mánadagur 23. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samandráttur
Bæði Sea Shepherd og -málið um
brunaviðurskiftini í farstøðini á
flogvøllinum bíða eftir einari polit
iskari ítalusetan sum trygdarmál.
Á henda hátt kunnu málini fáa
raðfesting, og møguleiki verður fyri
at seta neyðug tiltøk í verk fyri at
loysa málini á fullgóðan hátt. Ikki
tí, ávís tiltøk eru sett í verk serliga í
sambandi við Sea Shepherd málið,
men hetta eru tiltøk av operativum
slag, sum framvegis ikki ger Sea
Shepherd felagsskapin til eitt
trygdarpolitiskt mál. Brunatrygdin
í farstøðini á flogvøllinum í Vágum
er av viðkomandi myndugleika
ítalusett, at vera til vanda fyri fólka
trygdina, men málið verður alíka
væl ikki tryggleikagjørt politiskt.
Víðkaða trygdarhugtakið og ráki
síðani endan av Kalda Krígnum,
at tryggleikagera – politiskt ítalu
seta - alsamt fleiri økir í sam
felagnum sum trygdarmál, hevur
ikki enn gjørt seg galdandi í Før
oyum. Til tað krevst strategiskt
leiðslu-samstarv á fleiri stigum
við danskar myndugleikar, sum
hava evstu ábyrgd av trygdar- og
verjumálum, herímillum politi- og
flogferðslumálum, viðvíkjandi Før
oyum.
1. Innleiðing
Føroyar eru við í altjóðagerðini við
teimum avbjóðingum og møgu
leikum, altjóðagerðin hevur við sær.
Økt samstarv millum lond innan
handil, ferðing sjó- og loftvegis, og
samskifti eyðkennir altjóðagerðina.
Bretski sosiologurin Anthony Gidd
ens allýsir altjóðagerðina millum
annað á henda hátt: Altjóðagerðin
kann allýsast sum ein styrkjan av
heimsumfatandi sosialum sam
bondum sum sameinir fjarskotin
støð á ein sovorðnan hátt, at lokalir
tilburðir ávirkast av hendingum,
sum ganga fyri seg nógvar kilo
metrar burtur og umvent. Henda
gongd er dialektisk í og við, at
lokalir tilburðir kunnu førka seg
í ein øvugtan rætning av sjálvt
teimum víðfevndu sambondum, ið
skaptu lokalu tilburðirnar.
Altjóðagerðin hevur vinnuligan
vøkstur og menning við sær, men
risiko er eisini eitt fylgisneyt til
vinnuliga framburðin í landinum.
Týski professarin, Ulrich Beck, sáli,
skrivaði í 1986 eitt ástøði um risiko
samfelagið í sínari bók ”Risiko
gesellschaft. Auf dem Weg in eine
andere Moderne”. Við sínum ástøði
heldur Beck fast í, at nútíðar sam
felagið hevur broytt seg eyðsýnt
í mun til ídnaðarsamfelagið, har
oyðileggingin av tí natúrliga og
góðhjartaða umhvørvinum er hent
í kjalarvørrinum av at ídnaðurin
hevur breitt seg. Ta serkenda
ídnaðarsamfelagið, sum framleiðir
og deilir út ríkidømi, er sambært
Beck broytt til eitt risikosamfelag,
sum framleiðir og deilir út risiko.
Beck sigur víðari, at risiko er
tengt at vitan og tískil eisini í
stóran mun bundin av at blíva
allýst sum risiko. Henda allýsing,
hvørji viðurskifti í samfelagnum
eru váðakend, verður sambært
Beck
fastløgd
av
viðkomandi
áhugapørtum í samansettum al
lýsingar-orrustum.
Áhugapart
arnir kunnu vera eitt nú dálkandi
virkir, almennir myndugleikar og
borgarar. Framleiðslan av ríkidømi
og risiko skilir seg eisini at á tann
hátt, at ímeðan ríkidømi er evnaligt
og sjónligt, er risiko oftani abstrakt
og ósjónligt – og tískil eisini
møguligt at fjala og nokta.
Felags fyri málini Vága Floghavn
og Sea Shepherd í samfelagshøpi
er, at bæði mál eru eitt úrslit av
altjóðagerðini, ið Giddens allýsir
omanfyri og tí risikosamfelagið,
sum Beck hevur gjørt sítt ástøði um.
Yvirskipað er talan um trygdarmál,
sum er danskt málsøki, men har
føroyskir myndugleikar hava part
vísa ábyrgd, eitt nú í sambandi við
rakstrinum av flogvøllinum og
sivilu tilbúgvingini, sum eru tvey
týdningarmikil økir, tá talan er
um at handfara trygdar-, verju- og
tilbúgvingarmál í Føroyum.
2. Greiðsluevnisøki
(problemøki) – Vága
Floghavn og Sea Shepherd
málini eru ikki politiskt
sett í talu sum trygdarmál
Tað eru tó nøkur grundleggjandi
viðurskifti í málunum báðum,
sum ger, at handfaringin er bæði
ymisk og eins fyri bæði málini.
Felagsnevnarin fyri ymiskleika og
líkheit í sambandi við handfaringina
av báðum málum er, at trygdarmál,
herímillum hernaðar- og politimál,
eru danskt málsøk og tí ikki sett í
talu á politiskum stigi í Føroyum.
Brunaviðurskiftini í Vága Floghavn
og átøkini hjá Sea Shepherd felags
skapinum í Føroyum eru yvirskipað
sæð umfata av trygdarmálum, ið
danir varða av vegna Føroyar.
Trygdar- og verjumál hava tætt
tilknýti til landøki- og yvirvald
Danmarkar viðvíkjandi Føroyum.
Yvirskipaða vald Danmarkar yvir
Føroyum verður kjølfest í trygd
ar- og verjupolitikkinum sambært
grundlóg, heimastýrislóg og yvir
tøkulógunum. Tí hava føroyskir
myndugleikar søguliga sæð ikki
havt nakað serligt við trygdar- og
verjumál at gera. Hetta hóast tað,
at NATO í samstarvi við Danmark
hevði virknan leiklut í Føroyum
undir Kalda Krígnum, og at Føroyar
seinastu 13 árini hava tikið yvir
málsræði á málsøkjum, ið søguliga
og
organisatoriskt
liggja
tætt
uppat trygdar- og verjumálum, eitt
nú leiting og bjarging á sjónum,
umhvørvistilbúgving og samskipan
av sivilari tilbúgving.
Sæð í mun til nevndu altjóðagerð
og broytingar í trygdarpolitisku
støðuni og –dagsskránni í Evropa,
har hóttanir mótvegis londum eru
tvørtjóða (transnationalir) – eitt nú
yvirgangur, skipað brotsverk við
rúsevnum og vápnum, sjúkdómar
(pandemiir) og mótmæli frá um
hvørvisfelagsskapum - skiftir hug
takið trygdarpolitikkur í fleiri førum
týdning og kemur í fyrsta lagi at
snúgva seg um trygdina nationalt
og innanhýsis í landinum, eisini
nevnt tær ”bleytu” hóttanirnar,
men í breiðum týdningi sæð í mun
til bæði ríki, borgaran og fíggjarligt
virkisfýsni. Í hesum samanhangi
kemur trygdarpolitikkurin í dag
í minni mun at snúgva seg um
hernaðarligar hóttanir, ið koma
uttanifrá, og sum í smalari merking
viðvíkja trygdini hjá ríkinum, eisini
nevndar tær ”hørðu” hóttanirnar.
Samanhildið við, at nútíðar
hóttanir og vandar eru smidligir
og sum nevnt tvørtjóða – virka
tvørtur um landa- og myndug
leikamørk – har tað oftani er brúk
fyri fleirsíðaðum loysnum, og sum
hevur eitt eyðkenni við saman
settum hernaðarligum og sivilum
samstarvi, er tað mítt ástøði, at
tær hóttanir og hendingar, sum
føroyska samfelagið skal fyrihalda
seg til, eru færri í tali men grund
leggjandi ikki øðrvísi í innihaldið
enn tær, ið danska- og onnur
evropeisk samfeløg skulu kunna
handfara.
3. Case Sea Shepherd
Fiskimálaráðið og Løgmansskriv
stovan hava sett tvey skilagóð til
tøk í verk í sambandi við skipan
av- og kunning um grindadráp.
Hetta er gjørt við ávíkavist skipan
av grindaskeiðum kring landið og
dagføring av heimasíðuni whaling.
fo um grind.
Ítøkiliga orsøkin til, at Lands
stýrið nú setir hesi bæði tiltøk í
verk, er hóttanin frá Sea Shepherd
felagsskapinum, sum í fjør vendi
sær ímóti kjarnuvirðum í føroyska
samfelagnum, nevnliga samleik
anum, mentanini, umdøminum
og tryggleikanum. Sea Shepherd
brúkti millum annað fjølmiðla- og
kunningartøkni til at varpa ljós
á, at tað er skeivt at drepa grind.
Við at vera fjølmikið til staðar
runt Føroyar, íklødd frámerkið við
deyðarað, gav Sea Shepherd tekin
um eitt neiligt endamál við sínum
átakið.
Sum eg havi nevnt í greining fyrr,
so er handfaring av grindadrápi í
Føroyum blivin eitt dømi um eina
hending og hóttan mótvegis tí før
oyska samfelagnum, sum er fløkt
og torfør at handfara. Tær nýggju
hóttanirnar sum til dømis við Sea
Shepherd eru eisini smidligar og
virka altjóða tvørtur um landamørk
- tískil eru tær torførar hjá myndug
leikum at stýra. Ein stýring, sum
má taka støði í einari samskipan og
samstarvi tvørtur um myndugleika-
og landamørk, millum tey lond og í
mun til ítøkiligu hóttanina, ið talan
er um.
Tann nýggja trygdardagsskráin
í Evropa og í vesturheiminum
yvirhøvur fevnir eisini um tílíkar
hóttanir, ið hava sum sítt eyðkenni,
at royna at ræða sivila borgaran
við at útinna atgerðir mótvegis
týdningarmiklum funktiónum og
virðum í samfelagnum, herímillum
umdømi, ið er eitt torført virðið hjá
einum landið at verja.
Sea Sheperd átakið var sostatt ein
avbjóðing hjá føroyskum og dons
kum myndugleikum at handfara -
ein handfaring, sum má taka atlit
til eitt víðka trygdarhugtak og eina
samanrenning millum ein nútíðar-
og ein meira síðbundnan trygdar
politikk.
3.1 Sea Shepherd átakið
er ítøkiliggjørt við einari
hending – tí eru operativ
tiltøk sett í verk á lokalum
politiskum stigi, men ikki
sett í talu sum trygdarmál
Sea Shepherd málið er ein hend
ing, ið hevur gjørt seg galdandi
í Føroyum í fjør. Tað vil siga at
vandin fyri, at víðgongdir djóra
verndarfelagsskapir hótta umdømi
Føroya og tryggleika føroyinga er
ítøkilig-gjørdur, og stendur fyri
framman sum ein vandi aftur í ár.
Tí kunnu føroyskir myndugleikar
fyrihalda seg til hóttanina frá Sea
Shepherd, og seta í verk operativ
tiltøk í sambandi við grindaskeið
og kunning um grind. Men tey átøk
og tær fyrireikingar, ið danskir
myndugleikar gera í sambandi við
Sea Shepherd átakið, fær borgarin í
Føroyum lítið og einki at vita um.
Hendan ikki ítalusetan av fyri
reikingum til Sea Shepherd átakið,
kemst allarhelst av tí orsøk, at
danskir myndugleikar ikki ynskja
at seta trygdarmál í talu í føroyska
samfelagnum sæð í ljósinum av
omanfyri nevnda um, at trygdar-
og verjumál hava tætt tilknýti til
landøki- og yvirvald Danmarkar
viðvíkjandi Føroyum. Harumframt
er yvirskipaða vald Danmarkar
Fólkatrygdin og umdømi Føroya
má kjølfestast á politiskum stigi
fyri at fáa raðfesting – case Sea
Shepherd og Vága Floghavn
Henrik Weihe Joensen
ráðgevi í trygdar-, verju-
og tilbúgvingarmálum og
fyrrverandi tilbúgvingarstjóri
í Føroyum
Greining 20. mars 2015
Tiðargrein