Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Tað vóru bara tveir vinnarar í fjóra umfari. Tríggir dystir end­aðu við javnleiki, og tað eru fimm lið, sum ikki hava vunnið fulla úrtøku. Um­framt FC Suðuroy, sum annað vikiskifti á rað tapti 3-1 á heimavølli, og sum fram­ vegis bíðar eftir fyrsta stig­ inum, eru tað fýra onnur lið, sum ikki hava vunnið. Undan kappingarbyrjan varð Víkingur roknaður mill­um FM kandidatarnar. Tí er tað merkisvert, at teir í Sarpugerði higartil hava verið partur av fýra javn­ leik­um. Hesaferð var tað á heima­vølli ímóti KÍ, sum stóran part av 2. hálvleiki var undir­mannað. Kortini var tað ikki fyrrenn í evstu løtu, at heimaliðið tryggj­aði sær javnleikin, tá ið klaks­vík­ ingar gjørdu sjálvmál. AB og EB/Streymur eru eisini tvey av liðunum, sum ikki hava vunnið fulla úr­ tøku í fýra teimum fyrstu um­før­unum. Leygardagin hitt­ust tey við Margáir, og har endaði tað við mál­leys­ um javn­leiki. Tað kundi bent á, at liðini løgdu størri dent á verju­partin, enn tey gjørdu á at vinna. Soleiðis var tað eis­ ini, men tað vóru møgu­leikar – serliga hjá heima­lið­num – at skora avgerandi málið. Í Runavík er fótbóltslagið gott, og tað er ikki so undar­ ligt. Eftir vónbrotið og 3-0 av­ hølv­ingina í Gundadali ímóti B36 næstsíðsta sunnudag, reisti NSÍ seg á heimavølli. Í fjør gekk tað rúm tíð, áðrenn tað eydnaðist NSÍ at vinna á øðrum enn trimum teimum niðastu. Hóast ÍF eftir fýra umfør ikki hevur vunnið fulla úrtøku og er á áttanda plássi, so verða fulgfirðingar ikki roknaðir at vera millum tey, sum skulu stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tí var NSÍ sigurin kærkomin, og NSÍ avrikið í gjár punkter­ aði eisini mytuna um, at Klæmint A. Olsen skorar bara ella næstan bara ímóti botn­liðunum. Ímóti ÍF skoraði hann tvær ferðir, og eftir fýra umfør hevur hann skorað sjey mál. Tað er klassi, sum maðurin plagar at taka til, og hesin veruleikin skor­ ar undir, at toppskjúttin fær onkran leiklut, tá ið lands­lið­ ið seinnapartin sunnu­dag­in skal í eldin niðri í Rumenia. Trygvi trýr upp á tað NSÍ venjarin Trygvi Mortensen var serliga fegin eftir 3-1 heima­sigurin ímóti ÍF. Øll mál­ini vórðu skorað í 1. hálv­leiki. Heimaliðið við Løkin legði bragdliga fyri, og Árni Frederiksberg hevði eftir inn­legg úr høgru møgu­ leika beinanvegin at seta hol á, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan. Hetta var fráboðan um, at aftur hesaferð var fram­rætt­ aða NSÍ konseptið uppspæl í borð­unum og innlegg til hand­ara stólpa. – Vit hava okkara upplegg, sum vit venja aftur og aftur. Sjálv­andi hava vit í fyri­reik­ ing­unum eisini fokus á lið­ num, sum vit skulu spæla ímóti, men tað er sera huga­ ligt, tá ið tað, sum vit hava fyri­reikað, eydnast, tá ið tað skal eydnast, sigur NSÍ venj­ arin Trygvi Mortensen. NSÍ var tætt við nakrar ferðir, áðrenn tað eydnaðist at fáa hol á. Stórir tíggju minuttir vóru farnir, tá ið hol kom á, og tá var tað eftir væl kendu uppskriftini: NSÍ vann bóltin mitt á vøllinum, so varð lagt út í vinstru til Árna Frederiksberg, sum 30 metrar frá baklinjuni legði til handara stólpa, og har var Klæmint A. Olsen á rætta staðnum í røttu løtuni og stýrdi bóltin yvir í handara síðunetið. Stórur fagnaður millum heimafólkið, men bara í lítla løtu, tí so var aftur javnt. Fritleif í Lambanum saman­ spældi í høgru við Karl Løkin, ið fyri fyrstu ferð í ár var á ÍF mið­vøll­inum. Úr eitt sindur spísk­um smekkaði Karl til, og bólturin smeyg sær inn við nærra stólpanum og upp í nettakið. NSÍ liðið var kortini ikki tikið av fótum. Frederiks­ bergarnir Jónhard og Árni vóru væl upp­lagd­ir í borðunum, Jann Martin Mortensen dugdi at leggja bólt­ar­nar í borð­ini, og á verju­kendu miðvallar­pláss­ unum vóru Haraldur R. Kjeld og Magnus H. Olsen raskir. Magnus noyddist skaddir av vøll­inum stutt undan steðg­ inum, og so røkti Hákun Edmunds­son ta uppgávuna. Jóhan Jacobsen og Pól Jóhannus Justinussen eru álops­sinnaðir vongverjar, og teir skiftust um at stuðla í fram­rættaða partinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vóru NSÍ og Klæmint A. Olsen aftur upp á spæl. Hesaferð átti Jónhard Frederiks­berg innleggið úr vinstru og 20 metrar frá bak­ linj­uni. Bólturin sigldi yvir Bartal Eliasen, sum var við nærra stólpan, og Klæmint vann luftdystin við hin ÍF mið­verjan og við Nenad Saric, sum í 1. hálvleiki ikki kendist trívast serliga væl á vinstra vongverja. Og tveir minuttir seinni var 3-1. Hesaferð var tað Jónhard Frederiks­berg, sum mitt fyri mál­inum tveitti seg fram og við krúll­inum stýrdi bóltin í málið. Aftur hesaferð var talan um innlegg ella fram­ legging aftarlaga úr borð­ inum – hesaferð úr høgru. – Eftir steðgin løgdu vit dent á at halda tætt. ÍF hevði bóltin meiri enn vit, og teir vóru onkra ferðina tætt við at fáa mál. Kortini eri eg stak væl nøgdur við, at okk­ara lið og miðverjarnir Monrad Holm Jakobsen og Per Langgaard megnaðu so væl at hava tak á Adeshina Lawal og Clayton Soares, sum vóru í fremstu røð hjá ÍF. Vit vita, at teir teljast millum vanda­ mikl­astu álops­spæl­ararnar av øllum, og tí var tað ein sigur í sigrinum, at tað eydn­ að­ist at halda teimum frá at skora mál, sigur NSÍ venj­ arin Trygvi Mortensen, sum fegnast um liðandan, stríðs­ viljan og moralin. Í ÍF leguni harmast teir sjálvandi um, at tað heldur ikki hesaferð eydnaðist at skora mál. Eftir tríggjar javn­ leikir var hetta fyrsta tapið. Andy Olsen, sum áður hevur spælt við NSÍ, var ytstur á mið­vøllinum í vinstru hjá ÍF: – Vit fingu møguleikan at svara aftur beinanvegin, eftir at teir høvdu lagt seg fram­um, men í 1. hálvleiki megn­aðu vit ikki at halda teim­um. Tað ber við sær, at teir fáa møguleika at leggja vanda­miklu innleggini úr borðunum og inn í brots­ teigin, áðrenn okkara verja hev­ur havt tíð at koma í rætta støðu, og so vita vit, at Klæmint er sera vandamikil. Mál­ini tóku luftina úr okkum í eina løtu, men vit svaraðu væl aftur eftir steðgin, tá ið vit høvdu møguleikar. Í 1. hálv­leiki sendi Ari Ó. Ellingsgaard úr góðari støðu og í stólp­an, og í 2. hálvleiki vóru marginal­irnir ikki við, tá ið bæði Lawal og Clayton eftir innlegg stýrdu bóltin við síðuna av og upp um málið. Vit vita, at NSÍ er vanda­mikið í skjótum mót­ álop­um, og Klæmint hevði Vit brúktu lítlan hálva tíma at tryggja okkum stigini undan vindinum á Vágseiði, sigur væl nøgdi B36 venjarin, og í EB/Streymi harmast liðformaðurin um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku burturúr møguleikum á heimavølli ímóti AB, sum ikki hevur tapt, og sum sambært venjaranum hevur ilt við at spæla seg til málmøguleikar Klæmint og NSÍ eru flúgvandi Jan B. Antonioussen nsí Hesaferð vóru aðrir bollar í suppuni. Tað var greitt frá fyrsta bríksli, at hesin dysturin skuldi vinnast. Við trimum góðum málum hálaðu vit eisini ein sigur heim ímóti einum av betru liðunum í deildini. Álopið gjørdu tað sum teir duga best, og verjan hjá okkum megnaði at koyra helst besta álopsparið í deildini í reyvalumman! Hóast vit øll vóru gjøgnum bloytt eftir dystin, so kundi man fara til hús við einum stórum smíli! Sterkt pressað. Góðir! P.S í dag var nokk onkur í reyðum, ið longdist aftur í gult. fjepparin Lissi Mouritsen B36 So upplivdi Suðuroy aftur sólarmyrking. FLOTT B36! fjepparin Sæbjørn Leiti íf Fínur dystur í dag, men vit fingu ikki tey 3 stig vit komu eftir. Vit mugu bara koma sterkt aftur. Koyr á ÍF! fjepparin Mynd: Álvur Haraldsen