týsdagur 24. mars 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
men í 2010 tók hon eitt stig
uppeftir.
– Tá fekk eg ábyrgd av tí
deildini, sum hevur eftirlit
við teimum handlum av
optiónum, sum meklarar hjá
BP sita og gera. Tað er eitt
stórt maskinarí, og eg hevði
ábyrgdina av optiónsdeildini
í London, og tá samstarvaði
eg nógv við deildirnar hjá
okkum í Singapore og Chi
cago, greiðir hon frá.
Í fjør tók hon so aftur eitt
stig uppeftir, tá ið hon gjørd
ist tað, sum verður kallað
New Activity Integration
Manager.
– Nú arbeiði eg meira við
verkætlanum. Verkætlaninar
kunnu vera sera ymiskar. Tað
kann vera alt frá nýggjum
handlum á børsunum, olju
goymslur
ymsa
staðni
í
verðini
til
kompleksar
pappírshandlar
til
stór
kundar. Eg koyri við fleiri
slíkum í senn, men vit eru
tvey, sum hava ábyrgdina av,
at slíkar verkætlanir koyra
sum tær skulu, sigur hon
Hon sigur, at hetta er eitt
leiðarastarv, men hjá BP eru
nógv løg av leiðarum, og
hetta er eitt av lægru løgun
um.
Hon dylur ikki fyri, at
hetta er ein til tíðir rættiliga
strævin verð, har man ar
beiðir nógv.
– Eg arbeiði í Canary
Wharf, sum er eitt kent øki í
London. Tað er ein rættiliga
spennandi verð, og eg eri glað
fyri at hava gjørt, sum eg havi
gjørt, og fyri at hava tikið tær
avgerðir, ið eg nú einaferð
havi tikið, sigur hon.
Nógv broytt
Herdis sigur, at visti longu, tá
ið hon gekk á Handisskúla í
Havn, hvat hon vildi, og í so
máta er einki broytt.
Men tað er langt frá
bóndadótturini í Hósvík til
business-damuna í Canary
Wharf.
– Eg eri smæðin, men eg eri
ikki so smæðin, sum eg havi
verið. Eg haldi, at tað eru alt ov
nógv smæðin fólk í Føroyum.
Í BP havi eg verið á nógvum
leiðsluskeiðum, har vit fáa
amboð til at føra okkum fram.
Í Bretlandi lærir tú eisini í
skúlanum, hvussu tú skalt
føra teg fram. Men tað gert
tú ikki í Norðurlondum, tí her
er jantelógin galdandi, og tað
haldi eg er spell, sigur hon.
Herdis heldur somuleiðis,
at tað eru alt ov nógv konu
fólk í Føroyum, sum eru ov
bundin av jantelógini.
– Hjá BP hevur man nógv
fokus á at hava kvinnuligar
leiðarar. Eg eri eisini við í
einum felagsskapi, sum eit
ur Women in Banking and
Finance og BP Women Inter
national Network., og har
hava vit ofta fyrilestrar og
koma saman og tosa um
ein gerandisdag, har vit í
okkara arbeiði liva í eini
mannfólkastýrdum
heimi.
Men tað gongur rætta vegin.
Í Føroyum haldi eg tó, at man
er eitt sindur aftanfyri inn
an hetta øki, og tað er einki
at ivast í, at tað eru nógvar
evnaríkar kvinnur í Føroyum,
sum ikki sleppa at gera sær
dælt av sínum evnum, sum tí
fara til spillis, sigur hon.
Ætlar sær heim
til Føroya
Sum áðurnevnt hevur Herdis
Danielsen ætlanir um at
flyta heim aftur til Føroya,
men tað verður ikki beint
her og nú.
Eg havi øll árini fylgt væl
við í tí, sum gongur fyri seg
í Føroyum, og eg eri til so at
siga øll føroysk tiltøk, sum
eru í London. Eg eri fram
vegis føroysk, og eg mín
yndisrættur er framvegis
ræst kjøt í ovninum. Eg havi
eisini verið í Føroyum og vitj
að minst einaferð um árið øll
árini, og í seinastuni hava
verið enn oftari, sigur hon.
Øll árini, ið hon hevur
búð í London, hevur Herdis
eisini havt nógva vitjan úr
Føroyum.
– Eg elski at fáa vitjan
úr Føroyum, og eg fái vitjan
hvørt summar í minsta lagi,
sigur hon.
Men nú hugsar hon av
álvara um at flyta heim
aftur.
– Eg ætli mær aftur til
Føroya. Eg var til eitt Exit
Føroyar tiltak í London í fjør,
og tá bleiv tosað um at fáa
fólk við góðum útbúgvingum
og royndum heim aftur. Um
eg fái eitt rímiligt starv, so
vænti eg, at eg flyti heim. Nú
havi eg eisini funnið mær
ein sjeik í Klaksvík, so tað
dregur sjálvsagt eisini, sigur
hon brosandi.
Tað eru 21 ár síðani, at bóndadótturin úr Hósvík, Herdis Danielsen, flutti av landinum. Hesi árini er nógv broytt, so at
smædna bóndadótturin í dag er ein leiðandi business-dama hjá BP í hjartanum av London
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Eg eri glað fyri at
hava gjørt, sum eg havi
gjørt, og fyri at hava
tikið tær avgerðir, ið eg
nú einaferð havi tikið