Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 ítróttur risa møgu­leika at økja um leiðsl­una, sigur Andy Olsen. Tit bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum? – Trý stig eftir fýra umfør er ikki tað, sum vit høvdu vón­að og ætlað. Vit hava verið tríggjar ferðir á útivølli, og tað skulu vit aftur næstu ferð, tá ið AB stendur fyri tørni. Tann dysturin hevur sera stóran týdning, sigur Andy Olsen í ÍF. Deyðbóltarnir gjørdu av við FC Suðuroy Tá ið B36 ferðalagið leygar­ morgunin fór suður, var setningurin at vinna trý stig. Seinna­partin var nógvur vindur á Vágseiði. B36 vann luta­kastið og valdi at spæla undan í 1. hálvleiki. Trýstið var beinan­vegin stórt á heima­málið, og serliga í deyð­bólts­støðum løgdu teir í B36 nógv fyri. Bólturin var bæði á tvørtrænum og stólp­ anum aftanfyri Rana Nolsøe Johannesen í FC Suðuroy mál­inum, áðrenn tað eydn­ að­ist B36 at fáa hol á. Felags fyri øll trý málini, sum B36 skoraði fyrsta lítla hálva tíman, var, at tey komu eftir deyðbóltsstøður. Í fyrsta førinum var tað Hans Pauli Samuelsen, sum úr spísk­um í vinstru sendi bólt­in upp í handara krókin. Í næsta førinum var tað eftir horna úr høgru, at miðverjin Hørður H. Askham við høvd­ inum stýrdi bóltin í málið, og í triðja førinum var tað eisini eftir horna úr høgru og eitt sindur av aftur og fram, at Ibrahima Camara úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið. – Vit vóru fullgreiðir yvir, at tað var neyðugt at skora fleiri mál undan vindinum. Í 1. hálvleiki høvdu vit sekstan horna­spørk, og eg eri sera væl nøgdur við, at tað eydn­ aðist at skora tríggjar ferð­ ir. Vit vistu, at teir fóru at trýsta okkum undan vind­ inum, men tað var tryggjandi at hava so stóra leiðslu, tá ið vit fóru at hvíla okkum, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Tit fingu aftur eitt reytt kort? – Hanus Thorleifsson varð vístur av vølli. Hetta var triðja reyða kortið hjá okk­ um í fýra dystum. Vit kunnu ikki liva við aftur og aftur at síggja reytt, so hetta mugu vit taka uppaftur einaferð aftrat. Tíbetur kostaði tað ikki hesaferð. Og nýggju spælararnir skoraðu báðir? – Ibrahima Camara er keyptur til B36 at skjóta mál. Hann hevur skorað í øll­um fýra dystunum, so vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir við tað. Tað er eis­ ini huga­ligt, at hann er alt meiri við í spælinum. Hans Pauli Samuelsen skoraði fyri fyrstu ferð. Hann hevur longu lagt upp til fleiri mál. Tað kemur ikki óvart á. Hann verður heilt víst ein fongur fyri B36, sigur B36 venjarin. Eftir steðgin legði FC Suðuroy fyri sum eitt ódnarveður. B36 verjan stóð stinn, og trýstið framman­ fyri Tórð Thomsen var ongan­tíð so stórt, sum tað undan steðginum var framman­fyri Rana N. Johannesen. FC Suðuroy hevur verið illa rakt av skaðum og leik­ bannum. Soleiðis var tað eis­ ini hesaferð. Tað sást aftur í, at seks av teimum fyrstu ellivu vóru yngri enn 20 ára gamlir. Fótbóltsevnunum bilar einki, men sjálvandi er mun­ur á, tá ið unglingar spæla ímóti vaksnum monn­um. 36 ára gamli Dan Djurhuus hevur ikki verið við fyrr í ár. Nú fleiri vóru burtur frá, var hann biðin við aftur og røkti høgra von­ verjan. Fýra minuttir undan leik­ loki minkaði veteranurin og liðformaðurin, 34 ára gamli Palli Augustinussen, um mun­in við fínum skoti av brots­teigar­markinum. Tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skjóta fleiri mál, og harvið var fjórða tapið veruleiki. – Vit spældu ímóti FM vinn­arunum. Vindurin var við teimum í 1. hálvleiki, tá ið teir skoraðu trý mál, men eg haldi ikki, at vit kunnu brúka tað til undanførslu, tí mót­støðu­liðið var heilt gott. Tíverri megnaðu vit ikki at skora næsta málið, sum kundi borið spenning við sær síðstu løtuna. Vit hava fram­ vegis góðan hugburð, og vit trúgva framvegis uppá, at tað skal eydnast okkum at vinna stig og dystir, sigur FC Suður­oy spælarin Heri Kjærbo. At so nógvir hava verið burturi frá sæst aftur í, at uppstillingin aftur og aftur verður broytt. Heri Kjærbo er dømi um tað. Í ár hevur hann verið miðverji og vongverji, og leygardagin var hann á sentrala miðvøllinum saman við Palla Augustinussen og Búa Egilssyni. Manningarligi fyri­mun­ urin av at Hanus Thorleifs­ son hjá B36 varð vístur av vølli, varð ikki so stórur hjá FC Suðuroy. Lítla løtu seinni sá Jón Krosslá Poulsen, sum hesa­ferð var ytstur á mið­ vøll­inum í vinstru, gult fyri aðru ferð, og harvið stóð tað aftur á jøvnum mann­ingar­ liga. Vardu seg til javnleik Í Streymnesi endaði tað mál­leyst, tá ið EB/Streymur leygar­dagin hevði vitjan av AB. Í trimum teimum fyrstu um­før­unum hevði hvørki liðið vunnið, og fyri báðar partar var tað avgerandi ikki at tapa. Tí varð dentur lagd­ ur á verjupartin. Hjá EB/Streymi noyddist Brian Olsen at taka seg aftur undir upphitingini. Harvið var 18 ára gamli Rói H. Olsen fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu. Spildurnýggjur á EB/ Streyma liðnum var 22 ára gamli Ragnar B. Danielsen, sum er fluttur úr KÍ og til EB/Streym. Hann var ytstur í vinstru á miðvøllinum EB/Streyma liðfor­mað­ ur­in Niels Pauli B. Danielsen harm­aðist um, at tað ikki var eydnast heimaliðnum at vinna øll stigini: – Vit spældu okkum til fleiri møguleikar enn AB. Tí áttu vit at havt skorað og har­við vunnið fulla úrtøku, men vit eru ikki nóg kaldir og neyv­ir. Tað skulu royndir til, og tær fáa ungu menninir við at spæla, so vit trúgva fram­vegis uppá, at tað fer at bera til, og vit fegnast um, at við­halds­fólkini eru tolin, sigur Niels Pauli Danielsen, sum eisini vísir á, at verjan stóð seg so væl. AB venjarin Oddbjørn Joensen er fegin um, at tað eydnaðist at vinna stig, og at verjan stóð seg væl. Hann ásannar samstundis, at AB hevur ilt við at spæla seg til upp­lagdar málmøguleikar: – Tølini lúgva ikki. Eftir 2-2 á útivølli ímóti HB og 1-1 í illveðursdystinum á heima­ vølli ímóti TB hava vit nú spælt tvær ferðir 90 minuttir uttan at skjóta mál. Tað er stór avbjóðing hjá okkum at arbeiða við framrættaða part­inum, áðrenn vit skíris­ dag á heimavølli skulu spæla sera týdningarmikla upp­ gerð ímóti ÍF, sigur Oddbjørn Joensen. fótbóltur FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Dan Djurhuus, Christian Ibegha, Tóki Mortensen, Ari Krosslá Poulsen – John Villi Leo (Teitur Mortensen, 77.), Heri Kjærbo, Palli Augustinussen, Búi Egilsson, Jón Krosslá Poulsen ■■■ – Mamuka Toronjadze B36: Tórður Thomsen ■ – Høgni Eysturoy, Hørður H. Askham, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Róaldur Jakobsen (Benjamin Heinesen, 90.), Eli F. Nielsen, Hanus Thorleifsson ■ – Jákup á Borg, Ibrahima Camara (Árni G. Nielsen, 84.), Hans Pauli Samuelsen (Andrias H. Eriksen, 76.) EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen – Jan á Høgaryggi (Hanus Olsen, 82.), Rói H. Olsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen, Ragnar Danielsen – Leif Niclasen AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Sørin N. Samuelsen, Andras B. Vágsheyg, Beinir Ellefsen – Álvur F. Christiansen, Jobin Drangastein (Nicolaj L. Eriksen, 80.), Bárður Olsen (Rógvi Poulsen, 70.) Kristin R. Mouritsen, Magnus Egilsson ■ (Mikkjal T. Hentze, 70.) – Jógvan Skeel Nolsøe NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Magnus H. Olsen (Hákun Edmundsson, 44.), Haraldur R. Højgaard – Jónhard Frederiksberg, Jann Martin Mortensen (Jonleif Højgaard, 69.), Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 80.) – Klæmint A. Olsen ÍF: Predrag Markovic – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen (Kristoffur Jakobsen, 69.), Poul Nolsøe Mikkelsen, Nenad Saric – Ari Ó. Ellingsgaard ■, Karl Løkin, Sjúrður Jacobsen (Frank Poulsen, 83.), Andy Olsen (Dánjal á Lakjuni, 62.) – Adeshina Lawal, Clayton Soares 0-1: Hans Pauli Samuelsen 15. 0-2: Hørður H. Askham 26. 0-3: Ibrahima Camara 29. 1-3: Palli Augustinussen 86. 1-0: Klæmint A. Olsen 13. 1-1: Karl Løkin 14. 2-1: Klæmint A. Olsen 23. 3-1: Jónhard Frederiksberg 25. (0-3) 1-3 (0-0) 0-0 (3-1) 3-1 Dómari: Rúni Gaardbo Dómari: Kári J. á Høvdanum Dómari: Petur Reinert Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 4 3 0 1 14 6 +8 9 2 B36 4 2 2 0 10 5 +5 8 3 TB 4 1 3 0 5 3 +2 6 4 HB 4 1 3 0 5 3 +2 6 5 KÍ 4 1 2 1 7 6 +1 5 6 Víkingur 4 0 4 0 8 8 0 4 7 AB 4 0 4 0 3 3 0 4 8 ÍF 4 0 3 1 6 8 -2 3 9 EB/Streymur 4 0 3 1 4 8 -4 3 10 FC Suðuroy 4 0 0 4 3 15 -12 0 Páll Lervig fc Suðuroy Vit í FC Suðuroy taptu 4 dystin á rað. Vit hava ov nógvar lyklaleikarar úti til hvønn dyst. Tað kann bara blíva betri. Koyr á FC Suðuroy fjepparin Kristian M. Skála ab Nógvar feilspælingar, miðan fungeraði ikki væl, ein glotti er og tað er verjan, spæligleðin er bara ikki til staðar. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur 3 Stig aftaná 4 umfør, burdu eftir røttum verði 9 Stig. Okkara ungu garpar skulu nokk, bíði bara. fjepparin Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Áki Bertholdsen