Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tiðargrein yvir Føroyum er kjølfest í trygdar- og verjupolitikkinum. Tað vil siga, at viðkomandi og átrokandi evnir sum eitt nú við Sea Shepherd, verða ikki sett í talu sum trygdarmál, tí tað vil viðføra, at tað mugu gerast broytingar í heimastýrislógini og yvirtøkulógunum viðvíkjandi trygd­ar­málum umframt øðr­um viðkomandi lógum eitt nú útlend­ ingalógini og rættargangs­lógini. Tískil er neyðugt at seta nevndu operativu tiltøk frá føroyskum myndugleikum í samanhang við tey tiltøk, sum yvirskipaðir danskir myndugleikar seta í verk á stjórnarráðs- og politiskum stigi í mun til politi- og hernaðarmál í sambandi við Sea Shepherd. Hesin samanhangur hevur við sær, at føroyskir og danskir myndugleikar mugu hava eina sameinandi til­ gongd og útinna strategiska leiðslu í mun til Sea Shepherd átakið hvør sær og saman umframt á øll­um trimum fyrisitingarligum stig­um, tað vil siga á politiskum-, stjórnar­ ráðs- og operativum stigi. 4. Case Vága Floghavn Vága Floghavn hevur tikið altjóða­ gerðina til sin og hevur bygt út flogvøll og farstøð seinnu árini. Á henda hátt kann floghavnin og Atlantic Airways luttaka á altjóða flogferðslupallinum, sum gevur møguleikar við nýggjum inntøkum og menning av fyritøkunum til at kunna handfara altjóða marknað og krøv. Hesir møguleikar hava eisini umstøður viðvíkjandi risiko við sær, vísandi til ástøði hjá Beck um risikosamfelagið í innleiðingini. 16. februar í ár - tveir dagar aftaná yvirgangsálopið í Keypmannahavn - kunngjørdi Brunaeftirlitið, sum bygnaðarliga er skipað sum ein deild undir Vørn, í fjølmiðlunum, at fólkatrygdin í nýggju farstøðini á flogvøllinum í Vágum er í vanda. Sambært Vørn/Brunaeftirlitinum, setir brunamálsviðgerðin av góð­ kenn­ingar­tilfarinum so nógv­ar spurn­ingar viðvíkjandi bruna­ trygd­ini í nýggju farstøðini á flog­ vøll­in­um, at Bruna­eftir­litið sær seg noytt til at heita á Sør­vágs komm­ unu um at taka nýtslu­loyvið til far­ støðina aftur. Sambært fjøl­miðl­ unum, hevur fundur verið millum partarnar, uttan at komið er fram til eina loysn í málinum. Fráboðanin hjá Brunaeftir­lit­ inum svarar til, at tilbúgv­ingar­ myndugleikar í okkara granna­ lond­um meta, at fólkatrygdin á flog­vøllum í eitt nú Kastrup, Garder­moen og Heathrow er í vanda. Um ein tílík fráboðan kom til hesar nevndu flogvallir, hevði virksemi allarhelst verið steðga beinan­vegin, inntil viðurskiftini komu í rættlag. Tískil hevur fráboðanin hjá Brunaeftirlitinum eina tyngd og álvara í sær, sum viðførir, at málið má rað­festast høgt og loysast skjó­ tast til ber í einum samstarvi mill­ um viðkomandi myndugleikar og áhuga­partar. Hetta eru danska Trafik­styrelsen, umboðandi loft­ ferðslu­myndugleikan, sum góð­ kennir saml­aða virksemi á flog­vølli og far­støð í Vágum, Vørn um­boð­ andi brunasýns- og tilbúgvingar­ myndug­leikan, Sør­vágs kommuna umboðandi byggi- og bruna­myndug­ leikan um­framt viðkomandi umboð fyri byggivinnuna. Enn er einki frætt alment um, hvørt nevndu myndugleikar eru samdir um, at fólkatrygdin í Vága Floghavn er í lagi aftur. Fólkatrygdin í farstøðini er av viðkomandi almenna myndugleika sett í talu til at vera í vanda. Farstøðin er í brúki hvønn dag og er ein fortreyt fyri, at virksemi á flogvøllinum kann útinnast, og harvið eisini ein fortreyt fyri, at týdningarmikla infrakervi loftvegis millum Føroyar og útheimin – eisini í einari sjúkraflutnings- og til­ búgvingarstøðu – virkar á ein full­ góðan hátt. Fráboðanin hjá Vørn fyri einum góðum mánaði síðani hongur framvegis í luftini sum óloyst. Í hesari greining grundgevi eg fyri, at høvuðsorsøkin til, at málið viðvíkjandi fólkatrygdini í farstøðini á flogvøllinum í Vágum enn ikki er loyst, er, at málið av ókendum orsøkum ikki verður tryggleikagjørt á politiskum stigi. 4.1 Brunaviðurskiftini í Vága Floghavn er ikki ítøkiliggjørt við einari hending – tí eru tiltøk ikki sett í verk og málið er óloyst – harafturímóti er fólkatrygdin av operativum myndugleika sett í talu at vera í vanda Brunaviðurskiftini – tað vil siga, at ein hending og skaði við eldi í farstøðini á flogvøllinum í Vágum, hevur ikki enn gjørt seg galdandi í verki. Vantandi brunaviðurskifti í Vága Floghavn er sostatt ikki enn ítøkiliggjørt í einari hending. Sambært ástøðinum hjá Beck um risikosamfelagið, so merkir hetta, at vandin fyri einum eldi á far­støðini er hugsaður sum ab­ straktur. Tí hava avvarðandi persónar hjá myndugleikum og hjá flogvøllinum í Føroyum lættari við alment, at varpa ljós á vantandi brunaviðurskifti, sum er til vanda fyri fólkatrygdina, og samtíðis nokta fyri, at brunaviðurskiftini í farstøðini ikki eru í lagi. Við øðrum orðum, ein vandi, og ein ikki vandi, fyri fólkatrygdini á flogvøllinum verður settur í talu á operativum stigi, men ikki tikin til støðutakan á politiskum stigi. Vandin í sambandi við vantandi brunaviðurskifti í farstøðini verður ikki settur í talu á politiskum stigi sum eitt trygdarmál, og tí stendur málið tann dag í dag sum óloyst. Hetta hóast tað, at virksemi á flogvøllinum er økt alsamt seinastu tíðina. Tað, at seta í talu ein vanda fyri fólkatrygdina á operativum stigi, sum ikki verður loystur polit­ iskt, kann vera taktikkur, tað vil siga óbeinleiðis boð frá stjórnarráðs- og politiskum stigi fyri at flyta fokus frá øðrum átrokandi málum, ella málum og viðurskiftum, ið hava tilknýti til upprunamálið (brunaviðurskiftini í farstøðini). Men at brúka taktikk, og ikki fáa átrokandi trygdarmál loyst politiskt á økjum, har nógv fólk ferð­ast hvønn dag í árinum, og har virksemi í stóran mun er tengt at trygdarviðurskiftum og skipað sam­bært altjóða reglum, er ein óheppin og ikki gongd leið. Tískil er avbjóðingin líkasum við Sea Shepherd átakinum, at hava eina sameinandi tilgongd hvat strategiskari leiðslu viðvíkur í sambandi við handfaringina av brunaviðurskiftunum i farstøðini. Tað vil siga, at brunaviðurskiftini í farstøðini mugu politiskt flokkast sum eitt trygdarmál fyri at fáa rað­festing. Samtíðis má evsti ábyrgdar­havarin fyri virkseminum á flogvøllinum, Trafikstyrelsen, drag­ast inn í málið sum ein virkin lut­takari. 5. Víðka trygdarhugtak og trygdarpolitikkur í samanhangi við at tryggleikagera Hernaðarvaldið, sum vegna Dan­ mark útinnir trygdarpolitikkin í ríkisfelagsskapinum, virkar sam­ bært einum víðkaðum trygdar­hug­ takið. Hetta er ásett í verjulógini og sum ein fyritreyt í teimum trimum tilbúgvingarlógunum, sum eru sett­ar í gildi fyrst í Danmark síðani í Grønlandi og til síðst í Føroyum í 2012. Tað er samtíðis sambært tí víðkaða trygdarhugtakinum, at Kongsríki Danmarkar metir um tær hóttanir og teir vandar, ið kunnu raka londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyskir myndugleikar halda seg í stóran mun til tær metingar, ið viðkomandi danskir myndugleikar gera í sambandi við møguligar hótt­ anir mótvegis føroyska sam­felag­ num. Trygdarhugtakið er grundstøði í trygdarpolitikkinum hjá ein­ hvørj­um landið, herímillum hug­ tøkini national- og altjóða trygd. Trygdarhugtakið er lutfalsliga nýtt, tí tað var ikki fyrrenn aftan­á 1. veraldarbardaga, at trygdar­hug­ takið veruliga bleiv viðurkent, tá altjóða samfelagið vildi sleppa und­an nýggjum ógvusligum kríggj­um. Trygdarhugtakið bleiv enn meira eyðsýnt staðsett aftaná 2. veraldarbardaga, tá ST stovn­ setti eitt sterkt trygdarráð, sum kann virka vegna øll limalond í spurningum, sum hava við frið og trygd í altjóða høpi at gera. Ástøðið um at tryggleikagera – á enskum máli ”securitizise” og á donskum ”sikkerhedsliggørelse” – eitt ávíst mál í samfelagnum, er danski stjórnmálafrøðingurin Ole Wæver komin fram við í sambandi við sína ph.d. verkætlan ”Concepts of Security í 1997. Ástøðið hjá Wæver, sum hann seinnu árini hevur ment víðari saman við starvsfeløgunum Barry Buzan og Jaap de Wilde, er grundað á, at ein størri partur av tí politiska virkseminum í dag verður viðgjørdur sum um tey vóru trygdarmál. Tann siðbundna fatanin av trygdarhugtakinum eru hernaðar- og politimál, men Wæver staðfestir, at tað seinnu árini – serliga aftaná at Kalda Kríggið endaði – hevur verið tørvur á at alsamt fleiri økir í samfelagnum verða tryggleikagjørd. Wæver flokk­ar trygdarmál í fimm økir: um­ hvørvis-. fíggjar- politikk, hernaðar- og samfelagslig øki. Bæði Vága Floghavn og Sea Shepherd eru sum nevnt trygdarmál sambært einari nútíðar fatan av víðkaða trygdarhugtakinum. Men bæði mál eru ikki enn sett í talu sum trygdarmál á politiskum stigi, sum kann rættvísgerða tiltøk frá sentrala politiska myndug­leik­ anum. Ítalusetan av einum ávís­ um evni í samfelagnum sum eitt trygdarmál, er sum nevnt ein trygg­ leikagerð av málinum, sum viðførir, at málið verður ein hótt­an, og fær eina høga raðfesting av politiska myndugleikanum, óan­sæð um hóttanin er verulig ella óveru­lig. 6. Neyðugt er við strategiskari leiðsla av trygdarmálum, sum tekur støði í politkki og vitan Men hví er tað so trupult á stjórnar­ ráðs- og politiskum stigi í bæði Føroyum og Danmark, at seta í talu trygdarmál í Føroyum, herímillum Sea Shepherd átakið og málið Framhald á næstu síðu