Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 10 F yri at fáa eina fullkomna sólarmyrking mugu sólin, jørðin og mánin koma í fullkomna beina linju. Tá ið ein fullkomin sólarmyrking er, kanst tú síggja tað tey kalla "The Baily Beads". Hetta er, tá ið sólarljós brýtur ígjøgnum ójøvnu fløturnar á mánanum. Ein diamant ringur á mánanum markerar byrjanina og endan av sólarmyrkingini, og viðførir eina sterka ljósstrálu beint áðrenn og aftaná, at mánin fjalir alla sólstrálurnar. Mong halda, at júst hesar sterku ljósstrálur eru tað mest áhugaverda og vakra við sólarmyrkingini. Tað eru fimm stig í einari fullkomnari sólarmyrking. 1. Fyrsta sambandið Fyrsta sambandið millum sólina og mánan er byrjanin til fullkomna sólarmyrking. Tað verður eisini umrøtt sum "partvís sólarmyrking". 2. Næsta sambandið Næsta sambandið millum sólina og mánan hendir beint áðrenn tað er fullkomin sólarmyrking. Tað er í hesari løtu, at tú kanst síggja Bailys Beads, sum eru at síggja ávís støð uttast á mánaskivuni. Hetta sæst, tá ið sólin skínur gjøgnum dalar og ójavnar fløtur á mánanum. Tað er eisini í hesum stigið av sólarmyrkingini, at tú fert at uppliva "The diamond ring effect", sum hendir beint áðrenn síðstu sólstrálurnar hvørva. 3. Fullkomin sólarmyrking Fullkomin sólarmyrking hendir, tá ið skuggarnir frá mánanum fjala alla sólina, og einans ein veikur ljósringur er at síggja rundan um mánan. Hesa løtu fellur hitin, himmalin verður myrkur og djórini gerast kvirr. 4. Triðja sambandið Fjórða stigið í einari fullkomnari sólarmyrking er ógvuliga líkt seinna stiginum. Mánin flytur seg frá sólini, og Baily Beads og Diamond ring kunnu upplivast aftur. 5. Fjórða sambandið Síðsta stigið í fullkomnari sólarmyrking er, tá ið partvísa sólarmyrkingin endar, og sólarljósið aftur sæst sum vanligt. Søgnin sigur... 20 mars 2015, klokkan 9.41, fara Føroyar at leggjast í dvala í nakrar minuttir, tá ið myrkri valdar og sólin hvørvur. Í áleið tveir og ein hálvan minutt fer tað at kennast sum, at tíðin er uppsteðgað, og fólk frá øllum heimsins heraðshornum hittast til hesa sjáldsomu løtu, tá ið fullkomin sólarmyrking verður at síggja úr Føroyum. Sambært føroyskari søgn, er ein fullkomin sólarmyrking ikki einans forkunnug og sjáldsom; hon er eisini friðarskapandi. Søgnin sigur, at í 1612 klokkan 11.25 legðist myrkri yvir fýra brøður, meðan teir ansaðu seyðunum í fjøllunum. Brøðurnir, sum mangan fóru til hendurs og vóru óklárir, vórðu bangnir fyri myrkrinum, og lovaðu Gudi, at um teir yvirlivdu, fóru teir ongantíð aftur at berjast, men fóru at gerast betri menn. Fáir minuttir seinni kom sólin fram aftur. Brøðurnir hálsfevndust og eitt øvugt orð fall ongantíð teirra millum aftur. Alla staðni í heiminum er fullkomin sólarmyrking sera sjáldsom. Í miðal eru 375 ár millum hvør landspartur kann uppliva eina fulla sólarmyrking. Tann 20. mars eru bert tvey støð í heiminum tú kanst síggja sólarmyrkingina. Í Føroyum og á Svalbard. KELDA: SOLARECLIPSE.FO TEMA Sólarmyrking HVAT ER EIN SÓLAR- MYRKING? Ein sólarmyrking kemur fyri, tá ið mánin ferðast millum sólina og jørðina, og blokerar fyri sólstrálunum. Ein fullkomin sólarmyrking hendir, tá ið mánin fullkomiliga blokerar sólina, og skapar ein skugga á jørðini Sambært føroyskari søgn, er ein fullkomin sólarmyrking ikki einans forkunnug og sjáldsom; hon er eisini friðarskapandi n m, fólk ornum u tá ið Visti tú? Isaac Newton hugdi at sólini í einum spegli og endaði við at gerast blindur í tríggjar dagar, umframt at síggja eftirsjónir í fl eiri mánaðir Visti tú? Full sólarmyrking sæst bara frá minni enn 1% av jørðini