Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tiðargrein Framhald av síðu 13 viðvíkjandi fólkatrygdini í Vága Floghavn? Tað eru nøkur viðurskifti ser­ liga av politiskum slag, sum eru ein forðing fyri, at millum onnur nevndu mál verða flokkaði sum trygdarmál í Føroyum. Við at ar­ beiða strategiskt við leiðslu av trygdarmálum, har átrokandi og týdningarmikil evni í samfelagnum verða sett í talu – tryggleikagjørd – politiskt í Føroyum, fáa eitt nú Sea Shepherd málið og bruna­viður­ skiftini í farstøðini eina raðfesting, sum ger, at málini verða loyst á ein fullgóðan hátt. Hetta hóast Før­oyar eru í ríkisfelagsskapi við Dan­mark, sum hevur ábyrgd av trygdarpolitikkinum í ríkinum. Eg allýsi í hesum sambandi ríkis­ felagsskapin sum eina organisa­tión, har tað skal fremjast strategisk leiðsla á øllum trimum stigum – operativt-, stjórnarráðs- og politiskt stig – í mun til trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál. 6.1 Strategisk leiðsla av trygdarmálum eftir umstøðunum og einari heildarhugsan Tá ábyrgdarviðurskiftini sum áður nevnt eru deild millum føroyskar og danskar myndugleikar, er tað neyðugt við einari strategi-menning av trygdarmálum í tí stóra- heldur enn í tí lítla felagsskapinum. Kurt Klaudi Klausen, ið er professari, og sum hevur skriva nógv um almenna leiðslu, heldur, at strategisk leiðsla er ein leypandi mannagongd, sum eigur at vera útint í einum bólkið av viðkomandi áhugapørtum. Hægstu leiðarar í organisatiónini hava ikki einkarrætt til at fremja strategiska leiðslu, men sambært Klaudi Klau­ sen hava teir evstu leiðararnir harafturímóti ábyrgd av, at útinna strategiska leiðslu saman við øðr­ um starvsfólkum. Hesi onnur eru starvsfólk á fleiri ymiskum stigum í organisatiónini. Klaudi Klausen heldur eisini, at ímyndin av hvat strategi snýr seg um er broytt við tíðini fram ímóti, at fokus í dag er á strategiskari leiðslu, sum er sett í verk eftir umstøðunum og einari heildarhugsan í mun til eina víðkaða fatan av umheiminum. Júst hugsanin hjá Klaudi Klausen um, at fokus skal vera á strategiskari leiðslu á ymiskum stigum, og sum skal taka atlit til konkretu um­ støðurnar og eina heildarhugsan í mun til umheimin, samsvarar væl við hugsanargrundarlagi í hes­ar greining, nevnliga, at vand­ ar og hóttanir, ið hava sín upp­ runa í altjóðagerðini, rákum í hes­um sambandi og kreppu-saman­ hangum, raka eins væl Føroyar sum Danmark og onnur evropeisk lond. 6.2 Strategisk leiðsla av trygdarmálum á vígvøllum Fyri at grundgeva fyri, hvussu røtt strategisk leiðsla kann útinnast í mun til umheimin, arbeiðir Klaudi Klausen við ímyndum um vígvallir, sokallaðar ”arenair”. Ein av týdningarmiklu vígvall­ un­um, sum er viðkomandi at við­ gera í sambandi við handfaring av trygdarmálum í Føroyum, er tann politiski- eisini nevndur avgerðar- vígvøllurin. Á hesum vígvøllinum er tað ein áhaldandi ”bardagi” ella stríð um vald og ávirkan, har tað í Føroyum eru serliga danskir myndugleikar, sum ynskja ávirkan í trygdarmálini, men ikki týðiligt við ítalusetan á politiskum stigi. Á politiska vígvøllinum er tað ein fyrimunur at hava kjølfest valds­støð og politiskt tev. Sæð í ljósinum av, hvussu tætt trygdar- og verjumál eru tengt at danska ríkinum í lóggávunum, sum nevnt er omanfyri, so vil strategi- tilgongdin á politiska vígvøllinum vera bundin at politiskum samráð­ ingum og tingingum, um broytingar ella tillagingar skulu gerast í ábyrgd­arbýtinum innan trygdar- og verjupolitikkin. Ein annar vígvøllur, ið er við­ komandi at lýsa í hesum saman­ hangi, er vígvøllurin um tilvitanar­ gerð. Hesin vígvøllur snýr seg um framleiðan av vitan, meiningum og ítalusetan (diskurs). Á hesum víg­vøllinum er tað eitt stríð um tað, vit vita um ávís evni í sam­felagnum. Tað kann tískil í sambandi við tilvitanargerð av einum evni vera stríð um orð, hvussu evni skal allýsast, nú tá vit í hesari greining viðgera politiska ítalusetan av trygdarmálum í Før­oyum. Avbjóðingin á hesum vígvøllinum er, at fáa stuðul til og eina felags fatan av vitanini um eitt evni, sum í hesum førinum kundi verið vitanin hjá føroyskum og donskum myndugleikum um hvat eitt trygdarmál inniheldur. Við at fáa eina felags fatan av, at tað í ávísum førum er neyðugt á politiskum stigi, at seta í talu eitt ávíst átrokandi evni í samfelagnum sum eitt trygdarmál, vil tað styrkja føroyska og danska samstarvi á økinum. Strategiin á vígvøllinum fyri tilvitanargerð sær málið - talugerðina - sum týdningarmikið amboð sæð í tí ljósið, at leiðslan kann samskifta, greiða frá og broyta tilgongdina í sambandi við trygdarmál. Í tí sambandi kann leiðslan umvegis málið fáa ávirkan og vald umframt seta á stovn og staðfesta teirra legitimitet og samleika. Henda strategi-tilgongd hevur í stóran mun legitimitet og nakað minni av rationaliteti og innovatión. 7. Samanumtøka Greiningin vísir, at hóast málini við Sea Shepherd og Vága Floghavn ikki vera politisera sum trygdarmál, so vera ávís operativ tiltøk sett í verk, sum hava samband við eitt trygdar­mál. Harumframt eru opera­tivu tiltøkini tengd at, hvørt ein hending er farin fram ella ikki. Í Sea Shepherd málinum fór ein hending fram í fjør, tí hevur landsstýrið sett tvey ítøkilig tiltøk í verk viðvíkjandi handfaring av- og kunning um grind. Í sambandi við brunaviðurskiftini í farstøðini á flogvøllinum, er ein hending tíbetur ikki enn ítøkiliggørd. Men tað gevur harafturímóti avvarð­ andi myndugleikum høvi til ikki at seta tiltøk í verk, sum almenn­ ing­urin veit um, tí vandin fyri brunatrygdini er abstraktur, og tí kann vandin noktast ella fjalast sambært ástøðinum hjá Ulrich Beck. Tað er sera viðkomandi í hvørj­ um samanhangi og í hvørjum um­ støðum, trygdarmálini vera sett í talu. Politiski og -vígvøllurin um tilvitanargerð hava stóran týdn­ ing, tá strategisk leiðsla skal út­inn­ ast í mun til evnir og økir í sam­ felagnum, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Hesin týdningur av strategiskari leiðslu í mun til politikk í samanhangi við løgfrøði og tilvitanargerð um evni, sum skal tryggleikagerast, er serliga eyðsýndur í einari organisatoriskari skipan sum við ríkisfelagsskapinum, tá evni er umfata av víðkaða trygd­ arhugtakinum og harvið trygdar­ politikkinum hjá danska ríkinum. Hetta tí, sum nevnt er omanfyri, at trygdarpolitikkurin er kjølfestur í yvirvald og landøki Danmarkar, sum fatar um Føroyar, og harvið so tætt at ríkis-hugtakinum (kongs­ valdinum) sum til ber at koma. Tá tillagingar og/ella broyt­ing­ ar skulu gerðast innan trygdar­ politiska øki so tætt at kongs­vald­ inum í ríkinum, tí nútíðar hótt­anir og vandar, ið eru tvørtjóða, og sum hava sín uppruna í altjóða­ gerð­ini og trygdarpolitisku støð­uni í Evropa, raka føroyska sam­felagið, so krevst skilvís polit­isk telving umframt breið tilvitanar­gerð um bakgrundina og endamáli við tillagingini. Stra­ teg­isk leiðsla í sambandi við til­ lag­ing av trygdarpolitikkinum, og útinnanini av hesum, tað ver­ið seg innan danskari- ella føroysk­ari lóggávu, organisatión og manna­ gongdum, má taka støði í tí stóra felagsskapinum, umboðandi við­ kom­andi áhugapartar í fyrst og fremst Føroyum og í Dan­mark umframt á operativum-, stjórnar­ ráðs- og politiskum stigi. Altjóðagerðin og trygdarpolitiska støðan við møguleikum og ikki minst avbjóðingum, tekur ikki atlit til, hvussu lond hava skipað seg ríkisrættarliga og søguliga saman­hangin í hesum sambandi. Hesar fortreytir eru eisini galdandi í ríkis­felagsskapinum millum Før­oyar og Danmark. Nógv er broytt á trygdarpolitiska økinum síðani heimastýrislógin bleiv sett í gildi í 1948. Henda broyting má eisini síggjast aftur í, at ávís mál í føroyska samfelagnum verða trygg­leika­gjørd sambært tí víðkaða trygdar­hugtakinum og soleiðis fáa polit­iska rað­festing. Á tann hátt vera átrok­andi trygdar­mál, eitt nú Sea Shepherd og Vága Floghavn, loyst á opera­tivum- og fakligum stigi. eblaðið sos.fo