarar.
- Ynskiligt hevði eisini verið, at
ítróttarfeløg fyri fólk uttan brek í
størri mun eisini tóku sær av ítrótti
fyri fólk við breki.
– Tó eru vit heppin, at tað eru
fólk, sum hava tikið stig til at seta á
stovn ítróttarfeløg fyri fólk við breki.
Í dag eru tvey feløg, sum hava hetta
til uppgávu, Svanur í Eysturoy og
Smæran í Tórshavn. Harumframt eru
tað nøkur feløg, sum eisini taka hesa
uppgávuna á seg, og tey skulu eiga
eina tøkk, sigur Tróndur Ravnsfjall.
SPECIAL OLYMPICS
Løgmaður, landsstýrismaðurin í mentamálum og føroyska
sendistovan í Brussel heilsaðu uppá føroyska ferðalagið,
ið luttók í »Special Olympics European Summer Games« í
Antwerpen í Belga 2014, meðan bíðað var eftir at sleppa
inn til stórsslignu setanina. Á myndunum eru eisini
hjálparfólkini, ið vóru um ferðalagið, meðan leikirnir vóru