týsdagur 24. mars 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Vindmyllulundin omanfyri
Havnina er fyrst veruliga stig
á vegnum til at gera Føroyar
til eitt grønt orkusamfelag.
SEV byggir grundleggj
andi á grøna orku, við teim
um vatnorkuverkum, sum
eru bygd síðani fimti-árini,
men sum tørvurin á orku er
vaksin seinnu mongu árini,
so hevur vatnorkan ikki
megnað at nøkta orkutørvin.
Termisk verk – tað vil
motorar sum verða riknir við
olju – eru sett upp og hava í
longum
tíðarbilum
verið
veitt størsta partin av orkuni
til føroyska samfelagið.
Vinnumálaráðið setti ein
arbeiðsbólk at greina, hvat
kann gerast, so føroysk el
framleiðslu verður meira
grøn enn nú og arbeiðssetn
ingurin var hesin:
»At gera eina tekniska og
fíggjarliga kanning av møgu
leikum at menna elorkunetið,
-framleiðsluna og -nýtsluna.
Yvirskipaði málsetningurin
er skjótast gjørligt og í mest
møguligan mun at nýta
varandi orku í føroysku orku
skipanini«
Í arbeiðsbólkinum sita
umboð fyri vinnumálaráðið,
SEV, Jarðfeingi og Dansk
Energi.
Í arbeiðnum er fokus sett
á tann fíggjarliga partin,
tann tekniska partin og á
tann partin, sum hevur til
endamáls at gera brúkaran
meira tilvitaðan um orku
nýtsluna.
Møguleikarnir
Í løtuni fæst orka úr vatni og
frá motorriknu elverkunum
í Føroyum. Harafturat eru
vindmyllurnar í Húsahaga
num umframt tær á Eystnesi
eisini farnar at spaða til el
framleiðsluna.
Arbeiðsbólkurin vísir á
tað, sum er alment kent, at
fossilu brennievnini – altso
lja og kol – fara at ganga
undan og at tey gerast alt
dýrari uppá longri sikt. Tí
má framtíðarætlanin verða,
at vit brúka so lítið av orku
úr tí, sum verður framleitt
við olju og koli.
Vatnorkan er vælkend í
Føroyum. SEV hevur síðani
fimti-árini havt einkarrætt
at brúka vatnið í føroysku
áunum
til
elframleiðsu.
Hesin einkarrættur er farin
úr gildi, men kortini hevur
elfelagið
fingið
fyribils
loyvir til at halda fram við
nýtsluni.
Í
Løgtinginum
hevur
landsstýrismaðurin
við
vinnumálum,
Jóhan
Dahl, sagt, at SEV innan
heilt stutta tíð fær rættin til
vatnið aftur.
Vindorkan er ein stórur
partur av tí, sum arbeiðs
bólkurin nevnir, men eisini
aðrir møøguleikar eru við í
álitinum.
Sjóvarfallsorka
verður
envnd og víst verður á, at til
ber at brúka sjóvarfallsorku
bæði í Vestmannasundi og
í Skopunarfirði. Tað sum
millum annað er ein fyri
munur við hesum støðum
er, at sjóvarfallið vendir í
hesum støðum við tríggja
tímar muni.
Ofta er eisini tosa um at
fáa ein kaðal úr Íslandi ella
Hetlandi, sum kann veita
streym. Her vísir arbeiðs
bólkurin á, at hóast hetta
verður gjørt, so er kortini
neyðugt at hava eina lokala
skipan, sum tryggjar streym
í Føroyum, skuldi kaðalin
slitnað.
At sjókaðalar verða slitnir
er ikki óvanligt. Til dømis
liggur ein kaðal millum
Svøríki og Bornholm. Hann
er fleiri ferðir slitnaður av
ymiskum orsøkum – og tá er
neyðugt at hava eina lokala
skipan, sum nøktar alla el
nýtslu í økinum.
Pumpu-støðir
Ein møguleiki, sum eisini
verður nevndur, minnir á
ein ella annan um ævinliga
gonguverkið.
Hugskotið er, at tað skal
bera til at pumpa vatn úr
einari byrging, sum liggur
lágt og har vatnið einaferð
er brúkt, niðanaftur í eina
hægri liggjandi byrging, so
vatnið kann brúkast aftur
til at framleiða el við.
Hetta verður gjørt við,
at vindorka verður brúkt
at reka pumpurnar, sum
pumpa vatnið uppaftur í
ovaruliggjandi byrgingina.
Arbeiðsbólkurin vísir eis
ini á aðrar møguleikar sum
sólorku o.a.
Arbeiðsbólkurin sigur:
»Ein verulig elektrifisering
førir til munandi vøkstur í
søluni av elorku (kWh), og
førir eisini til økt trýst á el
netið, sum aftur fer at gera
tað neyðugt at gera íløgur í
at styrkja netið. Harafturat
fer elektrifiseringin at eggja
til íløgur í fleiri varandi
orkuframleiðslueindir.« Ein
verulig elektrifisering førir
til munandi vøkstur í søluni
av elorku (kWh), og førir
eisini til økt trýst á elnetið,
sum aftur fer at gera tað
neyðugt at gera íløgur í at
styrkja netið. Harafturat fer
elektrifiseringin at eggja til
íløgur í fleiri varandi orku
framleiðslueindir.
post@sosialurin.fo
Umlegging av framleiðsluni av el-orku í Føroyum kann gera Føroyar til eitt veruligt grønt orkusamfelag
Vindorkan skal gera
Føroyar til eitt grønt
orkusamfelag
orka
Vindmyllurnar í Húsa
haganum er ein partur
av íløgunum í fram
tíðar orkunetið
So at siga øll samfeløg
royna í hesum árum at frá
gera seg frá tí stóru nýtsl
uni av fossilum brennievn
um – altso kol og olju.
Ein arbeiðsbólkur undir
vinnumálaráðnum hevur
gjørt eina drúgva frágreið
ing um, hvørjir møguleikar
eru at ganga sama veg í
Føroyum.
Niðurstøðan er greið.
Tað ber væl til at fáa orku
úr vindi, vatni og sjóvar
fallinum.
Tað ber til, men tað
fer at krevja stórar íløgur
komandi árini.
Ein partur av íløgunum
eru gjørdar. Stóra vind
myllulundin í Húsahag
num er ein aprtur og vatn
orkuútbyggingin hjá SEV í
Eysturoy er ein annar stór
ur partur.
Eitt yvirlit yvir, hvat er
gjørt og hvat skal gerast í
árunum 2014 til 2017 vísir,
at tilsamans mugu íløgur
gerast fyri 1,6 milljard
krónur. Størstu íløgurnar
fara til verkið á Sundi og so
til sjálvt elnetið. Tað fer at
kosta meira enn 1,1 milljard
krónur.
Vindmyllulundin
í
Húsahaganum kkostar á
leið 140 milljónir krónur.
Frá 2018 til 2025 er
neyðugt at gera íløgur fyri
tilsamans
1,6
milljardir
afturat.
900
milljónir
skulu
brúkast til varandi orku
framleiðsverk og restin
til at betring og nýgerð av
netinum v.m.
Eftir ætlan skal eitt
aðalorðaskifti
vera
um
orkuviðurskifti í Løgting
inum áðrenn tingið fer
heim í vár.
post@sosialurin.fo
Stórar íløgur í betri elorku
Tað fer at kosta stórar íløgur at gera føroyska
samfelagið meira elektriskt komandi árini
Johan Dahl, landsstýris
maður, hevur boðað frá
aðalorðaskifti um orku í vár