mánadagur 23. mars 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Nú er greitt, at Føroyar ikki í næstu framtíð fara
at bjóða seg fram at hýsa Oyggjaleikum. Fyrst var
ætlanin at fáa leikirnar í 2019, men av tí at einki
avgerandi lyfti kundi fáast frá politiska myndug
leikanum um, at allar neyðugar umstøður fóru at
verða avgreiddar, noyddist ÍSF at avlýsa. Og nú er
so greitt, at Føroyar ikki enn á sinni fara at bjóða seg
fram av nýggjum, tí framvegis røkist einki fyri, at
politisk vissa kann fáast fyri, at karmarnir um einar
oyggjaleikir verða fult nøktandi.
Hetta er stórt spell, men samstundis lætt at
skilja. ÍSF kann ikki leggja rygg til at bjóða seg fram,
uttan at grundarlagið undir eini umsókn er í lagi, tí
skuldi tað aftur hent seg, at tingini ikki gingu tann
rætta vegin allíkavæl, so hevði ÍSF staðið eftir við
svartaperi og verið rukka í Oyggjaleikahøpi. Máti
skal vera við, hvussu ofta tú skalt tora at bjóða teg
fram, og so leypa frá aftur, tí baklandið ikki hevði
rygg til at halda givin lyfti!
Tað hevur annars ikki staðið á hjá politikarum
at komið við á Oyggjaleikir at vísa seg fram, handa
heiðursmerki og eta pinnamat. Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í
mentamálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri
í Havn, vóru við á Isle of Wight í 2011 og aftur á
Bermuda í 2013, men nú gongur so sjón fyri søgn,
at arbeiðsinnsatsurin ikki hjá øllum hevur staðið
mát við eksponeringina, tí eingin teirra beinleiðis
krógvaði seg.
Serliga hevur tað verið spurningurin um golfvøll
á Glyvursnesi, sum ikki hevur verið loystur, tí hóast
landsstýrið hevur givið ÍSF lyfti um, at golfvøllurin
skuldi gerast veruleiki, eru øll neyðug viðurskifti
framvegis ikki komin upp á pláss. Tí undrar tað ikki
sørt, at landsstýrið so fegið hevur viljað víst seg fram
á leikunum – og tað kann í øllum førum ikki hava
verið sum løn fyri nøkur avrik á hesum øki, at umboð
fyri Tinganes ferð eftir ferð hava fingið heiðurspláss
í føroyska ferðalagnum!
Einasti partur í politisku skipanini, ið tykist hava
hildið nøkur lyfti, er høvuðsstaðarkommunan, sum
ítøkiliga hevur sett pengar av tvey ár á ráð. Enntá
hevur Tórshavnar kommuna fingið ein royndan
íslendskan arkitekt at teknað ítøkiligt uppskot til
golfvøll á Glyvursnesi. Men alt er í veruleikanum
strandað á, at atgongdin til lendið ikki er avgreidd,
tí tann parturin av málinum er ikki í hondunum á
kommununi, men landsstýrinum og løgtinginum.
Har hevur – hondina á hjartað – ikki nógv verið
at sæð til rívandi ondir, tá umræður at slóða fyri
møguleikanum at hýsa Oyggjaleikunum í Føroyum
aftur. So nú verður av álvara spennandi at síggja,
hvussu stórur áhugin verður í Tinganesi fyri
at sleppa við føroyska ferðalagnum til Jersey í
summar…
Politikarar
og pinna
matur
www.ab.fo:
Tað er næstan líkamikið um tú tapir ella fær javnleik, tað er týdningarmikið
at vinna og fáa 3 stig. Hetta er 4 javnleikur á rað, nú mugu vit byrja at
vinna og trúgva meira uppá tað.
www.hb.fo:
Tvørámenn vildu einki, og okkara vildu tað heldur ikki nóg nógv, og so
endaði tað sum tað byrjaði við keðiligum málleysum javnleiki.
www.b36.fo:
Enn einaferð vístu okkara menn, at teir eru stinnasta útivallarlið í
landinum. Hesa ferð í ringum líkindum á Vágseiði
www.vikingur.fo:
Eftir samlaðu leikgongdini var tað kanska í lagi at eingin vinnari var í
dystinum í dag, men nú mugu so avgjørt aðrir bollar í súpanina um vit ætla
okkum at leika við frammi í oddinum í ár.
www:eb-streymur.fo:
Alt í alt ein tamur dystur, sum helst endaði við einum rættvísum javnleiki,
men skuldi nakar vinnari funnist í dag, so var tað EB/Streymur. Vit høvdu
hóast alt tveir góðar málmøgulleikar, meðan AB ongan hevði!
www.if.fo:
Taka vit saman um, so kunna vit siga, at nýggir bollar vórðu latnir í
súpanina, ið gjørdi hana betri, men ikki nóg góða. Okkara lið átti at fingið
javnleik í dag
www.nordlysid.fo:
6 mál, reytt kort, sjálvmál, brotsspark og ein dómari, sum kom í fokus.
Tað var topp undirhaldið, sum Víkingur og KÍ góvu áskoðarunum í dag.
Ítróttar
klumman
Hilmar Jan Hansen
■ Hvat er munurin á einum
battaríið og spælinum hjá HB –
Battaríið hevur eina positiva síðu!
( HB - TB )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Kvinnulands
liðið út í Europa
Hilmar Jan Hansen
Fyrstu ferð nakrantíð, fer
A-landsliðið í kvinnuhond
bólti í juni at spæla við í
eini EM-undankapping hjá
kvinnum. Talan er um eina
undan-undankapping,
har
Føroyar koma í bólk saman
við tveimum øðrum londum,
og
vinnarin
í
bólkinum
sleppur við til sjálva EM-
undankappingina.
Tað kunngjørdi Hond
bóltssamband
Føroya
á
tíðindafundi í ÍSF-húsinum
í Havn í morgun, tá sáttmáli
eisini
varð
gjørdur
við
Andreas F. Hansen og Harald
Bjøgvin um at vera landsliðs
venjarar hjá kvinnunum.
Enn er ikki greitt, hvørjum
londum, Føroyar møta, tí tað
lutakastið verður ikki fyrr
enn fyrrapartin í morgin.
Men greitt er, at Føroyar
kunnu koma í bólk saman
við Finnlandi, Aserbaidjan,
Ísrael ella Bulgaria.
– Vit hava nógvar dugna
ligar spælarar hjá kvinn
unum, sum ongantíð hava
havt møguleikan at spælt
á einum A-landsliði, so tí
er tað øgiliga gleðiligt, at
kvinnurnar endiliga sleppa
at royna seg, tí tað hava
tær uppiborið, sigur annar
av
landsliðsvenjarunum,
Andreas F. Hansen, sum vísir
á, at kvinnuliðini venja nógv,
bæði í høll og styrkivenjing
við síðuna av, so spælararnir
skuldu verið væl fyri til hesa
komandi uppgávuna.
– At landsliðsarbeiðið hjá
hondbóltinum er í gongd,
er sera gott, og ikki minst
hevur tað nógv at siga fyri
tey yngru landsliðini, sum nú
eru komin í gongd, at tey fyri
framman hava eitt A-landslið
at stremba eftir.
Fáa eina »gularót«
Eisini hondbóltskvinnurnar
gleða seg, nú A-landsliðið er
veruleiki og ein EM-undan
kapping bíðar fyri framman,
tí tað hevur altíð nógv at
siga, at ein »gularót« er at
fara eftir.
– Vit hava havt eitt
A-landslið fyri nøkrum árum
síðani, so saknur hevur verið
í einum miðvísum arbeiði.
Sjálv havi eg verið við á U23-
og A-landsliðnum, tá tað
hevur verið, men vit hava
brúk fyri at fáa aðrar av
bjóðingar og aðra mótstøðu,
sigur Liljan Djurhuus úr VÍF,
sum er ein av okkara bestu
spælarum.
– Nú sóu vit, hvussu
væl U17-genturnar kláraðu
seg, so tað vísir, at tað skal
kanska ikki so øgiliga nógv
eyka til, at vit kunnu standa
okkum.
Fyri
A-landsliðið
hevur tað nógv at siga, at vit
fáa tað spælt saman og fáa
ein góðan anda á liðnum, tí
tá ivist eg ikki í, at vit kunnu
fara út og vinna hasar dystir
nar.
Enn er tó ikki greitt, hvør
mótstøðan ítøkiliga verður,
men fáa Føroyar eitt gott
lutakast, ber væl til at røkka
langt, heldur hin landsliðs
venjarin.
– Um lutakastið er til okk
ara fyrimun, hava vit avgjørt
ein góðan møguleika, men
annars er okkara fremsta
uppgáva at fáa landsliðið væl
samanspælt, sigur Harald
Bjørgvin, landsliðsvenjari.
– Kvinnurnar eru framm
anundan rættiliga væl fyri,
og eru nú komnar upp á eina
venjingarmongd, ið er hægri
enn áður, so hetta er ein
spennandi tilgongd, sigur
hann.
Sum sagt, so verður luta
kastið fyrrapartin í morgin,
tá greitt verður, hvørjum
londum, Føroyar eru í bólki
saman við. Og tá verður
eisini drigið um, hvat av
londunum í bólkinum hjá
Føroyum skal hýsa undan-
undankappingini, sum verð
ur frá 12. til 14. juni.
Hondbóltssambandið hevur fyrrapartin gjørt sáttmálar við
Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin um, at teir skulu vera
landsliðsvenjarar hjá A-landsliðnum í kvinnuhondbólti, sum í
juni skal spæla sína fyrstu EM-undankapping nakrantíð
heimasíðurnar skriva...
Landsliðsvenjararnir hjá A-landsliðnum í kvinnuhondbólti,
Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin
Mynd: Álvur Haraldsen