týsdagur 24. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Øll tey trý sjúkrahúsini
skulu leggjast undir eina og
somu leiðslu.
Kaj Leo Holm Johanne
sen, formaður í Sambands
flokkinum, sigur, at hetta
verður tað fyrsta, flokkurin
hevði sett í verk, skuldi hann
komi í ta støðu eftir næsta
løgtingsval, at hann kom í
samgongu og fekk heilsumál
at umsita.
Í gjárkvøldið var orða
skifti í lokalfelagnum hjá
Sambandsflokkinum
í
Suðurstreymoy, um heilsu
verkið í Føroyum.
Og tað gekk sum ein reyð
ur tráður ígjøgnum fundin,
at flokkurin heldur, at tað er
neyðugt at øll tey trý sjúkra
húsini verða løgd undir eina
og somu leiðslu.
Men sambandsfólk ásanna
samstundis, at tað er ein tor
før ætlan at seta í verk, tí tað
hava aðrir politikarar áður
borið upp mál. Seinast var
tað javnaðarmaðurin, John
Johannessen, sum tók spurn
ingin upp stutt fyri seinasta
løgtingsval. Og onki politiskt
sjálvmorð hevur víst seg at
vera effektivari enn tað, tí
hann fall við einum braki.
– Øll góðtaka, at tað
er bara ein skipari á Polo,
staðfestir Kaj Leo Holm
Johannesen
í
myndatali.
Men tað vísir seg at vera
ringt at góðtaka, at tað er ein
skipari á heilsuverkinum,
legði hann afturat.
Ongin niðurlegging
Kaj Leo Holm Johannesen
leggur afturat, at tað er ser
liga eitt, sum fær fólk at
leggja seg tvørt fyri, bara
tankin um eina leiðslu fyri
heilsuverkið, kemur einum
politikara til hugs.
Og tað er, at fólk halda, at
einasta endamál við tí, er, at
niðurleggja tey smáu sjúkra
húsini.
Men tað afturvísir for
maðurin í Sambandsflokk
inum.
– Talan er ikki um at
niðurleggja nøkur sjúkrahús,
sigur hann.
Men hann formaður Sam
bandsfloksins ásannar sam
stundis, at í framtíðini eiga
tey trý sjúkrahúsini ikki at
verða skipað, sum tey eru nú.
– Tað ber væl til at hava
ávíst virksemi á teimum
smáu sjúkrahúsunum, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Burtur við
dupultfunktiónum
Men formaður Sambands
floksins sigur, at tað, sum
hevur eina størst týdning,
er, at vit fáa lúka tann ósið
burtur, at vit hava sama
slag virksemi á fleiri sjúkra
húsum.
– Alt, sum eitur dupult
funktiónir í føroyska heilsu
verkinum, skal lúkast burtur,
sigur hann.
Hann vísir á, at nú eru
stórar íløgur gjørdar fyri at
fáa fast samband til Norð
oyggjar og tá ið Viðareiðis
tunnilin er komin, er bara ein
tími av Viðareiði til Havnar.
sjúkrahúsini
savnast
undir einari
leiðslu
Tað er neyðugt, at tey trý sjúkrahúsini verða sam
skipað undir einari leiðslu, sum er mannað við læknum
Tað vísir
seg at vera
ringt at
góðtaka, at
tað er ein
skipari á
heilsuverk
inum
»Alt, sum eitur dupult
funktiónir í føroyska
heilsuverkinum, skal
lúkast burtur«
HEILSUVERK
Bara um dagin
– Skal virksemi varðveitast á smáu súkrahúsunum, skal tað vera virksemi, sum er
avmarkað til dagtímarnar, sigur Petur Ellefsen, sum hevur verið lækni í eitt mannaminni