mánadagur 23. mars 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heldarskarð
Nummar tvey frá í fjør og
annar
av
upflytarunum
hittust sunnudagin í Gunda
dali. HB-TB er ein av klass
ikarunum ímillum elsta og
næstelsta
fótbóltsfelag
í
Føroyum. Seinast klassikarin
fann stað, í oktober 2013, var
stórur dramatikkur, tá ið HB
fekk viðurkent eitt ógvuliga
umstrítt mál, sum gjørdi HB
til føroyameistara og TB til
niðurflytara. Dysturin í váta
áaførinum í Gundadali í gjár
hevði eisini eina umstrídda
hending í sjálvari yvirtíðini.
Men hesaferð var tað TB,
ið fekk fyrimun av hesari
støðuni
Hjá
HB
manglaðu
Arnbjørn Hansen og Pál
Mohr
Joensen,
ið
báðir
verða skaddir tær komandi
vikurnar. Hinvegin vantaði
TB
ongan
mann.
Nýggi
hálendski áleyparin, Albert
Adu, var við aftur fyri fyrstu
ferð síðani fyrsta leikumfar,
tá ið hann fekk reytt kort.
Veðurlíkindini
vóru
ikki
tespilig at spæla fótbólt í.
Tað regnaði av grimd allan
dystin á tamb. Av tí sama
royndu allir áskoðarar at
troka seg so langt uppi sum
gjørligt í ymsu skýlunum í
Gundadali.
HB á bólti
HB setti seg dystin beinan
vegin og byrjaði eisini væl.
Serliga vóru tað deyðbólts
støðurnar,
ið
gjørdust
vandamiklar. Longu aftaná
tveir minuttir var trunka
spæl
beint
frammanfyri
málinum hjá TB, áðrenn
tvørámenn fingu beint bólt
in burtur, og løtu seinni
skallaði Fróði Benjaminsen
við síðuna av málinum.
Tað var tó TB, ið fekk
tann fyrsta heilt stóra møgu
leikan. Eitt korter var farið,
tá ið Rógvi Joensen spældi til
Arthur D. Poulsen í vinstra
borði. Arthur legði eitt sera
neyvt innlegg til Albert Adu,
ið stóð púra leysur inni í
brotsteiginum. Albert skeyt
fyrstu ferð, men bólturin fór
eitt petti við síðuna av. Ein
sera stórur málmøguleiki til
TB.
Restina av hálvleikinum
var bólturin fyri tað mesta
á TB-hálvuni. Tað var eyð
sæð, at HB ætlaði sær mál
skjótast gjørligt. Beint eftir
stóra málmøguleikan hjá TB
bleiv tvørámaðurin á HB-lið
num, Poul Ingason, spældur
leysur, men úr sindur spísk
ari fjarstøðu megnaði Poul
bert at skjóta bóltin í síðu
netið.
Sum
heild
var
Poul
Ingason væl upplagdur á
vinstra borði í fyrra hálvleiki.
Aftaná 25 minuttir sendi
hann innfyri til Jógvan Róa
Davidsen, ið skeyt fyrstu
ferð. Bólturin stakk í ein TB-
leikara á vegnum og hevði
kós ímóti málinum, men
garvaði serbin í TB-málinum,
Ivan Stojkovic, megnaði at
verja fyri.
Í
endanum
av
fyrra
hálvleiki brendi veruliga á
frammanfyri TB-málið. Í 37.
minutti varð horna sent inn
fyri, har Fróði Benjaminsen
enn einaferð fekk høvdið
á. Skallarin hevði beina kós
ímóti málinum, men á sjálv
ari málstrikuni fekk Ivan
vart fyri. Tá ið 42 minuttir
vóru leiktir var aftur nær
við. Innlegg var sent innfyri
úr vinstru til Jógvan Róa
Davidsen, ið úr heilt stuttari
fjarstøðu sendi bóltin upp
um málið. Sostatt var mál
leyst í hálvleikinum.
Oyðimarknargongd
HB legði eisini væl út í seinna
hálvleiki. Við frekari detalju
spældi Andrew av Fløtum
Fróða leysan, men lands
liðsliðskiparin prikaði bóltin
beint við síðuna av. Aftaná
hetta linkaði HB- trýstið,
ið havnamenninir settu í
endanum av fyrra hálvleiki.
HB hevði bóltin nógv, men
megnaði ikki at spæla seg
til teir heilt stóru møguleik
arnar. TB-liðið var ógvuliga
disiplinerað og fylgdu tak
fótbóltur
H E S A V I K U N A
3
Teitur Matras
Gestsson
Hevði lítið og onki at gera, tó
hevði hann onkra bjarging í
endanum av dystinum. Eitt miðal
avrik.
3
Jóhan Troest
Davidsen
Onki at seta fingurin á í
verjuspælinum. Men frameftir
kom ov lítið burturúr frá høgra
bakkinum hjá HB.
3
Rógvi Holm
Gjørdi tað, sum hann skuldi
í miðverjuni. Hevði ein stóran
møguleika í 86. minutti eftir
deyðbólt, men skallaði uppum.
3
Gunnar Haraldsen
Var skaddur alt
kappingarárið í fjør, men hevur
leikt við í øllum dystum hetta
kappingarárið. Ein álítandi
miðverjuleikari, og tað prógvaði
hann aftur í gjár.
2
Alex José dos Santos
Santos hevur spælt betri
dystir enn hendan. Plagar at
koma nógv fram við frá vinstra
baksplássinum, men fekk ikki
nógv at rigga í gjár.
4
René Shaki Joensen
René hevur fingið nýtt
pláss mitt á miðuni, og har sær
hann út til at stórtrívast. Vinnur
nógvar bóltar og setur eisini
nógv í gongd. Var heilt góður í
fyrra hálvleiki, men slakaði eitt
sindur í seinna.
3
Fróði Benjaminsen
Sum vanligt vann hann
nógvar nærdystir á miðuni,
men hann rakti ikki sítt
toppstøði. Brendi tveir stórar
málmøguleikar.
2
Levi Hanssen
Fleiri av deyðbóltunum
lógu væl, men frá plássinum á
álopskendu miðuni kom nógv ov
lítið burturúr hjá Levi.
2
Jógvan Rói Davidsen
Er fluttur fram á høgra
vong, hóast hann vanliga er
høgri bakkur. Hevði ein góðan
málmøguleika í fyrra hálvleiki,
men ikki nógv spurdist burturúr
hjá honum, áðrenn hann bleiv
útskiftur aftaná 81 minuttir.
Hevði riggað betur sum vongverji
í slíkum dysti.
4
Poul Ingason
Spældi á vinstra vongi, har
tað gekk honum væl. Var ein
støðug hóttan í fyrra hálvleiki
við fleiri góðum innleggum.
Eisini hevði hann onkra
málroynd. Bleiv meira anonymur
í seinna hálvleiki og útskiftur
aftaná 65 minuttir.
3
Andrew av Fløtum
Hevði útgangsstøði sum
fremsti framherji, men kom
ofta oman í vøllin at luttaka í
uppbyggjandi spælinum. Har
deildi hann spælið væl, men
áleyparar skuldi eisini vera
meira vandamiklir frammanfyri
málinum, enn Andrew var í gjár.
spælarameting
TB stóð
royndina
HB var greiður favorittur at vinna í glopraregninum í Gundadali sunnudagin, men
tvørámenn vóru ikki komnir norður um Suðuroyarfjørð uttan at fáa stig heimviðaftur
í skjáttuna. Tað fingu teir eisini í einum dysti av tí minni áhugaverda slagnum
Ósigraðir uppflytarar Mang uppflytalið hava ofta trupult at fóta
sær í nýggjari deild í teimum fyrstu dystunum, men hetta hevur ikki verið
nakar trupulleiki hjá tvørámonnum, ið framvegis eru ósigraðir aftaná fýra
dystir. Seinasta uppflytaralið, ið kláraði seg so væl teir fyrstu dystirnar, var
KÍ, sum í 2011 eisini fór ósigrað ígjøgnum fýra tey fyrstu leikumførini.
1 til 6
Aldursforsetar