Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mars 2015 sosialurin 27 20 Altjóða kvinnudagurin Altjóða kvinnudagurin verður aftur í ár hildin 8. mars. Í okkara parti av heiminum kann tað tykjast, sum tað ikki er nógv eftir at stríðast fyri. Men hyggja vit útum brimgarðarnar í Føroyum, síggja vit, at tað sanniliga er nakað at stríðast fyri, og at tað sanniliga er langt á mál. Er enn naka at berjast f Í 27 afrikanskum londum verða gentur framvegis umskornar. Útvortis kynslutirnir verða skornir burtur - ofta við einum vanligum barberblaði ella knívi og hvørki doyving ella reinføri. Aldurin á gentunum er ymiskur - alt frá nøkrum døgum og heilt upp til tannárini. Summastaðni verður eisini seymað fyri og bert eitt lítið op verður eftir, so tær sleppa av við landið. Nógvar gentur gerast álvarsliga sjúkar og doyggja av bruna og øðrum komplikatiónum í sambandi við umskeringina. Hóast flestu umskeringarnar henda í Afrika, er hetta eisini siður í Kurdistan, Miðeystri og Yemen - umframt hjá fólki aðrastaðni í heiminum við rótum í hesum londunum. Til dømis verður mett, at tað árliga eru nógvar gentur í Bretlandi, sum verða umskornar. Afrika: Umskering av gentum Miðafrikan Barnabrú Eydna Skaale Fleiri enn 60% av hjúnarbondunum í Miðafrikanska lýðveldinum eru tilkomnir ella eldri menn, sum giftast við gentum undir 18 ár. Í fleiri enn 20% av hjúnarbondunum eru barnabrúðrarnar yngri enn 15 ára gamlar, tá tær verða giftar gomlum monnum. Í 80% eru tær millum 15 og 17 ár. Genturnar eru ofta fátækar ella sosialt illa staddar, og foreldrini selja monnum tær fyri svingandi upphæddir. Onkrastaðni er talan um gamlan sið, onkrastaðni um religión, men genturnar sjálvar hava ongantíð nakað at siga í málinum. Í Niger, Chad, Bangladesh, Mali og Etiopia vísa kanningar, at 20% av Eitt foreldrapar drap í 2012 tannáringadóttrina, tí hon hugdi at einum dreingi. Pápin hevur greitt frá, at hann segði við hana, at hon ikki skuldi hyggja, men hon vendi sær allíkavæl við. Hann bankaði hana, og síðani kom mamman við sýruni. Tey undirdýktu hana í sýru, og gentan doyði. Mamman segði »Tað var hennara lagna at doyggja«. Sýruálop henda dagliga og hanga oftast saman við, at gentur ella kvinnur skulu hava vanært familjuna onkursvegna. Onkuntíð merkir tað tó ikki annað enn, at tær hyggjaeftir onkrum, sum familjan ikki brýggjar seg um. Frá 1999 til 2013 vóru yvir 3.500 sýruálop á kvinnur í Bangladesh. Kvinnur verða álopnar, og sýra verður kastað eftir teimum við tí eina endamáli at volda sera pínufullan og varandi skaða – ella at drepa. Kashmir, Pakistan: Sýruálop Bangladesh: Sýruálop