mánadagur 23. mars 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jákup Mørk
Tað var løtan, tá H71 skuldi
prógva, at teir eiga pláss í FM-
finaluni. Síðani ársskiftið
ella har á leið hevur myndin
í Atlantic Airways-deildini
verið púrasta greið. VÍF hev
ur verið oddafiskur, og síðani
hava tað verið Kyndil og H71,
sum hava elt hitt plássið í
finaluni. Her hevur Kyndil
fyri tað nógva verið stavnin
frammanfyri, men við at
vinna teir báðar innanhýsis
dystirnar eftir nýggjár hevur
H71 nú vunnið sær trumfin.
Gaman í eru hoyvíkingar
nir framvegis tvey stig aftan
fyri Kyndil. Men teir hava ein
dyst til góðar, og við at hava
munin í innanhýsis uppgerð
unum er tað nógv mikið hjá
H71, um liðini bæði enda jøvn
í stigum.
Hartil
er
dystarskráin
hjá H71 eitt sindur meira
yvirkomulig, enn hon er
hjá Kyndli. H71 skal spæla á
heimavølli móti KÍF og StÍF,
meðan einasti útidysturin er
í Klaksvík. Kyndil skal longu
í komandi umfarinum til
Vestmanna at takast við VÍF,
áðrenn teir í sínum seinasta
dysti eiga heimavøll móti
KÍF.
Við øðrum orðum, so skal
Kyndil vinna báðar sínar
dystir – teirra millum trupla
útidystin í Vestmanna – um
framt at teir mugu vóna, at
H71 missir stig á vegnum.
Ella fyri at taka orðini hjá
Hans Áka Dal-Christiansen,
tá Rás2 fekk orðið á hann
eftir tapið sunnudagin:
– Vit skulu vera ómetaliga
hepnir, um vit skulu røkka
finalunum!
Petur Mittún, venjari hjá
H71, var hinvegin skjótur at
staðfesta, at tað enn er langt
ífrá sloppið hjá teimum.
– Vit hava tríggjar finalur
eftir at spæla. Finaluplássið
er akkurát líka langt burturi,
sum tað var, tá kappingarárið
byrjaði. Vit hava eina støðu,
har vit sjálvir kunnu avgera,
um vit verða í finaluni, og
sjálvandi ræður nú um at
vinna dystirnar, sum eftir
eru, staðfestir H71-venjarin.
Kollfirðingar vaknaðir
Miðskeiðis á stigatalvuni er
okkurt, sum bendir á, at KÍF
nú aftur hevur funnið flog
ið. Seinastu vikurnar hava
Team Klaksvík og Neistin
lagt rygg til stórtap móti KÍF,
og nú medda teir eftir einum
endaspurti, so teir um ikki
annað kunnu enda kapp
ingarárið við einum góðum
endaspurti.
Finaluplássið
hava tey ikki tosað stórvegis
um í Kollafirði seinastu mán
aðirnar, og nú er setningurin
at brynja liðið til tær av
bjóðingar, sum bíða í heyst.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað tykist, sum hevur Kyndil
funnið rætta hondbóltslagið
í evstu løtu.
Eftir góðan mánað, har
spælið tóktist merkt av
tapinum í steypafinaluni,
høvdu tær grønu knívin á
barkanum. Og vit skulu ikki
meira enn tvær vikur aftur,
tá tey flestu staðfestu, at
VÍF var stóri favoritturin at
fylgja Neistanum í steypa
finaluna.
Tapið hjá VÍF í Vági gav
tó Kyndli ein møguleika at
sleppa úr kvørkratakinum,
og hesum tóku tær av, tá tær
vundu burtur úr Neistanum
í grannauppgerðini.
Tann dysturin og tann
sigurin bóru sjálvandi tvey
sera týðandi stig við sær.
Men enn meira týdningar
mikið, so mundi sigurin
geva Kyndli trúnna uppá, at
eitt meistaraheiti als ikki er
nøkur ómøguligheit.
Sunnudagin
kom
Stjørnan á vitjan, og har var
einki ivamál. Fáur ivaðist
undan dystinum í, at Kyndil
var risa-favorittur. Men fáur
mundi kortini rokna við, at
sigurin skuldi gerast somikið
sannførandi.
StÍF vann í Vági
Í Vági munnu tey iðra seg
um, at tað ikki hevur eydnast
VB at fáa takið á StÍF. Sunnu
dagin vann StÍF triðu av fýra
møguligum uppgerðum móti
VB, og hetta hava verið dýr
tap. Telja vit »øvutan« veg,
so hevur VB mist seks stig í
uppgerðunum móti StÍF, og
tað hava hvørki Neistin ella
Kyndil. Júst tey seks stigini
gera, at VB ikki er við í kapp
renningini um finaluplássini.
Hetta skal tó eisini tæna
StÍF til rós. Tær tóku eisini
stig frá VÍF í fyrsta umfar
inum í vetur, og tey bæði
stigini eru júst tey, sum VÍF
nú manglar í royndunum at
fáa Kyndil aftur. Tað ber boð
um, at miðvísa arbeiðið, har
StÍF í fleiri ár hevur dúv
að upp á egið tilfeingi, nú
ber ávøkstur, og tað vísir
eisini, at tað kanska ikki er
so øgiliga langt upp til eina
støðu, har StÍF í enn størri
mun kann bjóða teimum
stóru av.
Triði dysturin hetta um
farið var á Giljanesi, har
Neistin vann væntaða stór
sigurin. Neistin hevur eisini
matematisku vissuna fyri
einum finaluplássi, og í løt
uni tykist einasti spurning
urin vera, um tær megna at
halda motorinum koyrandi
við nóg nógvum snúningum,
so momentið verður tað
rætta, tá vit koma fram til
FM-finalurnar.
jakup@sosialurin.fo
Hondbóltur
Í mánaðir hava Hoyvíkingar elt Kyndil í stríðnum um pláss í FM-
finalunum. Nú situr H71 við øllum trumfunum
Støddfrøðin er ikki endaliga staðfest, men tá Kyndil í seinasta umfarinum hevur heimadyst
móti Søljuni, ber illa til at ímynda sær annað, enn at tær grønu eru í finaluni
Kyndil í finaluni
H71 situr við trumfinum
Atlantic Airways-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 VÍF
21
17
-
0
-
4
604
492
112
34
2 Kyndil
22
15
-
1
-
6
516
454
62
31
3 H71
21
14
-
1
-
6
535
460
75
29
4 KÍF
21
10
-
1
-
10
558
554
4
21
5 KÍF
22
8
-
2
-
12
550
607
-57
18
6 StÍF
22
5
-
1
-
16
545
584
-39
11
7 Team Klaksvík
21
3
-
0
-
18
460
617
-157
6
Hvonn-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 Neistin
22
17
-
1
-
4
628
415
213
35
2 Kyndil
22
16
-
2
-
4
546
391
155
34
3 VÍF
20
13
-
0
-
7
575
435
140
26
4 VB
21
12
-
1
-
8
532
447
85
25
5 StÍF
22
10
-
0
-
12
510
473
37
20
6 Stjørnan
20
4
-
0
-
16
370
535
-165
8
7 Søljan
21
0
-
0
-
21
210
675
-465
0
Mynd: Álvur Haraldsen