hósdagur 5. mars 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
28
Óli Jacobsen
NÓG MIKIÐ AT GERA
HJÁ BØRNUM Í HAVN
Børnini í Havn keddu seg ikki fyri 80 árum síðani. Øssur heldur fram við síni
frásøgn um sín barndóm, har tað altíð var nóg mikið at takast við
Øssur Debes 2. partur
T
raðirnar vóru spælipláss hjá okkum.
Tá kavi var, skreiddu vit á sletu og
bygdu kavahús. Á vegnum skreiddu
vit á sparkara. Tá líkindi vóru, var
skreitt bæði á sletu og sparkara oman eftir
Hoy víks vegnum, Krókabrekku, Erling Jarls
gøtu, oman á Kongabrúnna, á Tinghúsbrekkuni
oman á Vaglið og í Bankabrekkuni oman í
Vágs botn.
Vit vóru fleiri dreingir á Abbatrøð, ið høv du
kaninir. Eg hevði bæði svart-hvítar, hvít ar og
angorakaninir. Eg gjørdi mær búr í kjallara-
num og úti í garðinum. Vit tóku tær við yvir á
Frúu trøð, har ein stórur steinur stend ur eyst-
an fyri Frúutoppin, ið vit kallaðu Reyði kross-
ur. Hesin steinur stendur enn. Har sleptu vit
teimum leysar, meðan vit spældu. Tá ið vit fóru
heim, bóru vit tær heim við okkum.
Petur í Króki, ið búði við Smæruvegin, nú
M.A.Winthersgøta, hevði ein kaningarð, kall-
aðu r Fonnin, har hann seldi kaninir. Í garði-
num hjá honum stóð eitt stórt búr umleið 2
metrar høgt og breitt, deilt upp í smá rúm,
fram man fyri var net. Tá ið vit hugdu inn í
garð in, sóu vit allar kaninurnar, ymiskar á liti.
Nógv spæl
Á Smæruvegnum var fast spælipláss. Har
spæl du vit krógva og blunda, gamlamann,
trolara og falk, lakka paradís og bolt í holu, líka
til for eldr ini um kvøldarnar róptu okkum inn.
Ofta, tá ið vit spældu, kom róp í “nú fara vit
at svimja”, so bleiv runnið yvir í Grønadamm.
Tað ráddi um at verða fyrstur útí, so mann
byrjaði at lata seg úr á veg yvir. Vit lótu okk-
um úr á helluni. Sum oftast høvdu vit eingi
svimji klæð ir ella handklæði við, vit runnu okk-
um turrar. Ofta, tá ið nógvur taravøkstur var í
Grøna dammi, vóru vit grønir av tara. Tá plagdi
eg at loypa á sjógv ímillum land og “Mannin”,
tað langa skerið útfyri Grønadamm, at skola
tar an av. Eina tunnu, ið var rikin inn í fjøruna,
tóku vit, skóru hol á síðuna, so mikið stórt, at
vit kundu sita niðri í henni. Henni sótu vit so í
og róðu í Grønadammi, til pápi kom og beindi
fyri henni. Koppaði tunnan, hevði verið ringt
at komið úr henni.
Á Boðanesi vóru vit eisini. Í fjøruni niðan
fyri Boðanessand var ein hylur vit kallaðu
Boða nes hyl urin. Eisini plagdu vit at fara út
í Sandá at svim ja. Har var ein hylur nakað
omanfyri spinnarí ið, vit kallaðu hann
Sandagerðshyl. Har var gott at svimja, men
langt var at ganga. Eisi ni vóru vit ofta yviri
á Penaplássi, har vit spæl du og fangaðu
kombikk. Á Kongabrúnni vóru vit og fiskaðu
murtar.
Horvna fiskaarbeiðið
Niðri við Sersjantavíkina stóðu eini fiskahús
í tveimum hæddum úr betong hjá Karl á Lag,
har klippfiskur var virkaður. Í neðra varð fisk-
ur in vaskaður, í erva var goymsla. Úteftir har
hús ini hjá Eik Banka eru í dag, var steinsett
fiska pláss frá vegnum og oman ímóti fjørðuni.
Tá ið fisk urin var vaskaður, varð hann
breiddur út á fiska plássið, so fjørðan var øll
avtikin við fiski.
Tá ið fiskurin var turrur, var hann saltaður
og lagaður upp í rundar stakkar. Breitt var yvir
við segldúki. Har niðri var eg oftani og hugdi
meðan arbeitt var. Flest arbeiðsfólk var konu-
fólk, kallaðar fiskagentur, tær vóru allar ílatnar
síð ar svintur.
Niðri í Sersjansarvíkini stóð eg ofta á seiða-
bergi, har vóru tvey góð pláss. Uttast á víkini
und ir Skansanum var Skarvhella, á hinari síðu-
ni Guttaberg. Eisini yviri á Bukkvald var ofta
Siðsøga
Ó
Ø
øg
Øssur í tunnuni í Grønadammi
Fiskaarbeiði hjá Karl á Lag