mánadagur 23. mars 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
So er sólarmyrkingin farin
framvið. Manga staðni í
landinum sást hon væl,
onkustaðni sóust einans
partar av henni, meðan
nøkur fá støð vóru so
óheppin, at púrt einki var
at síggja. Tó so, ferðafólkini
kunnu fara úr Føroyum
aftur nógvar minnigarríkar
løtur ríkari.
Streymurin av ferðafólki
hevur verið so stórur sum
ongantíð áður. Fleiri ferða
fólkaskip hava ligið við
bryggju í Føroyum hesar
dagarnar, Vága Floghavn og
Atlantsflog hava ongantíð
havt so nógv at gjørt, og tá
sum mest stóð á, stóðu 12
flogfør samstundis á flog
vøllinum.
Fríggjadagurin endaði
fyri mong við eini sangløtu
á Vaglinum í Havn. Mett
verður, at eini 8.000 fólk
vóru á Vaglinum fríggja
dagin, men sum altíð, so
er torført at meta um, tá
mannamúgvan
gerst
so
stór.
Theresa
Kreutzmann,
stjóri á Visit Tórshavn,
sigur at øll vikan undan
sólarmyrkingini og fríggja
dagurin sjálvur, eydnaðist
sera væl.
– Fríggjadagurin var
magiskur.
Tað
var
ein
fantastisk løta á Vaglinum,
og ferðafólkini vóru full
komiliga sligin um koll,
sigur hon.
Fólk hugnaðu sær og ein
rættur hátíðardámur var
yvir kvøldinum. Theresa
Kreutzmann samanber tað
við mentanarnáttina.
– Tað var hátíðarligt,
tó uttan at vera heilt sum
ólavsøkan. Tað skuldi tað
jú heldur ikki vera. Hendan
løtan skuldi vera á hendan
hátt, hava sítt egna lív, júst
tí at hetta var fyri at fagna
sólarmyrkingini og ikki ein
endurgerð av ólavsøkuni,
sigur hon.
– Hetta hevur verið ein
helt serliga vika í føroyskari
ferðavinnusøgu, sigur The
resa Kreutzmann.
– Vit hava havt eitt hav
av fólki á gátt á kunningar
stovuni. Vanliga føra vit
hagtøl yvir, hvussu nógv
eru á gátt, men tað hevur
ikki verið hugsingur um í
hesum døgum. Trýstið á
okkum hevur verið alt ov
stórt, til at vit kunnu geva
okkum far um at skráseta
fólk á tann hátt, sigur hon.
Theresa
Kreutzmann
ynskir eisini at rósa sínum
starvsfeløgum. Hon gleðist
tó um, at starvsfelagar
hennara alla tíðina tóku
sær stundir til hvørt ein
stakt ferðafólk.
– Hóast tað kanska
stóðu 100 fólk í kø, so var
tað
týdningarmikið
hjá
okkum, at hvør einstakur
gestur fekk ta hjálp, honum
tørvaði, eftir besta førimuni
okkara. Starvsfólkini tóku
sær tí stundir at vegleiða
hvørjum einstøkum, og eg
haldi, at tey megnaðu tað
til UG, sigur stjórin á kunn
ingarstovuni í Havn.
Flestu
ferðafólkini
eru nú farin, og Theresa
Kreutzmann heldur, at tey
fara heim aftur við nógvum
góðum í førninginum.
– Flestu teirra eru komin
til eitt fyri tey og teirra
umhvørvi púra ókent stað.
Umframt sólarmyrkingina
hava tey flestu luttikið á
fleiri mentanartiltøkum og
verið ymsar túrar runt um
í landinum, og eg trúgvi,
at tey hava víðkað sín
sjónarring sera nógv. Tey,
vit hava tosað við, siga seg
hava fingið eina sera jaliga
fatan av Føroyum, og eg
trúgvi tað er av tí, at før
oyingar veruliga hava spent
seg út og víst seg frá síni
bestu síðu – enntá veðrið,
hóast tað onkustaðni var
heldur myrkt júst undir
sólarmyrkingini, sigur hon
at enda.
Fríggjadagurin
Ferðafólkini vóru sligin um koll, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit
Tórshavn, um sólarmyrkingina og sangløtuna á Vaglinum fríggjadagin.