hósdagur 5. mars 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mars 2015
sosialurin 27
21
að
fyri?
Afganistan:
Ótti fyri útbúnum gentum
ska lýðveldið:
úðrar
Sum heild er tað stórur ótti fyri kvinnum, sum eru
útbúnar ella sum hava arbeiði og soleiðis kunnu forsyrgja
sær sjálvum. Tískil eru hesar kvinnur í stórum vanda í
fleiri londum, til dømis Afghanistan.
Talið av gentum og kvinnum, sum verða álopnar og
dripnar, bara tí tær ganga í skúla ella eru undir útbúgving,
økist dag fyri dag.
Kendasta dømi er Malala Yousafzai, sum varð álopin
av Taliban, tá hon var 15 ára gomul, men yvirlivdi. Orsøkin
var, at hon gekk í skúla!
Hennara boðskapur er í dag púra greiður - og er
samstundis sera sigandi fyri støðuna hjá gentum
og kvinnum í Afganistan:
»Eg havi rætt til eina útbúgving
Eg havi rætt til at spæla
Eg havi rætt til at syngja
Eg havi rætt til at tosa
Eg havi rætt til at fara á marknaðin
Eg havi rætt til at siga mína hugsan!
Egyptaland:
Hópálop og
-neyðtøkur
Seinastu tíðina er ein røð av
hópálopum á kvinnur fráboðað.
Einsamallar og verjuleysar kvinnur
verða álopnar av fleiri monnum
í senn. Tær verða hildnar, av
bukaðar og neyðtiknar - ofta við
deyðanum, sum fylgju.
Ein rørsla hevur tikið seg upp,
nevnd »Nirbhaya«, sum merkir
óttaleys, eftir at ein 23- ára gomul
kvinna var bukað til deyðis og
hópneyðtikin í einum bussi á veg
heim frá arbeiði í 2012.
Ein dokumentarur er gjørdur
um hendingina. Hann hevur
fingið heitið »India's daughter«
og varð frumsýndur í mars 2015.
Ein av fongslaðu monnunum
segði í dokumentarinum soleiðis
»Um hon ynskti at liva, burdi hon
ikki barst ímóti hópneyðtøkuni«.
Hópálop á kvinnur eru ein
áhaldandi og stórur trupulleiki í
India, og rørslan Nirbhaya hevur
prikað hol á ein veldigan búld av
tabu í samband við hesi mongu,
mongu álopini, sum nú spakuliga
daga undan kavi.
Evropa, Norður
amerika, Avstralia:
Harðskapur
23,2 prosent av kvinnunum hava uppliva harðskap av sínum sambúgva.
Tað er næstan fjórða hvør kvinna. Og tað talið sigur einans nakað um
tað, sum hendir innan fýra veggir.
Hóast harðskapur móti kvinnum
fer fram um allan heim, eru nógvar
kvinnur serliga meint raktar vegna
húðarlit, stættarstøðu, mentan,
kynsligan samleika ella sjúku.
Fátækradømi og avbyrging birta
uppundir harðskap móti kvinnum
og eru eisini úrslit av harðskapi.
Um allan heim eru fleiri fátækar
kvinnur enn menn, og teirra armóð
er væl størri. Og talið av fátækum
kvinnum er í vøkstri.
Analfabetisma og fátækradømi
avmarka møguleikarnar hjá
kvinnum at skipa seg og stríðast
fyri broytingum og egnum
rættindum, til dømis rættinum
at ráða fyri nøringini, rættinum
at fáa heilsuhjálp og rættinum at
ráða fyri sínum egna kroppi.
Evorparáðið hevur staðfest, at
harðskapur heima við hús er
høvuðsatvoldin til, at kvinnur
millum 16 og 44 ár doyggja ella
fáa varandi mein, og ráðið
vísir eisini á, at fleiri kvinnur
doyggja ella missa heilsuna av
harðskapi enn av krabbameini
ella ferðsluvanlukkum. (og hetta
eru bara skrásettu tølini - bara
toppurin av ísfjallinum)
Sitat úr »Um bara hann sló meg« eftir
Súsannu O. Skaale
Kvinnur verri fyri enn menn
India:
Hópálop og -neyðtøkur
øllum hjúnarbondum eru eldri menn,
sum giftast við barnabrúðrum.
Størsta deyðsorsøk fyri ungar
gentur í aldrinum 15-19 ár er í fleiri
menningarlondum barnsburður.
Her síggjast barnabrúðrar í Yemen