hósdagur 5. mars 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
22
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Fyrst vóru vit vitni
til, at sjálvt fíggjar
málaráðið bjóðaði
eitt starv til sølu á
keypsportalinum.
Treytirnar fyri at
kunna »ogna« sær starvi, var lut
víst fakligir førleikar og lutvíst
hvussu bíligur viðkomandi var í løn.
Førleikarnir, ið viðkomandi starvs
fólk skuldi hava, vóru júst førleikar
innanfyri KT.
Stutt eftir frættist, at peninga
stovnarnir hava avgjørt at teirra
netbanki skal brúka ein part av
Nemid skipanini. Nú skulu vit øll
hava eitt login frá Nemid fyri at
koma inn í okkara netbanka. Tað
kann ljóða skilagott, men haldi ikki at
royndirnar, ið vit hava havt, higartil,
við at peningastovnarnir fluttu øll
síni peningaviðurskifti av landinum,
ger at vit skulu leypa á leistum. Vit
hava fingið eina skipan, ið als ikki
er betur, enn tann ið vit høvdu og
sum hevur kostað bankunum, og
harvið viðskiftafólkum bankans,
milliónaupphæddir. Støðan hjá
Elektron er viknað munandi og talið
av ársverkum er minka við meir enn
einum triðingi.
Vit fáa at vita at hesaferð snýr
tað seg um trygdina í netbankanum,
hon er ikki nóg góð og tí hava teir
valt at brúka login partin av nemid.
Samstundis hoyra vit føroysk KT
fólk siga, í miðlunum, at skipanin hjá
Elektron »Mín lykil« er ein líka so góð
og trygg skipan sum nemid.
Haldi bara tað er sera harmiligt,
at bankarnir tykjast at loypa uppum,
har garðurin er lægstur, aftur hesa
ferð. Gamaní eru teir ikki álagdir at
vísa samfelagssinni og hugsa um
føroysk arbeiðspláss, aðrastaðni er
tað alsamt meira vanligt at virkir og
stovnar, leggja stóran dent á, at tey
vísa samfelagssinni og brúka hetta
sum eina positiva reklamu fyri teirra
virksemi.
Sum nú er, verður onki gjørt
frá almennari síðu, fyri at stimbra
okkara egnu KT vinnu, hóast vit
gera stórar íløgur í at útbúgva okkara
fólk, enntá við so góðum úrslitið, at
tey eru nógv eftirspurd langt uttan
fyri landoddarnar. Tað er hugaligt
at okkara útbúnu fólk eru nógv
eftirspurd uttanfyri landoddarnar,
tað hevði tó verið munandi hugaligari
um vit sjálvi eftirspurdu teimum at
gera ein mun í okkara egna samfelag.
Útsøla
av KT
fólki
KJAK
Politisku avgerðirnar vanta
um eina fiskivinnunýskipan
Eivin H. Jacobsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Tað hevur verið ar
beitt alt samgongu
skeiðið við einari
fiskivinnunýskip
an og kjakið tykist
verða
óendaligt.
Spurningurin er bara um nakað
nýtt kemur fram. Tað eru gjørdar
óteljandi fakligar frágreiðingar,
skrivaðar greinar, hildnir almennir
kjakfundir o.a., so fakliga og politiska
grundarlagið fyri at koma víðari við
einari veruligari nýskipan av fiski
vinnuni, er til staðar.
Higartil eru kortini ongar
politiskar avgerðir tiknar um nakað
sum helst, soleiðis at arbeiðast kann
víðari við hesari vinnu-politisku
verkætlan, um at nýskipa fiski
vinnuna.
Tað eru nógv atlit at taka um eina
nýggja fiskivinnuskipan: veiðiloyvi,
gildistíðir, uppboðssøla, heildar
kvotur, eginkvotur, fiskidagaskipan
kontra kvotuskipan, útlendskur
ognarskapur og kapitalur í før
oyskum fiskiførum, øll veiða um
føroyskan kaikant, fyri at nevna
nøkur úr rúgvuni.
Seinastu dagarnar hava áhuga
verdar áskoðanir verið uppi og vent
um virði, sum kundu verið tikin til
lands. Virking av rávøru sum høvd
og innvølur, sum verða blakað fyri
borð fyri hundratals milliónir, og
sum kundu skapa arbeiðspláss til
nógv fólk og skapa eitt íkast til før
oyska búskapin – treytað av, at løn
semið kann fáast í virksemið uppá
sikt.
At framtíðin fer at krevja av
okkum, at øll rávøra verður tik
in til lands, skal eingin ivast í.
Spurningurin um tann etiska partin,
hvar ein knøpp milliard av heimsins
íbúgvum ikki vita um matur og
drekka verður á borðinum í morgin
og har fleiri túsund tons av rávøru
fara út gjøgnum lensiportrini á
fiskiførunum, kann okkara partur
av heiminum ikki liva við.
Vit hoyra, at Norðurlandaráðið
raðfestir fiskivinnu og umhvørvi
frammalaga nú Danmark hevur for
manskapin. At stuðla gransking í bio-
økonomi, er nakað okkara samfelag
uppá sikt kann skora kassan uppá.
At lóggeva fyri uppboðsølu
á landi er eisini viðkomandi at
viðgera. Tað, sum hendir í dag, er
tað, sum varð spátt fyri nøkrum
árum síðan. Skip og virki komu at
verða atknýtt saman aftur (vertikal
integratión), og við hesari skipan
sleppa marknaðarkreftirnar ikki at
virka, men verða settar út av spæl.
Øll fáa ikki møguleikan at bjóða
uppá rávøruna (fólksins ogn) og tí
er trupult at meta um prísurin er
tann, sum marknaðurin hevði vilja
givið fyri rávøruna.
Alt hetta eru áhugaverdir tankar
um eina fiskivinnunýskipan, men
fyrsta forteytin fyri hesum er, at vit
hava høvd, innvøl og aðra rávøru at
selja og keypa á einari uppboðssølu.
Okkara fiskastovnar undir
Føroyum, serliga toskur og hýsa,
eru søguliga sera illa fyri, og hava
verið tað í longri tíð. Nú er ikki
bara tørvur á umsitingarætlanum,
men endurreisingarætlanum (ein
kreppustøða).
Havstovan hevur gjørt eina
nærri lýsing av fiskasløgunum,
toski, hýsu, upsa og longu. Støðan
hjá toski hýsu eru sera vánalig, men
er hetta ikki nakað nýtt. Seinastu
árini hava ávaringar verið um, at
hesi fiskasløg eru í undantakstøðu,
og at tað ikki er ráðiligt at hava ein
so lítlan gýtingarstovn.
Hóast veiðutrýstið er minkað
nakað, er lítið sannlíkt, at gýtingar
stovnarnar fara at hækka uppá
eitt hóskandi støði næstu árini.
Høvuðsorsøkin er, at tilgongdin
hevur svikið í fleiri ár, tó at hon er
nakað betri í 2014.
Hvør er so orsøkin? Skulu vit í
framtíðini hava eina fiskidagaskipan
fyri heimaflotan, sum vit hava havt
í skjótt 20 ár, har stovnarnir bara
hava verið niðurgangandi, ella skulu
vit fara aftur til kvotur, sum vit ikki
fingu roynt til fulnar, tí politiska
skipanin hoknaði undir trýstinum
frá vinnuni. Tað er alt, sum bendir
á, at fiskidagaskipanin als ikki er
sjálvregulerandi og elvir til ovfisking.
Tað eru sera fá lond í heiminum, sum
brúka fiskidagaskipanina.
Tað eru fleiri og fleiri, ið seta
spurnartekin við okkara fiski
dagaskipan. Ein, sum hevur sett
spurnartekin við hesa skipan, er
fyrrverandi stjórin á Havstovuni,
Hjalti í Jákupsstovu. Hann vísir á,
at hvørki tann politiski ella tann
vinnuligi parturin hava sæð annað
enn tað stuttskygda gevinstin, við
tí úrsliti, at veiðutrýstið hvørt ár er
vaksið og fiskastovnarnir er vorðnir
minni fyri hvørt ár.
Fyrrverandi stjórin mælir bein
leiðis til at fara aftur til kvotur,
har ein óheftur stovnur - leysur av
vinnupolitiskum áhugamálum -
við ráðum frá ICES, Havstovuni og
øðrum, ásetur kvotur.
Hetta eru áhugaverd sjónar
mið. Vit kundu byrja við upsafiski
skapinum og einari umsitingar
ætlan, har vit løgdu um til kvotur
og gjørdu okkara egnu royndir og
tilagingar, og síðan komi til eina
niðurstøðu um, nær toskur og hýsa
eisini skuldu verið partur av einari
kvotaskipan. Hetta hevði eisini havt
við sær, at íløgur vórðu gjørdar í
nýggj vinnutól í heimaflotanum.
Jú fyrr, okkara fiskastovnar
koma fyri seg aftur, og tað verður
bara gjørt um lurtað verður meira
eftir lívfrøðiligum tilmælum, jú
meira, verður av rávørum, sum kann
fara yvir eina uppboðssølu.
Tað, sum bíðað verður eftir,
eru politiskar avgerðir og breiðar
semjur – og ikki fleiri fakligar frá
greiðingar og greiningar. Vinnan
hevur ein tørv á og eitt krav uppá
at vita, innan hvørjar karmar henda
skal planleggja rakstur og íløgur
komandi árini.
Kristianna Winther Poulsen
8. mars er í hondum,
og fíggjarmálaráð
harrin heldur dagin
við at bjóða okk
um bíligt luktilsi.
Sostatt hevði hann
fyri stuttum eina góða orsøk til at
strika avgjøld á handilsvørum fyri
at fáa fólk at keypa meira. Og valið
fall á at strika avgjaldið á luktilsi,
kosmetikk og sápu, sum skal gerast
bíligari, so at fólk keypa hesar vørur
í føroyskum handlum, og ikki tá tey
ferðast í útlondum.
So nú kunnu kvinnur í Føroyum
hóast alt gleðast um, at vit fáa betri
umstøður til at vera vakurt smurdar
og anga væl.
Stakar mammur í
fátækraváða
Síðani apríl 2013 hevur politiska
skipanin havt eina greiða og
vælg jørda
heildarætlan
um
fólkavøkstur og fráflyting, har 37
ítøkilig átøk eru lýst, sum kunnu
setast í verk fyri at venda samfelags
gongdini, so at fleiri fólk, serliga
kvinnur, velja Føroyar til. Eitt av
átøkunum, átak 14, ger vart við, at
serliga stakir uppihaldarar ofta hava
torført við at fóta sær í føroyska
samfelagnum, tí at livikostnaðurin
er so høgur. Í átakinum verð
ur av hesi orsøk mælt til
serligan arbeiðsfrádrátt
fyri stakar uppihaldarar.
Alt ov nógar søgur
eru um, at stakar mammur
við smærri børnum
stinga í sekkin
og flyta til Dan
markar, tí at her
á landi er eing
in møguleiki hjá
teimum at breyð
føða sær og sín
um. Og heldur
enn at høsnast
við bíligari luktilsi,
átti fíggjarmála
ráðharrin at víst
seg sum ein mann
við visjónum og
tikið verulig stig til at lætta um
sperda gerandisdagin hjá mammum
og børnum í fátækraváða.
Avgjøld við skili
Fíggjarmálaráðharrin hevur áður
púrasta noktað at seta í verk
differentierað MVG
fyri at fáa bíligari
matvørur. Ein slík
lógarbroyting, har
prísurin á breyði, við
skera, mjólk og grøn
meti kundi lækk
að við upp til
25 prosentum,
hevði eisini
rokkið hagar,
ið tørvurin er
størstur – til
teirra,
sum
hvønn einasta
dag stríðast
við at fáa end
arnar til at
røkka saman.
Eg
veit
væl, at ein slík
skipan hevði kostað, men við einum
vilja til at gera mun fyri øll og ikki
bara fyri tey fáu og vælbjargaðu,
kann hon setast í verk við at frítaka
nakrar gerandisvørur í senn fyri
MVG, meðan fígging verður funnin
í stóra kassanum. Tí nógvir løkir gera
stórar áir.
Javnstøðuavbjóðingin
Hjá nógvum kvinnum er neyvan
hugsingur um at velja, um tær
skulu keypa luktilsi í útlandinum
ella í Føroyum. Millum annað tí at
munurin á inntøkum hjá kvinnum
og monnum er stórur, og eingi tekin
eru í sól og mánað um, at hesin
munurin minkar.
Vónandi síggja vit skjótt ein
veruligan vilja frá landsins ráð
andi til at taka samansettu
javnstøðuavbjóðingina í størri
álvara.
Góðan 8. mars øll somul.
8. mars – nú við bíligari luktilsi