mánadagur 23. mars 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
ítróttur
fótbóltur
Bæði Víkingur og KÍ høvdu
løtur í dystinum, har tað
var lætt at fara niður við
høvdinum. Tað gjørdi eingin.
Víkingur endavendi dystinum
til 2-2 og yvirtalsstøðu, meðan
KÍ síðani bardi vánaligu útlitini
og fingu stig við sær. Sálarliga
sterkt av báðum liðum!
Tað er ikki fyrstu ferð í ár, at
dómari ella hjálpardómari av
áskoðarum eru ákærdir fyri
at venda sær á og tosa ljótt
við áskoðararnar. Er hetta
veruleikin, mugu viðkomandi
dómarar hugsa seg betur
um. Sera óprofessionelt og
betrar ikki um umdømið.
Tað var Víkingur, sum
nú setti dagsskránna. Og
tað vóru ikki fleiri enn
fimm minuttir farnir, tá ið
nýklakti
landsliðsleikarin,
Andreas Lava Olsen, stakk
høvdið fram eftir innlegg úr
høgru síðu og stútaði bóltin
inn framvið nærmaru stong.
Víkingur hevði nú minkað
um munin til 2-1 og spenn
ingur var aftur í dystinum.
Reytt kort
Stutt eftir 2-1-málið hjá
Víkingi gjørdust líkindini
fyri einum comback betri.
Liðskiparin hjá KÍ, Jonas
Flindt
Rasmussen,
fekk
nevniliga
seinna
gula
kortið og varð rikin av vølli.
Víkingur hevði nú góðan
hálvan tíma at fáa javnað
og møguliga enn meiri enn
tað, og tað skuldi bara ganga
sjey minuttir til tað stóð á
jøvnum. Eftir trunkaspæl og
samrøðu ímillum dómara og
hjálpardómara varð avgjørt,
at Víkingur skuldi hava
brotsspark. Hesum tók Súni
Olsen sær av; bólturin varð
sendur upp í málhornið og
so stóð á jøvnum 2-2.
Aftur KÍ
Hóast Víkingur nú av álvara
hevði vind í seglunum við
útjavnandi máli, yvirtals
støðu og einum trýsti á KÍ-
málið, so var tað KÍ, sum
lúrdi eftir mótálopum og
eisini fekk úrtøku burturúr
tí. Sørmundur Kalsø sníkti
seg ímillum eitt uppspæl
hjá Víkingi. Hann setti ferð
á og rann mest sum alla
longdina av vøllinum fram
á baklinjuna, haðani hann
sendi bóltin innfyri til Páll
A. Klettskarð, sum tveitti seg
í ein stútara og fekk sneitt
bóltin í málið handan inn
skifta Elias Rasmussen. 3-2
til KÍ og enn ein kúgvending
í dystinum.
Málið fall tíggju min
uttir fyri leiklok, og júst sum
væntað, so var tað Víking
ur, sum legði stórt trýst á
KÍ-málið seinastu løtuna.
KÍ-liðið parkeraði bussin við
egnan málteig, og eitt mót
svar hjá Sigfríði Clementsen
var at senda Atla Gregersen
fram í álopið.
Aftur javnt
So hvørt sum skotroyndirnar
hjá Víkingi fóru framvið
málinum og einstakar eisini
bjargaðar
av
Meinhardti
Joensen,
kom
heimaliðið
í tíðarneyð. Men júst sum
tað líktist einum KÍ-sigri,
so var ein KÍ-ari avgerandi
fyri, at tað ikki skuldi henda.
Og so í sjálvum 90. minutti.
Ein av mongu bóltunum,
sum Víkingur lossaði fram í
feltið, sigldi framvið fyrsta
luftdystinum,
og
tá
ið
Mayowa Alli skuldi stúta
bóltin burtur av vandaleið,
rakti hann bóltin illa og var
somikið óheppin, at bólturin
fór í egið mál. 3-3 í evstu løtu
og hetta gjørdist eisini enda
liga úrslitið.
Tað er alt eftir hvør er
optimist ella pessimist, hvørs
tað skal sigast, um Víkingur
framvegis er ósigrað ella ikki
hevur vunnið ein dyst enn.
Tað er undir øllum umstøð
um veruleiki, at Víkingur
hevur spælt javnt í fýra teim
um fyrstu dystunum.
KÍ vann sær fimta stigið
í ár. Helst eru kenslurnar
blandaðar í Klaksvík eftir
dystin, sum teir stevndu
beint ímóti at vinna, men
eina løtu seinni eisini vóru
við tann greiða undirlutan.
3-3-javnleikur mátti tó
samanumtikið vera á einari
leið dystargongdina havt í
huga.
albinus@sosialurin.fo
3
Meinhardt Joensen
Trý mál er nógv at lata
ígjøgnum, men hann vardi fyri
einum møguligum fjórða máli og
tað hálar hann upp á miðal.
4
Sørmundur Kalsø
Átti stóran lut í
3-2-málinum við framúr góðum
frambroti. Í verjustøðu hevði
hann úr at gera og har stóð hann
seg rímiligt.
2
Jonas Flindt
Rasmussen
Stóð seg væl og ruddaði nógvar
bóltar burtur áðrenn hann fekk
tvey óneyðug gul kort og varð
útvístur. Kostaði nógv.
3
Ísak Simonsen
Kom undir stórt trýst sum
einasti miðverjin, ið spældi allan
dystin. Ongar sjónligar villur og
kom rímiliga væl frá tí.
3
Mayowa Alli
Kropssterkur leikari,
sum heldur seg tætt
mótstøðumanninum og ikki
letur nógv pláss. Var óheppin og
gjørdi kostnaðarmikið sjálvmál.
3
Henry Heinesen
Royndist væl sum
vongleikari. Setti ferð á og var
atsøkjandi. Skoraði eitt mál upp
á brotsspark.
3
Tórur Justesen
Var við til at leggja trýst
á í fyrra hálvleiki, men datt
spakuliga úr dystinum og varð
útskiftur.
4
Ndende Adama Guéye
Leikluturin sum slítarin á
miðvøllinum er umráðandi ímóti
Víkingi, og væl var frágingið.
Fylti nógv og eirindaleysur.
3
Hjalgrím Elttør
Gott avrik við bóltinum í
dag. Sniðgevin handan nógv av
uppspølunum, sum løgdu trýst
á Víking.
3
Kenan Hajdarević
Tiltuskaði sær brotsspark og
var samanumtikið vandamikil.
Sansar seg fram á rætta stað í
brotsteiginum, men gav einki
stórt avkast í dag.
5
Páll A. Klettskarð
Týpiskur málrevur. Sæst ikki
nógv til hann, men rundar av
við tveimum málum. Serliga tað
seinna var væl sneitt í málið.
spælarameting
Vit mistu tvey stig Meinhardt Joensen, var eftir dystin heldur mis
nøgdur við eina stigið. – Man kann tosa um at eitt stig á útivølli ímóti
Víkingi er í lagi áðrenn man veit hvussu dysturin formar seg, men eg
haldi, at vit missa tvey stig í dag, segði Meinhardt, sum tó eisini segði,
at hann var glaður fyri at síggja hvussu hart menn hansara arbeiddu.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
Víkingur: Geza Turi (45. Elias Rasmussen) – Gert Hansen,
Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnahmar,
Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (29. Heðin Hansen)
Filip Djordjevic ■ – Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen
KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø ■,
Jonas Flindt Rasmussen ■■■, Ísak Simonsen,
Mayowa Oladele Alli – Henry Heinesen ■ (62. Evrard Blé ■)
Ndende Adama Guéye, Tórur Justesen ■ (64. Jákup B. Andreasen)
– Hjalgrím Elttør (88. Jóannes Bjartalíð) – Páll A. Klettskarð,
Kenan Hajdarević
0-1: Henry Heinesen, 8. (br.)
0-2: Páll A. Klettskarð, 34.
1-2: Andreas Lava Olsen, 54.
2-2: Súni Olsen, 65. (br.)
2-3: Páll A. Klettskarð, 80.
3-3: Mayowa Oladele Alli, 90. (sj.)
(0-2) 3-3
Dómari: Eiler Rasmussen
Kristian Joensen
kí
Við 10 móti 11 á útivølli móti
liðnum, ið sigur at teir verða
meistarar, má verða góðtikið..
MEN MEN, vit áttu at vunnið..
Men nú haldi eg at dómarnir ella
leikarnir mugu taka seg saman.
10 reyð kort í 4 teimum fyrstu
umførinum. Okkurt er heilt galið!
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Vil fyrst takka KÍ fyri tað
útjavnandi málið. Man kundi
tikið nógv fram um dystin, bæði
dømingar og til tíðir hartspæl.
Men vit lata tað liggja. Aftur ein
javnleikur er ikki gott nokk um
vit ætla at liggja í toppinum.
Men vit koyra á aftur næsta
dyst. WLYV
fjepparin