Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 Hann vísir á, at nógv hev­ ur verið tosað um at brúka tey smáu sjúkrahúsini til ser­ lig endamál, eitt nú endur­ venjingar. – Um vit framyvir skulu hava okkara sjúkrahúsverk í einum, tveimum, ella í trim­ um bygningum, er eitt annað mál. Men alt, sum eitur dupult­funktiónir, skal lúkast burtur, sigur formaðurin í Sam­bands­flokkinum. – Tað verður tann stóra av­bjóð­ingin í framtíðini, tí hin møgu­leikin er, at vit játta tað, sum krevst, fyri at hava allar dupultfunktiónirnar gang­andi, leggur hann afturat. Men Kaj Leo Holm Johanne­sen heldur, at nett­ upp av hesi orsøk er tað al­ neyð­ugt at fáa alt sjúkra­hús­ verkið undir eina og somu leiðslu. – Og tað skal vera lækna­ fakligi serkunnleikin, sum ger av, hvussu virksemið í heilsu­verkinum skal skipast, og hvat skal vera á teimum smáu sjúkrahúsunum. – Tað skal vera ein avgerð, politikarar skulu halda seg langt vekk frá, tí tað eru politikarar ikki førir fyri at taka støðu til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Tí heldur hann, at tað skal vera skott ímillum polit­iska valdið og leiðsluna í heilsu­ verk­inum. Og tí heldur hann eisini, at vit eru als ikki komin hartil enn, at vit kunnu taka støðu til, hvussu sjúkraahúsini skulu skipast. Yvirhøvur heldur hann ikki, at nakar hugsar sær at nakað sjúkrahús skal niður­ leggj­ast, men tað verður neyð­ugt at taka eina avgerð um, hvussu virksemið skal skip­ast. Og tað skal vera ein faklig avgerð, sum er best fyri sjúklingin, ikki ein politisk avgerð, sum tænir lokal­politisk­um áhuga­ málum. – Tað er ein stór avbjóðing at brúka fíggjarliga til­feing­ið so væl sum gjør­ligt, sigur for­ maðurin í Sam­bands­flokk­ inum. Bíligt og spjatt Sambandsfólk staðfesta, at í Føroyum er heilsuverkið bílig­ari upp á seg, enn tað er í hinum Norðanlond­- unum. Vit brúka nevniliga minni part av okkara brutto­ tjóðarúrtøku upp á heilsu­ verkið, enn hini norður­lond­ ini. – Halda vit, at vit fram­ hald­andi kunnu hava eitt heilsu­verk, sum er bíligari enn í hinum Norðurlondini, upp á seg, og samstundis spjaða játtanina sundur til trý sjúkrahús, eru vit bjart­ skygd, sum Petur Ellefsen fólka­liga málber seg. – Men nettupp tá ið hetta er støðan, eiga vit at hugsa okk­um sera væl um, hvussu vit spjaða játtanina sundur á fleiri sjúkrahús, halda tey í Sam­bands­flokkinum. Eitt felags heilsuverk Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, held­ ur, at vit eiga at koma burtur frá hesum at tosa um trý sjúkra­hús. – Vit eiga heldur at tosa um eitt heilsuverk við einari felags leiðslu. Men hon heldur kortini, at suðuroyingar eru í eini ser­ støðu at tað verður neyðugt at hava eina skaðastovu í Suður­oy. Hon saknar, at allir partar seta seg við borðið og finna eina semju um bygnaðin í heilsu­verkinum. Eitt nú heldur hon, at tað er ógvuliga harmiligt, at tey smáu sjúkrahúsini ikki hava tik­ið eitt týdningarmikið og stórt øki, sum eitur endur­ venj­ing, til sín. Hon dugir heldur ikki at síggja nakra mein­ing í, at læknarnir á Lands­sjúkra­hús­ inum eru ovbyrj­aðir, sam­ stund­is sum lækn­ar á teim­ um smærru sjúkra­hús­unum hava ov lítið at gera. Hon vísir eisini á, at ein vansi við at spjaða virk­semið sundur á tey trý sjúkra­hús­ ini, er ikki bara at fáa fatur á læknum. Rósa Samuelsen sigur, at hon hevur fingið at vita frá sjúkrarøktarfrøðingum, at teir fylgja ikki við út á smáu sjúkra­húsini, so tað kann knípa at fáa serútbúnar sjúkra­røktar­frøðingar innan narkosu og annað at starvast á smáu sjúkrahúsunum. aki@sosialurin.fo Tað eru nógv viðurskifti í føroyska heilsu­ verkinum, sum liggur á láni HEILSUVERK Áki Bertholdsen – Skulu vit sleppa undan dupultfunktiónum í før­ oyska heilsuverkinum, slepst ikki undan at niður­ leggja tey bæði smáu sjúkra­hús­ini. Tað staðfesti Petur Ellefsen, sum hevur verið lækni á Lands­sjúkra­hús­ inum í eitt mannaminni. Í kjakinum um føroyska heilsuverkið, verður ferð eftir ferð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at alt sama slag virksemi verð­ur savnað á einum sjúkra­húsið, heldur enn at verða spjatt á fleiri sjúkra­ hús. Lokalfelagið hjá Sam­ bandsflokkinum í Suður­ streymoy hevði kjak­fund í gjárkvøldið um heilsu­ verkið og har stað­festi Petur Ellefsen, at so leingi vit hava fleiri sjúkra­hús, kunnu vit gloyma alt at sleppa undan nógv um­ røddu dupult­funktión­ unum. – Tað eru nógvar dupult­ funktiónir á teimum trim­ um sjúkrahúsunum og tað broytist ikki so leingi vit hava fleiri sjúkrahús, sigur hann. – Øll sjúkrahúsini hava portørar, laborantar, sjúkra­systrar og onnur starvs­fólk, staðfestir hann – So skulu vit lúka dupult­funktiónirnar burt­ ur, er einasti útvegur at lata tey bæði smáu sjúkrahúsini aftur, sigur Petur Ellefsen. Hann nevndi hetta bara sum eina staðfesting, ikki tí hann hann sigur, at tey bæði smáu sjúkrahúsini skulu lukkast. Vónleyst Men hann heldur kortini, at støða má takast til, hvussu heilsuverkið skal skipast. Í hesum sambandi legg­ ur afturat, at eitt er at dupult­funktiónir eru dýr­ ar. Men hann heldur eis­ ini, at læknar eru ímóti at býta serviðgerðirnar sund­ ur ímillum tey trý sjúkra­ húsini. – At seta eitt serøki á stovn á einum av smáu sjúkra­húsunum er vón­ leyst, tí nú á døgum fáast læknar ikki at taka starv á seg á smáum sjúkrahúsum, har teir verða noyddir at hava regluligt kvøld- og náttar­arbeiði. – Læknar eru sum øll onn­ur, teir vilja eisini hava eitt vanligt famjiljulív og tað fáa teir bara a sjúkra­ hús­um, sum eru so mikið væl mannað við læknum, at náttarvaktirnar ikki verða so nógvar. – Skal virksemi varð­veit­ ast á smáu súkrahúsunum, skal tað vera virksemi, sum er avmarkað til dag­tím­ar­ nar, sigur Petur Ellefsen. – Tað eru kvøld- og náttar­vaktirnar, sum kosta so nógv. Skal ein sjúkra­ røktar­frøðingur vera á vakt á einum sjúkrahúsið alt sam­døgurið, krevst at fýra sjúkra­røktarfrøðingar verða settar í starv, sigur hann. Men hann vísir eisini á, at tað eru nógv viðurskifti í føroyska heilsuverkinum, sum liggur á láni. Tvey øki, hann hugsar um í hesum sambandi, er tað, sum hevur við endur­ menning at gera og eisini eitt hospice. Eitt hospice er ein ser­ ligur røktarstovnur, har vón­leyst sjúk fólk eru sín­ ast seinastu tíð. Rósa Samuelsen, ting­ kvinna fyri Sambands­ flokk­in, vísir á, at nógvir ser­læknar í Føroyum fara frá við eftirløn hesi næstu árini. – Skulu vit hava nakran møguleika at fáa ungar læknar til Føroya, mugu vit skipa arbeiðið øðrvísi, so at teir ikki hava so nógv­ar vaktir um kvøldið og yvir­ tíð. So leingi vit hava trý sjúkra­hús, er ómøguligt at sleppa undan dupult­ funktiónum í heilsu­verkinum Ómøguligt at sleppa undan Ongin niðurlegging – Eg haldi ikki, at nakar hugsar sær at nakað sjúkrahús skal niðurleggjast. Men tað verður neyðugt at taka eina avgerð um, hvussu virksemið skal skipast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum Rósa Samuelsen, ting­kvinna