mánadagur 23. mars 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Bløðini talgild mikudagin!
Zakarias Wang
Mikudagurin 25. mars verð
ur ein minniligur dagur. Tá
er marimessa á vári, føð
ingardagur Vensil próst, sum
setti fjøður á blað og bjargaði
føroyska málinum. Hesin
dagur er tí við sóma dagur
føroyska málsins.
Men í ár er hetta eisini
tann dagur, tá tey føroysku
bløðini frá fyrsta útkomudagi
og fram til 1999 verða gjørd
atkomulig at lesa fyri øll
um allan heim, sum áhuga
hava fyri tí sum er hent her
á landi. Hetta er enn meir
stórfingið, av tí at atgongdin
er frí og ókeypis.
Talan er um táttaskil í
øllum tí sum snýr seg um
føroyska søguskriving.
Fyri
at
kunna
skriva
søgu er neyðugt at hava
keldur. Tær eru ymsar. Vit
hava fornfrøðina sum kann
vísa á rúnasteinar og brend
korn heiman av Sandi. Vit
hava miðaldarbrøv og lógir.
Vit hava tingbøkur, skifti,
kirkjubøkur og almenn skriv
í skjalasøvnum. Vit hava bøk
ur í bókasøvnum, har eisini
brøv í hópatali eru at finna.
Har eru eisini bløð.
Felags fyri allar keldur
er, at tær í sjálvum sær einki
siga. Tær skulu tulkast av
einum forvitnum spyrjara,
sum roynir at fáa tær at siga
síni søgu. Summar keldur
siga nakað, sum ikki er satt,
og tí skulu tær kannast fyri
at fáa rætta samanhangin.
Hesin keldukritikkur er ein
vísindagrein í sjálvum sær,
og henni er nógv gott komið
burturúr.
Men altumráðandi er at
keldurnar eru atkomuligar.
Tað nyttar granskarum einki
at fornlutir eru krógvaðir
í mold, ella at almenn brøv
liggja á einum skjalasavni
har eingin kann gagnnýta
tey.
Bløðunum viðvíkjandi er
størsta vandamálið, at tey
eru so nógv, at tað er mest
sum ómøguligt at finna
fram til tað sum týdning
hevur. Tað er einki yvirlit
yvir innihaldið, og tí er
næstan ómøguligt at nýta
tey sum grundarlag, tá søga
skal skrivast. Tað er spell, tí
vit hava tað krav til lærarar
okkara, at teir skulu læra
næmingarnar søguna. Men
hvussu skulu teir gera tað,
tá eingin søga er skrivað fyri
tíðarskeiðið eftir 1900?
Tað er í hesum tíðarskeiði,
at vit hava havt bløð í Før
oyum. Men tann sum vil
síggja, hvat ið stendur í
bløðunum,
hevur
verið
noyddur at fara út á Føroya
Landsbókasavn, har einasta
blaðsavn okkara er. Bløðini
eru
prentaði
á
vánaligt
pappír, og skulu nógv fólk
lesa í teimum, hevði skjótt
einki verið eftir. Tíbetur fekk
Sverri
Egholm,
táverandi
landsbókavørður, fyri fjøruti
árum síðani avmyndað bløð
ini, so tann, sum vildi síggja
tey, kundi fáa ein mikrofilm
at seta inn í eitt lesitól, har
eisini bar til at fáa eitt avrit.
Hesi tólini hava verið
vánalig, og mangan í ólagi.
Tey hava eisini verið dýr.
Men nú eru øll tey, sum
hug hava at síggja, hvat ið
hevur staðið í bløðunum,
bjargaði av tøkniligu gongd
ini. Nýggja telduøldin hevur
loyst upp fyri einum full
komuliga nýggjum møgu
leika.
Í nøkur ár hevur borið til
at gjørt bløðini atkomulig á
heimateldum. Tað er hesin
møguleiki, sum verður settur
í verk nú mikudagin. Tey sum
hava nakað at spyrja um,
kunnu fara inn á blaðsavnið
og leita eftir einum blaði,
og finna eitthvørt orð sum
stendur har. Vil ein dóttir fáa
at vita um nakað hevur staðið
um nær foreldrini giftust,
so er bara at skriva navnið
hjá øðrum, og so kemur tað
fram.
Eru
minningarorð
um abban? Tað er bara eitt
klikk, so kunnu tey síggjast.
Er tað onkur, sum vil fáa at
vita hvat ið skrivað er um
heimbygdina? So er at skriva
navnið á bygdini og leita.
Fyribils er neyðugt at
taka hvørt blað fyri seg, men
longu í hesum árinum er
útlit fyri, at tað ber til at leita
samstundir í øllum teimum
bløðunum, sum eru í hesari
verkætlan.
Nú fer at bera til at
skriva eina Føroya søgu fyri
tíðarskeiðið eftir 1900. Við at
gera tað velduga keldutilfar
atkomuligt,
sum
bløðini
hava, verður loyst upp fyri
ótaldum møguleikum. Nú er
spónurin settur í greytin, og
tí er ikki at helma í fyrr enn
vit hava nógvar aðrar keldur
atkomuligar, so tað ber til
hjá
okkara
uppvaksandi
ættarliði at fáa svar upp á
teir skilagóðu spurningar,
sum eingin dugir betri at
seta enn tey.
Øllum Føroya fólki verður
ynskt tillukku við hesum
velduga framstigi!
Minstalønin má hækka
Brandur Sandoy
løgtingslimur
Nú Jacob Vestergaard hevur
svarað skrivliga fyrispurn
inginum,
ið
undirritaði
setti landsstýrismanninum
um virksemið hjá Trygdar
grunninum, eru fleiri áhuga
verdar staðfestingar komnar
undan kavi.
Eftirfylgjandi
hevur
Trygdargrunnurin sent út
tíðindaskriv, har grunnurin
fegnast um frálíka úrslitið ið
grunnurin hevur havt sein
astu árini.
Hvat vísir so roknskap
urin?
Trygdargrunnurin
ið
veitir minstuløn til sjómenn,
og minstaforvinning til út
róðrarmenn, varð settur á
stovn í 2011. Grunnurin hevur
verið virkin í 4 ár.
Hesi 4 árini hevur Trygdar
grunninum á hvørjum ári
latið 10 mió kr færri út, enn
grunnurin hevur fingið inn,
og hevur avlopið hesi 4 árini
tí verið omanfyri 40 mió kr.
Grunnurin eigur í dag 92,7
mió kr, har meginparturin
av peninginum er settur í
lánsbrøv.
Í 2014 fekk grunnurin 26,3
mió kr inn, og yvirskotið hjá
grunninum varð 12,5 mió kr.
Útgoldnar vórðu áleið 11 mió
kr í minstuløn og minsta
forvinningi, sum eru 2,6 mió
kr minni enn í 2013.
Útreiðslurnar av at um
sita grunnin í 2014 vórðu 4,8
mió kr, og varð hetta umleið
1 mió kr meiri enn í 2013, tá
útreiðslurnar vóru 3,7 mió
kr.
Samsýningar til limirnar
í stýrinum fyri grunnin,
eru hesi 4 árini vaksnar úr
144.000 kr/ár, uppí 384.000
kr/ár, ella ein vøkstur uppá
266%.
Ein kann undrast á, at
útreiðslurnar av at um
sita grunnin eru 44% av
útgjøldunum úr grunnin
um. Hetta svara til at um
sitingarútreiðslurnar
hjá
ALS, ið eru 20-30 mió kr
skuldu verið 85 mió kr, um
sama lutfallið skuldi verið
galdandi.
Eisini kann ein av røttum
seta
spurnartekin
við,
hvussu stóra eginogn stýrið
fyri Trygdargrunnin ætlar at
hava í grunninum framyvir,
og um tað ikki varð rættari, at
peningurin varð latin útaftur
til endamálið ið grunnurin
hevur.
Somuleiðis er tað undr
unarvert, at samsýningarnar
til limir í stýrinum eru hækk
aðar munandi.
Hvat
endamál
hevur
Trygdargrunnin
Fremsta
endamál
hjá
Trygdargrunninum
er
at
veita inntøkutrygd, tá inn
tøkur fiskimanna svíkja.
Álagt er eigarum av fiski
førum,
heimahoyrandi
í
Føroyum, ið hava loyvi til
vinnuligan fiskiskap sam
bært lógini um vinnuligan
fiskiskap, at rinda eitt gjald
fyri allar avreiðingar, sum í
dag er 1% av veiðivirðinum.
Tað er tí fiskimaðurin sjálvur,
sum betalur inn í grunnin,
pengar sum fiskimaðurin ar
beiðir fyri hvønn dag, undir
umstøðum sum í flestu før
um ikki eru fyri sartar sálir.
Tí er tað bara rímuligt, at
fiskimaðurin er tann sum
fær ágóðan av at grunnurin
hevur góð úrslit á hvørjum
ári.
Hvat sigur galdandi kunn
gerð?
Eftir tilmæli frá stýrinum
fyri grunnin hevur lands
stýrismaðurin lýst kunngerð
sum ásetur, at minstalønin
verður 925 kr/dag fram til
31. mei 2015, tá hon lækkar
niður í 700 kr/dag. Minsti
forvinningurin
til
útróð
rarmenn er ásettur til 14.000
kr/mðr fram til 31. mei 2015,
tá hann lækkar niður í 12.000
kr/mðr.
Hetta vil siga, at um
stýrið ikki tekur avgerð um
at tilmæla landsstýrismann
inum at broyta kunngerðina
beinanvegin, so verða um
støðurnar hjá okkara sjó
monnum munandi verri um
einar 2 mánaðir.
Nú mugu minstalønin
og
minstiforvinningurin
hækka
Nýtt stýri tekur í næstum
við fyri Trygdargrunnin. Tað
verður hetta stýri, sum tek
ur avgerð um hvørjar upp
hæddir verða galdandi fram
yvir.
Øll vita vit, at veðrið
við Føroyar og í Norður
atlantshavi yvirhøvur, er
millum mest baldruta veður
tú finnur í heiminum. Um
støðurnar hjá okkara siglandi
fólki eru tí sera avbjóðandi.
Skulu vit vænta at nakar
framyvir kemur at sigla við
skipum um hesar leiðir, má
sjómonnum okkara tí verða
tryggja ein mannsømulig løn
sum minstamát.
Tá stýrið fyri Trygdar
grunnin
fegnast
um
at
minstalønin
er
hækkað
munandi
seinastu
árini,
stendur hetta í skarpari
andsøgn
við
veruleikan
sum er, at bæði tey ið eru
arbeiðsleys og arbeiðarin
á landi sum arbeiðir undir
munandi betri umstøðum og
hevur fast undir fótum, eru
tryggjað eina betri inntøku
enn fiskimaðurin.
Avbjóðingin er at gera
tað lokkandi hjá okkara
ungu alvum at velja sjógvin,
heldur enn at vraka hann. Tí
má proportionalitetur verða
millum tryggjaðu inntøkuna
á sjónum, og umstøðurnar
hesir menn hava at arbeiða
undir.
Áheitan !!
Eg vil hervið heita á komandi
stýrið fyri Trygdargrunnin
um at hækka minstulønina
og minstaforvinningin mun
andi. Tað gevur onga meining
at grunnurin skal eta seg
stóran og sterkan og bólgna
av umsiting, við pengum
sum sjómaðurin eigur.
Minnist til at hetta er ikki
tykkara pengar tit umsita.
Gevið sjómanninum tað
ið hansara er.