mánadagur 23. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyskur eftirskúli
Danjal av Rana
Seinastu tíðina hevur ein
nevnd arbeitt við at leggja til
rættis fyri einum eftirskúla í
Føroyum. Tað sigst, at fleiri
bólkar arbeiða hvør í sínum
lagi, men neyvan hevur nak
ar teirra so munagóðan al
mennan og fakligan stuðul,
sum bólkurin, sum í farnu
viku
handaði
landsstýr
ismanninum, Birni Kalsø,
hetta álitið. Í nevndini hava
sitið Heðin Mortensen, borg
arstjóri í Havn og formaður í
Kommunufelagnum, Trúgvi
Gudmundasson,
borgar
stjóri í Hvalba og sum eisini
umboðar Kommunufelagið,
Herálvur Jacobsen, formað
ur í Føroya Lærarafelag,
Magna Thomassen, umboð
fyri Skúlaleiðarafelagið, og
Ólavur Rasmussen, stigtak
ari og formaður í nevndini.
Nevndin vísir í álitinum á,
at tað leingi hevur verið arb
eitt fyri at seta á stovn ein
eftirskúla í Føroyum. Longu
í sjeytiárunum vóru fyrstu
umsóknirnar at skipa ein
eftirskúla í Føroyum latnar
myndugleikunum, og í 1990
varð tað fyrsta álitið um før
oyskan eftirskúla handað
landsstýrinum. Lítið ítøkiligt
er tó hent á leiðini, men tað
sá ljóst út, tá løgtingið í 2009
einmælt samtykti, at ein
eftirskúli skuldi byggjast í
Hvalba. Síðani hesa samtykt
eru Føroya Lærarafelag og
Skúlaleiðarafelagið
eisini
vorðnir limir í nevndini,
sum nú leggur nýtt álit fyri
myndugleikarnar at taka
støðu til.
Nú mælir ein nýggj nevnd
so til at byggja eftirskúlan á
Drelnesi.
Eftirskúlanevndin
er
ikki í iva um, at rættast er
at byggja nýggjan skúla til
endamálið, bæði av náms
frøðiligum og fíggjarligum
grundum. At umbyggja ein
gamlan skúla kostar bein
anvegin nógvan pening, tí
fyrst skal skúlin keypast,
síðani byggjast um, og loks
ins skulu lestraríbúðirnar
byggjast.
Nevndin skýtur upp, at
eftirskúlin verður innrætt
aður til 80 næmingar.
– Full semja er í nevndini
um, at leggja dent á so
skynsaman
rakstur
sum
gjørligt, og at neyðugt er
at hugsa framskygd, og tí
er niðurstøðan, at ein eft
irskúli til 80 næmingar er
rætta loysnin, ikki minst við
teimum prísum, sum liggja á
borðinum í løtuni, stendur at
lesa í álitinum.
Skúlin og næmingaheim
ið skulu eftir ætlan kosta í
mesta lagi 50 milliónir krón
ur, íroknað lendisarbeiði,
sjóhita, kreativ rúm, inn
búgv og annað. Ætlandi skal
næmingaheimið leigast út
til ferðafólk um summarið,
tá næmingarnir kortini ikki
eru í skúla.
Nevndin metir, at Drelnes
veitir ómetaliga góðar og
spennandi
karmar
um
nýggja eftirskúlan, millum
annað við tað, at SALT verð
ur nærmasti granni.
– Ein staðseting á Drelnesi
hevur stórar fíggjarligar og
námsfrøðiligar
fyrimun
ir, ið standast av samstarvi
millum eftirskúlan og SALT.
Við slíkum samstarvi kunnu
næmingar og lærarar dúva
uppá hentleikar, sum fáir,
ella kanska eingin annar eft
irskúli, hevur.
Nevndin leggur stóran
dent á, at selja náttúruna
sum
eitt
tilfeingi,
ið
eftirskúlin eigur at gagnnýta
og brúka í upplivingarhøpi,
og vísir á, at Suðuroyggin
annars hevur góðar hentleik
ar, sum skúlin kann gagn
nýta, bæði innan náttúru,
ítrótt og mentan.
– Her verður hugsað bæði
Hava ikki ráð at lata vera
Ólavur Rasmussen, stigtakari, spyr, um vit hava ráð, at áhaldandi
missa tað tilfeingið, sum er í okkara egnu hondum
– Tað kann ikki vera nakar
ivi um, at tørvur er á einum
slíkum eftirskúla í Føroy
um, sigur Ólavur Rasmus
sen, stigtakari og formaður
í nevndini fyri eftirskúlan,
sum gleðist um, at Føroya
Lærarafelag og Skúlaleið
arafelagið eru vorðnir partar
av samstarvinum eisini.
Serliga spentur er Ólav
ur Rasmussen tó um møgu
leikan at draga børn hjá før
oyskum útisetum til Føroya
á eftirskúla.
– Eg haldi, hetta ofta er
ein gloymdur málbólkur, og
um vit megna at draga tey til
Føroya í eitt ár, so er dupult
vunnið, heldur hann.
– Spurningurin er, um
vit hava ráð at lata vera at
byggja ein eftirskúla í Før
oyum. Vit missa alsamt
fremsta
tilfeingi
okkara,
tey ungu, til útlandið, og
hetta er eitt frálíkt tiltak í
royndini at byrgja upp fyri
at missa tey, sigur Ólavur
Rasmussen.
Hann ivast ikki í, at verk
ætlanin hevur stuðul frá
myndugleikunum.
– Spurningurin um eftir
skúla hevur verið í Løgting
inum fleiri ferðir og Løgting
ið hevur víst, at tað skilir
tørvin. Fyri fimm árum síð
ani var jú einmælt samtykt
at byggja ein eftirskúla í
Hvalba, men nýval legði tí
verri fót fyri tí ætlanini, sig
ur Ólavur Rasmussen.
Fremsti mangulin at gera
verkætlanina til veruleika er
tó fígging, og har er Ólavur
Rasmussen púra greiður.
– Tað almenna má vísa
vilja í verki at seta pening
í eina tílíka ætlan. Tað er
vónleyst, at biðja privatar
íleggjarar um stuðul, innan
myndugleikarnir hava víst
vilja og sett pening av til
verkætlanina. Tí vóni eg, at
eftirskúlin á Drelnesi verð
ur settur á fíggjarlógina
skjótast gjørligt, so at restin
av fíggingini kann fáast til
vega, sigur hann.
Drelnes
verður
mentanarligur
miðdepil
Føroyskur eftirskúli eigur at verða bygdur á Drelnesi, mælir ein arbeiðsbólkur til í nýggjum
áliti, sum í síðstu viku varð handað landsstýrismanninum í skúlamálum, Birni Kalsø.