Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Tað var glopraregn í Sarpu­ gerði sunnudagin, har Vík­ ing­ur, sum er nógv darvað av javnleikum, fekk vitjan av KÍ. Í mun til aðrastaðni í land­inum, so var lítið av vindi á vøllinum, og fótbólts­ lík­indini vóru samanumtikið góð. Nógva regnið forð­aði ikki fyri at nógvir áskoð­arar vóru uppmøttir til henda spenn­andi dystin. Um­ støður­nar fyri áskoð­arum eru somikið góðar í stóra og stásiliga skýlinum, har tað er møguleiki at sita turrur óansæð veður. Víkingur leitar og leitar eftir at fáa forloysingina við einum sigri, meðan KÍ hevur havt eina meiri svingandi byrjan við einum av hvørjum – einum javnleiki, einum sigri og einum tapi. Hjá KÍ vóru Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni ikki við, meðan Víkingur mátti síggja burt frá Bárði J. Hansen. KÍ omaná Hjá Víkingi var Hans Jørgen Djurhuus aftur á mið­vøll­ inum. Hann plagar at fylla nógv, men tað var KÍ, sum hevði best pláss og fekk lítla yvir­vág alt fyri eitt. Tað vóru eisini gestirnir úr KÍ, sum komu best frá byrjan og fingu eitt brotsspark sum ein rullu­start til málskjótingina. Tað var Kenan Hajdarević, sum varð feldur, og brots­ spark­inum tók Henry Heinesen sær trygt av. 1-0 til gestir­nar og fjáltur á heima­ monn­unum. Fjálturin var til at fáa eyga á. Løtuna eftir málið regn­aði tað við álopum oman­yvir Víkinga-málið, men hóast naskar royndir frá Henry Heinesen og Kenan Hajdarević, so helt Víkingur tætt hesa løtuna. Víkingur royndi at svara aftur. Eina skotroyndin hjá Andreas Lava Olsen fór stutt framvið málinum, men tað var samanumtikið langt ímill­um snapsirnar hjá Víkingi, sum hevði trupult við at skapa sær pláss og fáa saman­spælið á glið. Klaks­ vík­ing­ar vóru rætt og slætt gramm­ari í nærdystum og hetta hjálpti teimum at fáa yvir­vágina. Gestirnir øktu Tá ið tíggju minuttir vóru til hálvleiks, eydnaðist tað KÍ at økja til 2-0. Eftir langt útspark frá Meinhardti Joensen var tað Kenan Hajdarević, sum við høvd­ inum longdi bóltin til Páll A. Klettskarð. Mál­rev­urin hugs­ aði ikki tvær ferðir og sendi bóltin inn við handaru stong, og nú var 2-0 til KÍ. Hetta sá av álvara ikki út til at vera dagurin hjá Víkingi, og minuttin undan hálv­leiks­steðginum vóru teir sera óhepnir við at missa málverjan, Geza Turi. Eftir nærdyst við Páll A. Klett­ skarð lendi hann ógvuliga keði­liga á vøllinum, og tað gjørdist alt fyri eitt greitt, at hann ikki var førur fyri at halda fram. Hann varð borin av vøll­inum og avloystur av Eliasi Rasmussen. Fimm minuttir vórðu lagd­ir afturat vegna drúgva steðg­in í spælinum, men hesa løtuna hendi einki, og tað vóru gestirnir úr KÍ, sum fóru til hálvleiks á odda 2-0. Tað var eyðsæð, at Víking­ arnir hingu við høvdunum ávegis til hálvleiks, men hes­ in hugburðurin skuldi vísa seg at broytast í seinna hálv­ leiki. Hamskiftir Tað vóru fleiri minuttir eft­ ir av hálvleikssteðginum, tá ið teir úr Víkingi komu út aftur á vøllin. Ímillum leik­ar­ar­nar gekk venjarin, Sigfríður Clementsen, og pepp­aði leikararnar upp til seinna hálvleik. Teir vóru at síggja til ógvuliga uppsettir, og tað sást eisini, tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði seinna hálv­leik í gongd. Teir vóru snøgt sagt hamskiftir. fótbóltur H E S A V I K U N A Geza Turi Ov stutt á vøllinum til at fáa støðumet. Útskiftur í 45. min. vegna skaða. 2 Gert Hansen Rakar ikki støðið, sum Bárður J. Hansen rakti á høgra bakki í fjør. Ikki serliga eyðsýndur hendan dystin. 3 Atli Gregersen Helst tann frægari av miðverjuleikarunum hendan dystin og vandamikil tá ið hann fór fram við. 2 Erling D. Jacobsen Onkur skeiv upprudding og somuleiðis onkur manglandi markering. Undir miðal. 3 Hanus Jacobsen Seldur í seinasta málinum. Annars luttakandi í álopspartinum, tó uttan at hann gjørdi nógvar skreytir. Hans Jørgen Djurhuus Ov stutt á vøllinum til at fáa støðumet. Útskiftur í 29. minutti. 3 Súni Olsen Enn sum altíð spælbýtarin og kom væl frá tí partinum. Skoraði brotsspark. Misti nakrar bóltar á miðvøllinum tó. 3 Sølvi Vatnhamar Í meira lagi av skeivum sendingum, men var tó eisini raskur at rudda upp eftir seg. Svingandi, men endaði á miðal. 4 Philip Djordjevic Gjørdi lítið um seg í fyrra hálvleiki, men var millum teir mest eyðsýndu í seinna hálvleiki. Avbjóðandi og skapti nógv. 3 Finnur Justinussen Stóð aftur í dag eitt sindur í skugganum av álopsmakkaranum, Andreas Lava Olsen. Miðal. 4 Andreas Lava Olsen Hann er har, tá ið á stendur. Málskjótingin kom á glið tíðliga í ár, og hon heldur fram. Eitt vakurt mál. spælarameting Málveitsla og enn ein javnleikur Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá ið Víkingur og KÍ brustu saman í Sarpugerði í gjár. Borðreitt varð við brotsspørkum, reyðum korti og seks málum í einum ferðmiklum dysti, sum eftir at hava bylgjað aftur og fram endaði við 3-3-javnleiki. Hetta var fjórði javnleikurin á rað hjá Víkingi Man er frustreraður Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, varð eftir dystin spurdur um hvussu kenslan var aftaná fjórða javnleikin. – Man er frustreraður. Tað man vera kenslan í løtuni. KÍ eigur tann fyrra hálvleikin og vit tann seinna, so ein javnleikur man vera passandi, segði Sigfríður og legði afturat um teir mongu javnleikirnar: – Vit mangla tað síðsta, og tað mugu vit brúka tíðina inntil næsta dyst at finna út av hvat skal til afturat. 1 til 6