mánadagur 23. mars 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
ítróttur
Jákup Mørk
Hóast tað fravegis kann
broytast í bestu mansdeild
ini, so bendir alt á, at tað
verða VÍF og H71, sum skulu
spæla FM-finalur í næstum,
meðan tað hjá kvinnunum
verður ein dystur millum
Neistan og Kyndil.
Soleiðis sum úrslitini hava
verið seinastu vikurnar, so er
ikki tað heilt stóra at siga til
hetta. Hjá monnunum vóru
hoyvíkingar teir stinnaru í
tí, sum á pappírinum líktist
hálvfinaluni, meðan Kyndils
kvinnur tykjast hava funnið
rætta lagið aftur, og í farnu
viku vundu tær burtur úr
grannunum úr Neistanum.
VÍF við sviðusoð
Fram um mongu dystirnar,
sum hava verið á vøllinum,
so eru tó tríggjar hendingar,
sum
standa
serstakliga
sterkar í minninum, tá tosað
verður um hondbóltslands
kappingina 2014/15.
Í tveimum førum gjørd
ist talan um skrivaraborðs
sigrar, og sum stigatalvan
sær út, so hevur talan í báð
um førum verið um avger
andi stig, sum eru ávíkavist
vunnin og mist.
Hjá
kvinnunum
fekk
Kyndil matematiska vissu
fyri
finaluluttøkuni
um
vikuskiftið, tá tær vunnu
móti Stjørnuni. Tann sig
urin var tó væntandi, og
lykladysturin mundi heldur
vera greiði sigurin móti
Neistanum í farnu viku. Eins
avgerandi eru tó tey bæði
stigini, sum Kyndil vann, tá
tær vístu umsitingini á, at
Neistin helst hevði nýtt ein
ov ungan málverja í triðu
grannauppgerðini á árinum.
Tann dystin vann Neistin
á vøllinum, men á skrivara
borðinum fullu stigini sum
Kyndil, sum við hesum vann
sær tvey sera týðandi stig í
oddastríðnum. Um tey vórðu
avgerandi, er sjálvandi ilt at
siga. Men veruleikin er í
øllum førum, at hevði Kyndil
í dag havt tvey stig færri, so
hevði talan verið um heilt
avgerandi dyst í Vestmanna
um eina viku.
Ikki er tað sørt, at kvinn
urnar úr Vestmanna kenda
seg eitt sindur illa viðfarnar
í ár. Skrivaraborðssigurin
hjá Kyndli áttu tær ongan
lut í, men kortini vórðu tær
raktar. Heldur ikki áttu tær
lut í kiksaranum, sum bar
við sær, at eingir dómarar
møttu í Vági, tá VÍF vitjaði.
Tann søgan endaði við, at
VÍF mátti til Vágs í miðviku,
og tað er alt annað líka minni
optimalt enn at spæla í Vági
um vikuskiftið. Um tað avirk
aði úrslitið, skulu vit lata
vera ósagt, men tapið í Vági í
farnu viku spældi í øllum før
um trumfin í finalustríðnum
yvir til Kyndil.
Kyndilsmenn iðra seg
Ein orsøk til, at Kyndil
»slatraði«
til
kappingar
nevndina um unga málverjan
hjá Neista-kvinnum var, at
grøna havnarfelagið kendi
seg illa viðfarið longu í fyrsta
umfarinum av manskapp
ingini.
Tá vann Kyndil annars
greiðan sigur á Team Klaks
vík, men tá Kyndil nakrar
dagar eftir dystin skuldi flyta
eitt spæliloyvi, kom umsit
ingin hjá HSF eftir, at spæl
arin hevði spælt ólógliga í
dystinum móti Team Klaks
vík.
Klaksvíkingar
vórðu
kunnaðir um hetta, og teir
gjørdu av at kæra mótstøðu
liðið.
Málið varð roynt allan
vegin í kæruskipanini, men
úrskurðurin stóð ikki til at
broyta, og so misti Kyndil
tey bæði stigini, sum teir
annars høvdu vunnið. Og tað
er nú ikki sørt, at hesi stigini
høvdu munað i dag. Tey
høvdu kanska ikki tryggjað
teimum grønu finaluplássið,
men tey høvdu alt annað líka
gjørt, at spenningurin fram
vegis var intaktur í enda
spurtinum.
Skrivaraborðið
hevur
talað, og hvørki Kyndil ella
VÍF fáa gjørt stórvegis við
tað, sum er farið. Men kærur
og dystarflytingar verða nak
að av tí, sum tosað verður
um,
tá
hondbóltsveturin
2014/15 verður gjørdur upp.
jakup@sosialurin.fo
Hondbóltur
Tvey kærumál hava sett sín stóra dám á kappingarárið. Vóru vit hesar avgerðir
fyriuttan, hevði spenningurin um finaluplássini verið størri, enn har er
Kærurnar sítt at siga
Mynd: Álvur Haraldsen