mánadagur 23. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Graham Hunter: Menningin
av Barcelona til heimsins
besta fótbóltslið
Úr bókarúgvuni
Hetta sigur ítróttarheimurin
5 skjótir
Í tíðarskeiðnum 2008 til 2011
var FC Barcelona heimsins
besta fótbóltslið. Árgang
urin verður mettur at verða
millum bestu liðini nakran
tíð. Hetta er ein bók, har
fótbóltstíðindamaðurin,
Graham Hunter, fer í smá
lutirnar í einum fýra ára
skeiði í Barcelona, sum seint
verður gloymt.
Í bókini sleppur tú heilt
tætt at nøkrum av stóru
spælarunum í Barcelona.
Serliga
er
Lionel
Messi
áhugaverdur,
men
eisini
samansetingin
av
Carles
Puyol,
liðskiparanum,
og
Gerard Pique, ríkmansson
urin, ið saman mannaðu
miðverjuna. Hvussu Sergio
Busquets og Pedro náddu
heimselituna upp á stutta
tíð, eftir at Josep Guardiola
tók teir við frá B-liðnum upp
á besta liðið.
Tað valdar altíð eitt sindur
av órógv í einum so stórum
felagið sum Barcelona. Tí
krevur tað ein góðan tíðinda
mann, at fáa skil á hvussu
alt hongur saman. Bæði á
vøllinum og uttanfyri vøll
in. Hendan bókin loyvir
tær handan leiktjøldini í
Barcelona, og handan fleiri
av stóru avgerðunum, sum
seinni vístu seg at verða
grundin undir heimsinsbesta
liði í einum tíðarskeiði upp á
trý til fýra ár.
Les hana um...
Tú hevur áhuga at lesa
um smálutir í innanhýsis
avgerðum í Barcelona.
Ikki lesa hana um...
Um
tú
ikki
orkar
fyri
Barcelona, ikki veit hvør
Sergio Busquets og Pedro eru
og um tú ikki hevur áhuga
fyri FC Barcelona.
Hvussu er hon at lesa...
Sum íðin Barcelona fjeppari,
so bleiv eg púra vekk í bókini
eina summari. Eg var ikki til
at fáa fatur á, meðan sólin
bakaði niður. Akkurát fyri hjá
einum fótbóltsfjeppara.
Hvat sigur tú?
Heldur tú við Barcelona ella
hevur yvir miðal áhuga fyri
topp fótbólti í Evropa, so er
hon verd at lesa.
trondur@sosialurin.fo
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
1 Hvussu nógv reyð kort komu í 4. umfari?
2 Hvussu eitur dómarin, sum útvísti Steven Gerrard
móti Manchester United?
3 Hvat er kelinavni hjá legendariska bretska
dartspælaranum, Phil Taylor?
4 Hvat nummar hevði Todi Jónsson á rygginum,
tá hann spældi við FCK?
5 Hvør er venjari hjá VÍF monnum?
6 Hvørs landsmaður er framherjin hjá TB, Albert Adu?
7 Nær vóru Oyggjaleikirnir í Føroyum?
8 Hvør er spælarin á myndini?
Quizzin, svar: 1: 3 (Hanus Thorleifsson, B36 – Jón Krosslá Poulsen, FC Suðuroy – Jonas F. Rasmussen, KÍ),
2: Martin Atkinson 3: Phil “The Power” Taylor. 4: 12 5: Ingi Olsen 6: Hollendari 7. 1989 8: Bárður Olsen, AB
Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
Sitat úr ítróttarheiminum...
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott, tillukku!
Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk...
FAKTA Graham Hunter er royndur
ítróttarjournalistur, sum hevur
arbeitt í fakinum í nógv ár. Í
2002 flutti hann til Spania og
hevur soleiðis fylgt gongdini, tá
spanskur fótbóltur frá 2008 setti
seg á at kalla alt. Hann hevur
skrivað bøkur um Barcelona, men
eisini um Spania, sum vann EM,
HM og EM frá 2008 til 2012.
★★★★★★
Hvussu var at spæla
tín fyrsta dyst frá
byrjan í Vendsyssel?
– Tað var ein deilig kensla. Eg
var sera spentur at sleppa at
vísa meg fram á heimavølli
fyri fyrstu ferð. Tað gekk væl
so eg eri alt í alt væl nøgdur.
Hvat er munurin á
1.deild í Danmark
og Effodeildini
í Føroyum?
– Eg má siga at ferðin er væl
hægri enn í føroyum, ofta tí
at spælt verður so beinleiðis.
Tað er tó eitt heilt annað slag
av fótbólti so tað er ringt at
samanlíkna.
Tú vann ein bib-test tá
tit byrjaðu at venja í
ár, hevur tú hoyrt nógv
fyri tað frá spælarum
og viðhaldsfólkum?
– Nei, ikki so nógv um tað
fyrru testina. Fýra vikur
seinni runnu vit somu test
umaftur. Har rann eg testina
lidna. Tá vóru mínir venjarir
og nakrir aðrir fysiskir venj
arir eitt sindur ovfarnir.
Tú hevur leikbann
til landsdystin móti
Rumenia, hvussu fert
tú at fylgja við?
– Vit hava dyst móti Roskilde
tann dagin. Aftaná dystin fari
eg at sleppa mær beinleiðis
til Føroyar í konfirmation
hjá mínari fittu lítlu systur.
So fari eg nokk at sita í ein
ari av teimum mongu føroya
troyggjunum
og
rópa
á
dreingirnar. Vit vinna aftur
1-0.
Tá tit møta Vejle,
fert tú at slatra um
føroysku spælararnar
(Jóan Símun, Sonni
Ragnar og Viljormur)
til venjaran hjá tær?
– Oh yes! Har er eingin bøn.
Óansæð hvussu góðir vin
menn teir nú einaferð eru,
so vil eg hava hasi trý stigini.
Uppflyting
og
Superliga
næsta ár!
Navn: Hallur Hansson
Føddur: 8. juli 1992
Ítróttur: Fótbóltur
(Vendsyssel FF, DK)
– Í dag berjast vit eisini móti
tveimum dómarum. Serliga í fyrra
hálvleiki haldi eg, at vit eiga eini
fimm straffir. Tað er tungt. Vit
skulu verða ótrúliga hepnir, um vit
skulu sleppa í finalurnar.
Royndi Kyndilsspælarin, Hans Áki
Dal-Christiansen, er ikki nøgdur við
dømingina í 25-22 tapinum fyri H71,
sum gera at Kyndil ikki longur kann
avgera sína lagnu í FM stríðnum.
– Eg havi svikið mínar liðfelaga, venjaran
og mest av øllum viðhaldsfólkini hjá
Liverpool. Eg taki fulla ábyrgd fyri
hendingina.
Steven Gerrard eftir at hann bleiv útvístur eftir
bara 38 sekund, eftir at hann bleiv innskiftur
móti Manchester United, sum vann dystin 2-1.
– Tað var sera eyðmýkjandi, at vit máttu taka okkara umsókn um vertsskapin
í 2019 aftur, og føroyskur ítróttur kann ikki standa modell til, at tað hendir
einaferð afturat, tí so er álitið á okkum sum fyriskiparar av leikunum fokið.
Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, eftir at politiska hevur spælt fallit í samband við at
hýsa Oyggjaleikirnar.
?