mánadagur 23. mars 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
ítróttur
fótbóltur
TB fær plussið í dag. Hildu HB
niðri á fáum málmøguleikum
og eru ósigraðir aftaná fýra
leikumfør. At liggja nummar trý
aftaná fýra umfør er meira enn
góðtikið hjá einum uppflytara.
Tað verður væntað meir av HB
á heimavølli enn tað, ið teir
avrikaðu í gjár. Spælið var ikki
gott og málmøguleikarnir ikki
nógvir. Tveir heimadystir ímóti
AB og TB eiga at geva meira
enn tvey stig, tá ið hugsað
verður um leikaratilfeingið hjá
helst størsta felag í landinum.
tisku boðunum frá Páll
Guðlaugssyni. Í 66. minutti
kom TB í góða støðu, tá ið
teir komu í yvirtal ímóti HB-
verjuni. Ístaðin fyri at spæla
møguleikan
størri
valdi
Rógvi Joensen tó at skjóta
upp á mál útifrá. Bólturin
fór tó væl framvið málinum.
HB skifti bæði Christian
R.
Mouritsen
og
Símun
Samuelsen inn í eini roynd
at skora avgerandi málið.
Men hetta munaði ikki nógv.
Spælið hjá HB var stirvið og
manglaði hugflog. Tað var
ikki fyrr enn í 86. minutti, at
teir reyðsvørtu aftur fingu
ein málmøguleika. Horna
spark varð sent innfyri, men
úr stuttari fjarstøðu eydnað
ist tað ikki Rógva Holm at
raka málið.
HB skorar
Í sjálvari yvirtíðini kom mest
umrødda støðan í Gunda
dali í gjár. Í eini síðstu roynd
at skora avgerandi málið
byggir HB spælið upp á mið
uni. Bólturin verður sendur
út í vinstra borð til Símun
Samuelsen, ið skjýtur inn
fyri.
Fróði
Benjaminsen
hælar
bóltin
inn
ímóti
málinum,
har
Christian
R. Mouritsen setur síðsta
fótin á og skorar. Øll halda,
at dysturin hevur funnið
sín vinnara, men ólukkutíð
fyri HB, so hevur linjuverjin
veittrað
fyri
rangstøðu.
Hetta var tað seinasta í hendi
í einum av teimum heldur
keðiligari fótbóltsdystunum.
Tað var ongin ivi um, hvørji
viðhaldsfólk vóru betur nøgd
við
javnleikin.
HB-skýlið
tømdist skjótt, meðan fleiri
av
TB-viðhaldsfólkunum,
ið fjølment vóru møtt upp í
Gundadali, blivu standandi
eina løtu og fagnaðu sínum
monnum. Hetta er fyrstu
ferð síðani 1992, at TB fær
stig ímóti HB í Gundadali. Ta
ferðina endaði dysturin eis
ini við málleysum javnleiki.
Úrslitið merkir, at bæði
liðini framvegis eru á jøvn
um á stigatalvuni við seks
stigum fyri tríggjar javnleik
ir og ein sigur. HB má iðra
seg, at teir ikki hava megn
að at vunnið fleiri stig, tá ið
hugsað verður um, at teir
hava mist stig ímóti tveim
um av niðaru liðunum í Effo
deildini í fjør, og harafturat
eisini TB í gjár. Tvørámenn
eiga tó stóra rós fyri ikki at
hava givið HB ein lættan
dyst. Taktiska uppleggið rigg
aði væl og eyðkendi stríðs
viljin hjá TB var at síggja í
øllum teirra leikarum. Eitt
sera virðismikið stig fyri TB,
tá ið hugsað verður um, at
flestu av teirra stigum van
liga verða vunnin á heima
vøllinum við Stórá. Og við
seks stigum, 3. plássi og ósigr
aðum liði man fótbóltslagið
á Tvøroyri uttan iva vera
heilt gott, nú kappingin fer í
landsliðssteðg.
3
Ivan Stojkovic
Hevði helst roknað við, at
meira var at gera í Gundadali.
Var tryggur og tók tað, sum
hann skuldi. Hevði eina sera
góða og týdningarmikla
bjarging í 38. minutti, tá ið Fróði
Benjaminsen skallaði upp á mál.
3
Teitur Justinussen
Hevði trupulleikar í fyrra
hálvleiki av Poul Ingason, men
spældi seg væl upp í seinna
hálvleiki. Stríddist væl.
4
Martin Tausen
Stýrdi TB-verjuni væl og
ruddaði ofta burtur, tá ið HB
nærkaðist TB-málinum. Er ein av
leiðarunum á TB-liðnum.
3
Teitur Olsen
Gott miðverjusamstarv
saman við Martini. Lesur spælið
væl og er skilagóður á bóltinum.
Gjørdi tó okkurt hissini óneyðugt
fríspark.
3
Andri Freyr
Bjørnsson
Íslendski vinstri vongverjin
var álítandi í verjustøðu. Kom
framvið nakrar ferðir, men har
spurdist ikki tað heilt stóra
burturúr.
3
Reynir Magnússon
Á defensivu miðuni var eisini
íslendski Reynir ógvuliga sterkur
í nærdystum. Tó kom lítið
burturúr frameftir.
3
Rógvi Joensen
Drívmegin á miðuni hjá TB.
Arbeiðir væl og rennur eisini ofta
framvið. Hevði eitt langskot, ið
tó fór framvið málinum.
4
Heine Mortensen
Ein tann besti TB-leikarin í
dagsins dysti. Kropsliga væl fyri,
vinnur nærdystir og var eisini
førur fyri at seta HB-leikarar av í
summum førum.
3
Patrik Johannesen
Kom ikki nógv burturúr
í fyrra hálvleiki, men spældi
seg væl upp seinni. Hevði eitt
langskot í seinna hálvleiki, sum
Teitur Gestsson bjargaði.
3
Arthur D. Poulsen
Vørumerkið hjá risastóra
vonginum, tey ómetaliga langu
innkøstini, tyktust ikki at rigga
líka væl sum vanligt vegna
nógva regnið. Hevði eitt gott
upplegg til stóra málmøguleikan
hjá Albert Adu tíðliga í dystinum.
Eitt fínt avrik.
3
Albert Adu
Var ógvuliga einsamallur í
fyrra hálvleiki, har hann eisini
brendi ein stóran málmøguleika.
Í seinna hálvleiki fekk hann betri
stuðul frá sínum viðleikarum,
og so gjørdist hann eisini betri.
Um hann eisini byrjar at skora
mál, kann Adu gerast ein sannur
fongur fyri TB.
spælarameting
Heine fór at bløða Tá ið umleið 20 minuttir vóru leiktir
mátti Heine Mortensen hjá TB av vøllinum, tí at hann var farin
at bløða í skallanum. Tískil leikti hann restina av dystinum við
hvítari bandasju um alt høvdið. Hetta darvaði tó á ongan hátt
fótbóltsspælinum hjá 24 ára tvørámanninum, ið leikti væl.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
HB: Teitur Matras Gestsson – Jóhan Troest Davidsen,
Gunnar Haraldsen ■, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos
– René S. Joensen ■, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen
– Jógvan Rói Davidsen (Símun Samuelsen, 81.), Andrew av Fløtum,
Poul Ingason (Christian R. Mouritsen, 65.)
TB: Ivan Stojkovic ■ – Teitur Justinussen, Martin Tausen,
Teitur Olsen, Andri Freyr Bjørnsson – Frank Odje Able,
Reynir Magnússon, Heine Mortensen, Rógvi Joensen ■,
Arthur D. Poulsen ■ – Patrik Johannesen ■
(0-0) 0-0
Dómari: Alex Troleis
Allan Smedemark
tb
Fáa eitt gott stig suður við úr
Gundadalið. Enn ósigraðir, og
okur halda á við at kempa, sum
úlvar á skóg, fyri hvørt einasta
stig!
fjepparin
Allan Enghamar
hb
Út av lagi vánaligt, ikki at fáa
3 stig móti TB í Gundadali. Stór
leiklig yvirvág bleiv ikki brúkt til
nakað, spæli var mestsum heilt
fantasileyst. Hatta kunnu tit
gera betri dreingir!
fjepparin