hósdagur 5. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
30
SEV skal ikki fíggja landskassan
Heðin Mortensen
Formaður
Kommunufelagið
SEV er samhaldsfast,
grønt og trygt
Allar kommunur
og harvið allir føroy
ingar eiga SEV. SEV
er grundað á eina
s a m h a l d s f a s t a ,
fólkaræðisliga skipan, har allur
tann vinningur, sum fæst burtur úr
elsøluni, verður nýttur til framtíðar
útbyggingar av elkervinum, bæði til
tess at dagføra og framtíðartryggja
elveitingarkervið í mun til alsamt
vaksandi orkutørvin. Á tann hátt
kemur vinningurin øllum Føroya
fólki at gagni.
SEV hevur harumframt megnað
at gjørt framleiðsluna so grøna, at
t.d. í oktober 2014 var 75 % av orkuni
hjá SEV framleidd úr vatni og vindi,
og komandi árini er ætlanin, at 60
% av samlaðu ársframleiðsluni skal
verða grøn. Í 2030 er ætlanin hjá
SEV, at framleiðslan skal verða 100
% grøn. Longu nú kemur meir enn
helvtin av framleiðsluni frá varandi
orkukeldum. Í 2014 kom 51 % av saml
aðu framleiðsluni frá vatni og vindi.
Elveitingarlógin, sum kom í 2007,
staðfestir greitt leiklutin hjá SEV
sum elveitari, og hjá landinum sum
evsti myndugleiki á økinum. SEV er
regulerað av landinum í allar mátar.
Viðtøkurnar skulu góðkennast av
landinum, landið gevur netloyvi og
framleiðsluloyvi, landið góðkennir
elprísin, landið góðkennir lántøkur,
og útbyggingar fara fram eftir samráð
við landsmyndugleikan.
Um landið heldur seg skula stýra
útbyggingini á elorkuøkinum við
at eiga SEV, so er hetta ikki neyð
ugt, tí elveitingarlógin gevur longu
landsstýrimanninum neyðug am
boð. Harumframt hevur SEV sjálvt
lagt eina ambitiøsa grøna kós
– innovatión, útbygging við var
andi orkukeldum, framkomnar
stýriskipanir, fjaravlestur og skjóta
elektrifisering av føroyska sam
felagnum.
Vit hava hoyrt, at yvirtøkan hjá
landsstýrinum skal fremjast fyri at
forða fyri politiskari uppíblanding.
Men vit halda, at tað er nógv lætt
ari hjá einum tilvildarligum lands
stýrismanni at blanda seg uppí, enn
at 30 borgarstjórarar samlað blanda
seg uppí.
Ognarskapur
Landsstýrismaður í Vinnumálum
tosar í tíð og ótíð um at landið skal
yvirtaka SEV. Ein møgulig søla av SEV
hevur als ikki verið umrødd. Tískil
bendir nógv á, at veruliga ætlanin
hjá landsstýrismanninum er at
ognartaka SEV frá kommununum.
Í statsrættinum er tað óumstrítt,
at ikki einans tann einstaki, men
eisini almennir myndugleikar,
íroknað kommunur, eru vardir
móti ognartøku. Ognartekur landið
kommunala ogn, so skal inntrivið
metast á sama hátt, sum um tikið
varð frá privatum.
Í donsku grundlógini stendur
um ognarrættin í § 73, stk. 1: „Ejen
domsretten er ukrænkelig. Ingen
kan tilpligtes at afstå sin ejendom,
uden hvor almenvellet kræver det.
Det kan kun ske ifølge lov og mod
fuldstændig erstatning.“
Eitt tað mest grundleggjandi
kravið til ognartøku er sostatt kravið
um lógarheimild. Tað hevur við sær,
at landsstýrismaðurin ikki einsa
mallur kann yvirtaka SEV, men
má hava Løgtingsins undirtøku í
lóg. Slíka lógarheimild hevur lands
stýrismaðurin ikki í løtuni.
Tað framgongur eisini av nevndu
grein í grundlógini, at fult endurgjald
skal latast í sambandi við ognartøku.
Í praksis verður hetta ofta fatað sum
marknaðarvirðið á ognini. Kortini
er semja í rættarprakis um, at hóast
handilsvirðið er útgangsstøðið, so eru
serstakar støður har brúksvirðið ella
kostnaðurin av at fáa sær somu ogn
aftur („genanskaffelsesværdien“) eru
meira avgerandi enn handilsvirðið.
Eisini er tað eitt grundleggjandi
prinsipp í ognartøkurætti, at har
møguleiki er at gera virðið á ogn
ini upp út frá ymiskum meginregl
um, hevur eigarin krav uppá, at
endurgjaldið verður roknað eftir
tí meginreglu, sum er mest fyri
munarlig fyri eigaran; t.v.s. tann
hátturin at uppgera virðið, sum gevur
hægstu upphæddina fyri eigaran.
Útgangsstøðið hjá kommunum er,
at landið skal gjalda fullan prís fyri at
keypa SEV. Eginognin hjá SEV liggur
um 1 mia. kr. Okkara sjónarmið er, at
grundlógin tryggjar okkum, soleiðis,
at eitt keyp bert kann gerast ímóti
fullum endurgjaldi. Slíkir handlar eru
royndir aðrastaðni, t.d. í Danmark.
Har endaði málið við, at staturin og
kommunurnar samdust um eina
loysn, tann sokallaða ELFOR avtalan.
Tað er ikki røtt umsiting av
borgarans ognum, um kommunurnar
geva tær burtur fyri onki. Sambært
frágreiðing, sum júst er løgd á
heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum,
sigur serfrøðin í Føroyum eisini, at ein
samráðingartilgongd er helst einasta
loysn á hesum málinum. Hetta
verður eisini undirbygt av donskum
serfrøðingum. At brúkarin skal gjalda
tvær ferðir, er ein spurningur um,
hvussu mann fíggjar sítt keyp. Tað er
eftir okkara tykki Johan Dahl, sum
má forklára, hví tað er so umráðandi
at landið yvirtekur SEV. Og so má
hann eisini greiða frá, hvussu hann
vil fíggja hetta keyp.
Sjálvsagt skulu kommunurnar
hava endurgjald, um landið hevur
ætlanir at keypa ella ognartaka SEV.
At tosa um at brúkarin kemur at
gjalda fyri útbyggingar tvær ferðir
er reint tvætl. Fáa kommunurnar
pening fyri SEV, so fáa borgarar í
kommununum ágóðan av hesum
annaðhvørt sum tænastur ella sum
skattalættar.
Land og kommunur kunna
ikki ganga runt og taka ognir frá
hvørjum øðrum við teirri grund
geving, at allar ognir hjá landi og
kommununum eru fíggjaðar við
skatti ella brúkaragjøldum, og tí
skal ikki gjaldast fyri hetta. Ætlar
landsstýrismaðurin at gera seg inn á
grundlógina?
Sundurbýting
Tað verður eisini tosað um at skilja
sundur elframleiðsluna og elnetið. Slík
sundurskiljing er hend í útlandinum.
Í ES fór hetta fram eftir einum
ES-direktivi frá 2003 og í tí verður
givið undantak fyri sundurskiljing,
tá ið talan er um smáar skipanir,
markið var 500 Gigawatttímar
(ársframleiðsla), í Føroyum er hon í
løtuni 300. Elveitingarlógin krevur
roknskaparliga sundurskiljing av
net- og framleiðsluvirkseminum hjá
SEV, og hendan er gjørt.
Kommunurnar halda, at ein
fullkomin sundurskiljing av fram
leiðslu og neti er ikki skilagóð. Hetta
kann bert viðføra størri kostnað
til umsiting av elskipanini. Tann
kostnaðurin kann einans fáast
innaftur við einum hægri elprísi. Men
júst hetta er ímóti aðalendamálinum
við elveitingarlógini, sum sigur, at
elprísurin ikki skal vera hægri enn
neyðugt. Tað hevur verið nevnt, at
sundurskiljing er ein fortreyt fyri
kapping, og at vit harvið fáa fleiri
elframleiðaðarar. Hetta er ikki so.
Við núverandi elveitingarlóg hevur
borið til at bjóða vindorkuframleiðslu
út, higartil er hetta gjørt tvær ferðir.
Hvat innovatión viðvíkur, so
er SEV í fremstu røð á fleiri økj
um. Tað, at vit hava so stóra vind
orkuframleiðslu á netinum, vekir
almiklan ans uttanlands.
Vit hava higartil fingið sera góðar
sømdir frá veitarum, sum í nøkrum
førum hava latið granskingarfólk
síni arbeiða ókeypis við loysnum til
SEV. Tað er eisini ein fyrimunur at
hava ein sterkan spælara á vøllinum,
heldur enn at spjaða rakstrartunga
virksemið sundur millum fleiri smá
ar.
Sjálvandi skal SEV fylgja við
tíðini. SEV broytti viðtøkurnar í
2009 fyri at virka meira sum ein
partafelagslíknandi fyritøka. Eisini
hevur SEV umrødd eina skipan,
har størri serfrøði verður knýtt at
nevndini. SEV er samanumtikið
ein sterk og livandi fyritøka, sum
allatíðina brynjar seg til framtíðar
avbjóðingar.
Skil á egið málsøkið fyrst
Míni ráð til Johan Dahl er at lata
kommunurnar og SEV fáa frið til at
gera sítt arbeiði, tí tað duga komm
unurnar. So kann Jóhan Dahl heldur
hugsavna seg um sínar uppgávur.
Jóhan Dahl kundi heldur roynt at
fingið t.d. Strandferðsluna at rigga. Í
heilum liggja ferjurnar til Suður
oynna og Sandoynna svínabundnar,
hava black-out av onkrum slag, og
kunnu ikki føra farm og fólk millum
oyggjarnar. Tal av túrum verður eisini
broytt í heilum alt eftir, um pengar
eru tøkir. Hví ikki fáa hetta at rigga
fyrst, áðrenn tosað verður um at
yvirtaka samlaðu elframleiðsluna í
Føroyum? Her er hóast alt bert talan
um einkult skip.
Atlantsflog er annað gott dømi um,
hvussu skilaleyst farast kann fram.
Tann eina dagin skal alt einskiljast,
síðani bleiv 1/3 einskildur, fyri síðan
at blíva afturkeyptur. Hetta sama má
ikki henda fyri okkara elveiting.
Johan Dahl hevur úr at gera, at
fáa alt at rigga, sum ikki riggar hjá tí
almenna, heldur enn at yvirtaka SEV,
sum riggar væl.
Tosað hevur verið niðursetandi
um "tilvildarligar lokalpolitikkarar"
í nevndini. Tað verður ikki betri,
um ein landsstýrismaður peikar út,
hvør skal sita í nevndini. Og tað er
ikki skilagott, at tann sum skapar
treytirnar, eisini situr á kassanum.
Tað verður sera skjótt, at vit síggja
krøv um vinning fyri at skapa
inntøkur til landskassan.
Tí hetta eru júst somu krøv um
vinning, sum landsstýrið á hvørjum
ári áleggur stovnum og almennum
partafeløgum at leggja niður í
landskassan. Úr rúgvuni kunni
nevnast Føroya Tele, BankNordik,
Atlantic Airways, Rúsdrekkasølan,
Akstovan v.m – sbrt figgjarlógini
fyri 2015 verður roknað við minst kr.
55 mió frá hesum fyritøkum – beint
niður í landskassan.
Hvussu nógv ætlar man, at SEV
skal gjalda í landskassan?
At enda
Í hesum máli standa allar komm
unurnar saman. Kommunurnar
fara undir ongum umstøðum at
góðtaka eina ognartøku av SEV.
Og kommunurnar hava í veru
leikanum ikki nakað val, men
hava løgfrøðiliga skyldu at verja
seg ímóti, at landsstýrismaðurin
ókeypis flytur ognarrættin til
SEV frá kommununum til landið.
Kommunurnar hava beinleiðis
skyldu til at umsita kommunalu
ognirnar so skilagott sum møguligt,
herundir hava vit eina skyldu at
royna at fáa reellan prís fyri okkara
ognir.
Tað er longu kent, at privatar
fyritøkur hava víst áhuga í at keypt
partar av SEV fyri stórar upphæddir.
Tað sigur ikki so lítið um eitt møguligt
søluvirði av SEV, um elveiting varð
latin upp fyri privatum vinnurekandi
og elverkini seld á frælsum marknaði.
Kommunurnar umboða tey
røttu atlini – tryggja framleiðslu,
tryggja útbygging og samhaldsfasta
skipan. Tað hevði tí verið skilaleyst av
kommununum at latið hetta virðið til
Vinnumálaráðharran at ráða yvir, og
fyri føroyska samfelagið sum heild er
best, at SEV liggur í tryggari legu sum
ogn kommunanna.
Kommunurnar hava nú í meira enn eina hálva øld uppbygt eina vælvirkandi elveitingarskipan fyri føroyska samfelagið. Eina samhaldsfasta skipan,
sum bjóðar øllum føroyingum eins tænastu. Eina skipan, sum samstundis tryggjar, at alt yvirskot í skipanini verður brúkt til at víðari menna
skipanina – øllum føroyingum at frama. Kommunurnar bera nú ótta fyri, at Vinnumálaráðið ætlar at broyta hesa skipan við tí fyri eyga, at SEV –
eins og onnur almenn monopol undir Vinnumálaráðnum – skal vera við til at fíggja undirskotið í landskassanum. Hetta góðtaka kommunurnar ikki.
KJAK