Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 29 Komandi partur Í komandi parti greiðir Øssur millum annað frá gásahaldi. Eisini er frásøgn frá mammu hansara um gomlu Havnina nógv at fáa. Við hvørt, tá ið vit vóru á Konga- brúnni, loystu vit onkran róðrarbát, sum lá fyri teym, og róðu á Eystaruvág. Skoytaðu á Hoyvíkstjørn Um vetrarnar, tá ið ísur legðist á Hoyvíkstjørn, skoytaðu vit á ísinum. Ofta var nógv fólk og skoytaðu, bæði børn og vaksin. Eisini skoytaðu vit á vegnum, tá høvdu vit træskoytir. Annars var bara spælt á Abbatrøð. Tað var frá niðara enda av húsinum hjá okkum niðan til Hoy víks vegin, oman á Glasheygg, oman Króka brekkuna, J. H. Schrøtersgøta oman ímóti Skansabrekkuni og trappurnar oman til Kilarkanalina. Frá húsinum hjá okkum og oman til kei ina vóru Skansadreingir, niðan eftir Tinghúsvegnum vóru Tinghúsdreingir, úti á Rey ni Reynadreingir, úti í Bø Bøfrensar, uppi á Heygs breyt, kallað Rabarbukvarterið, vóru Ra bar bur nar og úti í Horni Hornadreingir. Tað var ikki farið um mark inn á onnur øki at spæla. Tað kom fyri, at illstøða kom ímillum øk ini, tá varð “kríggj”. Dreingirnir bardust við tráð um, bøkkum og tílíkum. Rullaði páskaregg Á páskum rullaðu vit páskaregg. Vit heintaðu steina mosa at koyra í grýtuna, tá í eggini blivu kók að. Tá fingu tey so vakran brúnan lit. Rullað var í brekkuni á trøðni heimanfyri, har barna- garðurin Lítlaskóg er í dag. Har var eitt øki, har stór trøð vuksu. Vit dreingir plagdu at klatra í teimum. Lagaður grótgarður var runda num. Vit kallaðu tað Lítlaskóg, harav navnið á barna- garðinum. Kúgvin og til tarvs Kúgvin stóð á bási í kjallaranum. Fyrst eg minn- ist var ein kúgv, seinri vóru tvær. Pápi keyp ti eina kúgv frá Mourits Mohr, bónda í Hoy vík. Eg fór til gongu eftir henni. Eg var inni hjá bóndanum og gav honum tær 800 krón ur- nar, kúgvin kostaði, so til gongu til Havnar við kúnni. Hendan kúgvin var kollut, grá á liti. Eisini hevði pápi nøkur ár kúgv saman við Hans Jacob í Smæruni. Tað var nokk so, at Hans Jacob hevði goldið kúnna, og pápi passaði og fóðraði hana. Mjólkina býttu teir ímillum sín. Eg var við pápa, tá í hann fór til tarvs við kún ni. Farið var út til Hornabóndan. Kúgvin var bundin til húsið, so var tarvurin leiddur út. Tá hann hevði gjørt sítt, fóru vit til gongu heim aftur við kúnni. William Heinesen hevði annars eina sera skemti liga søgu í bókini Fortællinger fra Thors- havn, um tá ið hann var til tarvs við síni kúgv. Veðragjólingur stóð á bási við síðuna av kún- ni, ofta vóru tveir. Hans Jacob í Smæruni bryggjaði Uppi á Konmansmýru hevði Hans Jakku eitt langt høsnarhús í einari hædd, har hann hevði verp ing ar hønur, eggini seldi hann í Smæruni. Vagl og reiður vóru á vegginum til hønurnar at verpa í. Undir trappuni til úthurðina vóru dunn ur nar, lúka var á hurðini undir úttrappuni og inn í fjósið, so hønurnar kundu ganga út og inn. Hans Jacob “Brygger”, soleiðis kallaðu vit hann, bryggjaði øl og sodavatn í “`Ydun” úti á Reyni. Er faðirættin hjá Øssur áhugaverd, so er móðurættin tað ikki minni. Mamman Ragnhild (1904-1996) er dóttir Jacobinu Sofíu Magnussen, sum ógift fekk Ragnhild saman við Mads Andreas Hentze, sum m.a. var fyrsti bý ráðs for mað ur í Havn. Hetta er vissuliga ein søgulig ætt. Ein í ætt ini var Niels Winther, sum gjørdi bart í poli tikki mitt í 19. øld. Petur Alberg, sum gjørdi lagið til okkara tjóð sang, og Mads Winther vóru serliga góðir vin menn. Hetta sæst serliga væl í bókini um Pet ur Alberg, sum kom út í 2010. Ein frásøgn er, tá ið Petur í 1907 gjørdi løg: Í løgtingstíðindi 1907 gingu javnan ymsir sjálv stýris løgtingsmenn, Símun av Skarði, Rasmus Rasmussen, Símun P. úr Kon oy og M. A. Winther inn í Geil um kvøldarnar mest at vitja Kristin bróður og práta um „politiskar og socialistiskar materi ur“, sum Gudbrandur sigur í „Hjá dala bónd um“. Í teimum síðstu árunum frammanundan vóru nógvir vakrir føroyskir sangir yrktir við ong um lagi. Eg minnist, at eg, ein dagin eg fylgdist við Mads Winther og Hans Andria- si, bar uppá mál, at eg fór at royna at smíða løg til yrkingarnar úr „Ást“. Hans Andrias var „fýr og flammu“, men Mads smíltist meira mistrúgvin. Eg hevði tá kamarið „á ovastalofti“ í Geil. Har byrjaði eg so í august 1907 um kvøldarnar at smíða løg. Um kvøldið 15. august 1907 gjørdi eg „Eg elski tíni eygu“, „Fyri tín fót eg leggi alt“, og „Bíða mær í nátt“. Kvøldið eftir, tá løgtingsmenninir vóru í stovuni niðri undir, fór eg niður til teirra við fiólini í hond, og so sang eg míni nýggju løg fyri teimum. Teimum dámdi tey ógvuliga væl, serliga Símuni í Konoy og M. A. Winther, og tað hendi viðhvørt, at teir róptu meg upp aftur úr seingini at syngja fyri sær. Minningarorðini hjá Petur Alberg Tá ið Mads A. Winther doyði skrivaði Petur Alberg m.a.: Nú er Mads Winther deyður. Leingi hevur hann verið sjúkur. Hann var í løgtinginum í summar, men hann var so ússaligur. Undir tingsetuni legðist hann og var burtur frá tinginum eina tíð. Men so kom hann norður aftur og arbeiddi, hann kundi ikki lata vera – skrivaði betonkningar í hópatali. Tað var tó sjónligt fyri okkum, at tað var av yvirhuga. Hóskvøldið 8. februar 1923 sløknaði hann. Mads og Ungmannafelagið Havnar Ungmannafelag varð íbirt 6. november 1906. Mads Winther, Nyholm Debes og eg sendu lista runt í Havn og bjóðaðu ungfólki saman til fund í gamla Sloans Sali og felagið varð stovnað. Hvørt mikukvøld skuldi møti haldast frá 9-11. Nyholm Debes kom við uppskoti um, at vit skuldu hava eitt skrivað felagsblað. Hetta uppskotið var væl undirtikið, og blaðið bleiv skýrt Baldursbrá. Hvørja viku skuldi veljast nýggjur blaðstýrari, sum so skuldi hava blaðið liðugt skrivað til næsta fundarkvøld, og sum sjálvur skuldi lesa tað upp. Teir felagslimir, sum á nakran hátt vóru førir til tess, skuldu senda greinir og yrkingar til blaðstýraran. Greinirnar kundu vera antin stuttligar ella álvarsamar. So skuldi eisini hvørt kvøld veljast ein orðstýrari, sum til næsta kvøld skuldi finna eitt evni til limirnar at kjakast um. Tá limirnir vóru møttir, klokkan var sum oftast kvart til ella hálvgum tíggju, bleiv møtið byrjað við einum føroyskum álvarsamum sangi. Sum oftast skipaði eg, tí Mads, ið var formaður, dámdi so væl mítt syngingarlag, og hann bað altíð meg skipa. Hann sjálvur dugdi væl at kvøða í dansi, men ikki so væl at syngja ein sang. Sum hann var interesseraður í teimum Baldurbrá’um, sum eg var blaðstýrari av! Eg royndi altíð at tekna so vøkur “høvd”, og hetta dámdi honum so væl. Hann legði eisini altíð doyðin á at skriva so vakrar søgur til míni bløð, tí hann helt meg lesa so væl upp. Og sum honum dámdi væl míni løg og mín sang. Hann rósti mær ov nógv fyri sangin, men hann gjørdi meg glaðan (ikki innbilskan), og eg sang av hjartans lysti fyri honum og hinum og gjørdi kanska hann glaðari viðhvørt. Tí óivað var tað mangt sum nívdi hann. Vit eru nógv her í Havn, sum eru sár um hjartað, tí vit vóru so góð við M.W. Vit goyma so mong mong ljós, vøkur minni frá ungmannafelagstíðini, og tað hava vit mest honum fyri at takka. Sum tað lá raðið fyri honum at seta saman í høvdinum. Sum vit kundu flenna, tá vit funnu okkurt stuttligt, tað er, sum eg hoyri og síggi hann enn. “Byrjandi vár”, eitt lítið deiligt petti, hevði hann skrivað á kontórinum ella heima á vertshúsinum. Hann bar mær arkið, so eg kundi skriva tað inn í Baldursbrá. Øll eintøkini av Baldursbrá eru til skjals á Landsbókasavninum. Eg minnist, at tað var ein deiligan stillan várdag í mars 1908. MW hevði verið úti í haganum og gingið aftaná kontórtíð. Hann var eitt fríluftsmenniskja. Tá kontórið var stongt, so út at ganga, lurta eftir fuglaljóði, ánni sum tutlaði, alduskvatlið – alt ávirkaði hansara bleyta lyndi. Hevði hann ikki gingið so nógv úti í tí fríu natúr, so kundi hann heldur ikki hildið út at arbeitt, sum hann gjørdi. Fyrst var tað kontórið, har arbeiddi hann sum ein hestur í tí myrka holinum, har aldri ein sólstrála kom inn. So var tað býráðið, har arbeiddi hann ikki minst, løgtingið og so mangt annað offentligt. Og so Ungmannafelagið. Hann var sálin har. Hann helt øllum uppi við sínum ungdommiliga sinni og sínum sjáldsomu gávum. Hann var jú væl eldri enn teir flestu av okkum, men minst líka ungur í sinninum. Og nú er hann deyður, okkara kæri Mads Winther. Ov ungur! Bert gott og væl 50 ár. Hann virkar ikki meira millum okkum, men alt tað hann sáddi í Ungmannafelagnum av føðilandsalski og øðrum góðum kenslum, tað gróði í okkum, og vil blíva við at bera frukt í nógv ættarlið. Mads A. Winther var abbi Øssur Hans, pápi Øssur, hevur verið til tarvs við kúnni. Ein óhugsandi sjón í Havn í dag Jacobina Sofíu Magnussen, omma Øssur Foreldrini hjá Øssur, Ragnhild og Hans Debes