Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Leiðari hjá BP í London Bóndadótturin úr Hósvík: Tað er langt frá smædnu bóndadótturini úr Hósvík, sum fór úr Føroyum at lesa í 1994, til business- kvinnuna Ninnu Herdis Danielsen, sum í dag situr í leiðarastarvi hjá BP í London. Ein kvinna við drúgvum royndum frá eini harðari fíggjarverð, og sum nú umhugsar at flyta heim aftur til Føroya Terji Nielsen Nógvir føroyskir útisetar komu heim til Føroya á vitjan í farnu viku í sambandi við fullu sólarmyrkingina. Ein teirra var Ninna Herdis Dan­ iel­sen úr Hósvík, sum til dag­ligt býr beint uttan fyri Lond­on. Í Bretlandi verð­ur hon kallað Ninna, men her í Føroyum kenna tey flestu hana sum Herdis, eina van­ liga bóndadóttur úr Hós­vík, men sum seinnu árini hevur sitið í leiðandi starvi hjá bretska oljurisanum BP mitt í hjartanum í London. Ætlaði altíð í fíggjarheimin – Eg fór úr Føroyum í 1994. Eg var liðug á Handilsskúlanum í Havn í 1992, og so arbeiddi eg á Hotel Føroyum í tvey ár. Men eg visti altíð, at eg ætlaði mær fíggjar- og bú­ skaparvegin, so í 1994 fór eg til Aalborg at lesa cand oecon, greiðir Herdis frá, nú vit hava sett henni stevnu í Havn. Eftir at hava lisið í Aalborg í nøkur ár helt Herdis leiðina fram til Onglands. – Í 9. semestri í Aalborg spurdi ein vinkona meg, um vit ikki skuldu fara til Ong­ lands at lesa, so vit báðar fóru til Reading. Tað var ein øgiliga spennandi broyting. Í Aalborg og Danmark sum heild er tað nógv pro­jekt­ skriving í bólkum, meðan tað í Reading og Onglandi var nógv meiri individuelt ar­beiði. Tú skrivar allar upp­ gávurnar sjálvur, greiðir Herdis frá. Meðan hon var í Reading hittir hon ein grikka, sum las plantufrøði á sama lærda háskúla sum hon. – Vit blivu seinni gift, og í dag er hann so fyrrverandi maður mín. Tað gjørdi, at eg bleiv verandi í Onglandi. Eg fór tó aftur til Aalborg at skriva seruppgávuna, og í september í 2000 bleiv eg liðug, sigur hon. Hon fór tá aftur til Ong­ lands at leita sær eftir ar­ beiði, men tað gekk eitt sind­ ur striltið. – Tað tók tíð at finna starv, men í mars í 2001 fekk eg starv hjá Credit Lyonaisse, sum í dag kallast Credit Agri­ cole, ið er ein stórur franskur íløgubanki, greiðir Herdis frá. Av tilvild í oljuvinnuna Eftir nøkur ár hjá Credit Lyonaisse, valdi Herdis at royna okkurt nýtt. – Eg sá í Credit Lyonaisse, at um man ikki var frak­lend­ ingur ella mannfólk, so var tað ógvuliga trupult at fáa hægri starv í bankanum. Tað bleiv tí eitt sindur keðiligt og trivielt, og tí søkti eg eitt nýtt starv. Eg søkti millum annað hjá BP, har eg fekk starv, og eg fekk eisini tilboð um starv hjá einum japanskum banka, greiðir hon frá. Hon sigur, at hon valdi at taka av tilboðnum um starv hjá BP av fleiri orsøkum. – Eg valdi BP millum ann­ að, tí eg visti, at arbeiðs­um­ hvørvið var øgiliga gott hjá teim­um, og at tey taka sær væl av sínum starvsfólki. Sam­stundis ímyndaði eg mær eisini, at eg kundi arbeiða hjá BP og fáa royndir innan olju­vinnuna, sum eg seinni kundi brúka í sambandi við olju­vinnu í Føroyum, um eg skuldi flyta heim aftur, sigur hon. Tað var í 2007, at hon fór til BP at arbeiða, og júst um sama mundi byrjaði alheims fíggjarkreppan. – Ja, júst tá byrjaði fíggj­ar­ kreppan, og eg fór úr banka­ heiminum í oljuvinnuna. Árið eftir gjørdist eitt satt rimmar ár hjá BP, tí oljuprísurin fór upp í 150 dollarar fyri tunn­ una, sigur Herdis. Arbeiðsøki hjá henni var innan fyri Derivatives (handil av optiónum og líkandi fíggjar­produktum). – Tað, sum eg fáist við fyri tað mesta, er eftirlit av keypi og sølu av olju á einum pappírs­mark­naði. Eitt slag av spekula­sjón, hóast eg haldi, at tað ljóðar eitt sindur negativt. Men tað er nakað, ið man ger fyri at tryggja seg ímóti príshækkingum og prís­lækk­ingum. Tá ið eg fór til London nýútbúgvin, hugsaði eg fyrst og fremst um bankaverðina. Eg hevði als ikki hugsað um oljuheimin, men í dag eri eg serfrøðingur innan oljuderivativir, greiðir Herdis Danielsen frá. Arbeiðir nú við verkætlanum Hon bleiv seinni høvuðs­ analytik­ari hjá BP innan júst keyp og sølu av optiónum, Tað er her á 20 Canada Square í Canary Wharf í London, at Herdis Danielsen úr Hósvík hevur starvast seinastu næstan 10 árini Mynd: BP Tað eru nógvar evna­ ríkar kvinnur í Føroyum, sum ikki sleppa at gera sær dælt av sínum evnum, sum tí fara til spillis