týsdagur 24. mars 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Okkara politikkur mótvegis Russ
landi er farnu árini vorðin meira og
meira ivasamur.
Tá ljósið verður varpað á russiska
politikkin er tað undranarsamt, at
vit skulu vera millum tey heilt fáu,
sum alment síggja burtur frá vaks
andi agressivitetinum hjá Putin og
hansara ræði, har dráp og valds
misnýtsla eru partar av gerandis
degnum, sensurur er meginreglan,
politiskir
andstøðingar
verða
burturbeindir (myrdir) og har liðið
av oligarkum, sum hava ríkað seg
upp umvegis síni politisku sambond
við Putin og fylgisneytar, hóreiggja
sær sum teimum lystir.
Samstundis, sum hesir hava
tryggjað Putin eina persónliga ogn
uppá minst 40 milliardir dollarar.
Og hetta hendir meðan vit knýta
sokallað vinabond við russar, har
Putin (úr rúgvuni):
•
hevur hertikið Krim,
•
er upprunin og orsøk til ræðu
leikarnar í eysturUkraina, har
m.a. eitt ferðafólkaflogfar í fjør
varð skotið niður av russiskt-
stuðlaðu seperatistunum,
•
alment stuðlar Assad í Sýria,
sum hevði við sær, at nærum
eingi átøk vóru framd móti Sýria,
meðan høvi var - úrslitið kenna
vit, burturúr knæfallinum fyri
Putin spurdist m.a. ISIL, sum
nú herjar, myrðir og samstundis
vanvirðir allan átrúnað, manna
rættindi og javnstøðu.
Harumframt stuðlar Putin kjarn
orkuætlanini hjá Iran, er andstøð
ingur til Ísrael og annars hóreiggjar
sær á altjóða pallinum í alliansum
við teimum, sum háða grund
leggjandi fólkaræðilig virði.
Grannalondini
hjá
Ruslandi
eru gyrd í brøkur av hóttandi at
gerðunum og retorikkinum frá
nationalistunum í Kreml.
Pólland og ikki minst Baltisku
londini kenna seg sjónliga hótt - og
tað av góðum orsøkum.
Fyri nøkrum mánaðum síðani
boðaði talsmaðurin hjá Putin, Sergej
Markov, í svenskum sjónvarpi frá,
at Lettland og Litava ikki kundu
vænta nakra sjálvstøðuga tilveru,
gjørdist kríggj veruleiki?!
Hetta bleiv fráboðað, samstundis
sum svenska sjóverjan var sannførd
um, at russar enn einaferð gjørdu
seg inn á svenskt territorialt øki.
Provokatión
Ímeðan sendu russar, í reinari
provokatión, seinastu 8 mánaðirnar
í 2014, í minst 40 umførum, hern
aðarflogfør ímóti ella inn um NATO-
loftrúm, har russisku flogførini
flugu við sløktum respondarum til
stóran ampa fyri sivilu flogferðsl
una.
Og í dag er so russiski ambassa
dørurin í Danmark, Mikhail Vanin, í
donskum miðlum endurgivin fyri at
hótta Danmark við kjarnorkuálopi
um danir gerast partur av antimissil
verndarskjøldrinum, sum NATO og
USA hava arbeitt við farnu árini.
Hetta er ræðandi og ein rein
provokatión. Russar vita sjálvsagt,
at antimissil-skjøldurin als ikki er
ein hóttan móti teimum, men er
ætlan at verja Evropa og USA móti
rakettálopum frá bølmennislondum
(slyngelstater), har einki skil er á
fatanini millum fólkaræði, javn
støðu og so nationalistiska/hug
sjónarliga og religiøsa (muslimska)
fanatismu.
Annað ferðamál í mai
Mongu skakandi tilburðirnir á al
tjóða leikpallinum farnu árini, har
russar (Putin og co.) eru upprunin
og orsøkin, eiga og skulu hava
mótspæl. Okkara lutur er sjálvsagt
avmarkaður. Kortini er tað okkara
ábyrgd at hava greiðar meiningar
um valds(miss)nýtsluna hjá russum
nú.
Vit eru nú tíverri aftur á einum
vegamóti, júst soleiðis sum vit vóru
undir kalda krígnum.
Okkara lutur eigur sjálvsagt
at vera, at vit av heilum huga
taka greiða frástøðu frá politisku
hernaðarligu atgerðunum hjá russ
um, teirra stuðul til antidemokrat
isk stýri og hóttanir móti fólka
ræðunum vestanfyri.
Eitt lítið stig á leiðini er at boða
russiska ambassadørinum í Dan
mark frá, at er hann rætt endur
givin í miðlunum í vikuskiftinum,
eigur hann at finna sær annað
ferðamál í mai í ár.
Skal løgmaður taka móti
russiska ambassadørinum í mai?
– sum alment hóttir Danmark við kjarnorkuvápnum!
Bjarni Djurholm
Tiðargrein
Kollafjørður bløðir burtur
Jógvan Arge
varaborgarstjóri í
Tórshavnar kommun
Kollafjørður er ein væl út
bygdur partur av Tórshavnar
kommunu, men kortini er
hóttafall á hesi stóru bygd.
Fyri nøkrum árum síðani
varð skúlin útbygdur og ný
tíðargjørdur. Ítróttahøll og
læknamiðstøð vórðu bygdar,
og í fleiri umførum eru
bryggjur bygdar.
Men einum hevur haltað
við alla tíðina. Tað er møgu
leikunum at setast í búgv
í Kollafirði. Tí er fólkatalið
minkað úr 1000 niður í 900
eftir nøkrum fáum árum.
Talið á skúlabørnum er eis
ini minkandi; so mikið nógv,
at neyðugt hevur verið at
leggja flokkar saman í Kolla
fjarðar skúla. Hetta eru ar
móðstekin.
Nú hevur býráðið loksins
samtykt at byggja nýggjan
dagstovn í Kollafirði í stað
in fyri tær báðar fyribils
loysnirnar, sum hava verið
seinastu mongu árini. Tað er
upp á høgu tíð. Ætlanin er, at
stovnurin, sum verður bygdur
um somu leið sum skúlin,
ítróttarhøllin, svimjihøllin og
læknamiðstøðin, skal kunna
hýsa eini 80 børnum.
Skula allar hesar útbygg
ingar í Kollafirði saman um
tikið geva nakra meining,
so er neyðugt í minsta lagi
at halda fólkatalið í bygdini
við líka. Kommunan kann
ikki longur hyggja at, meðan
bygdin bløðir út, tí tað unga
fólkið ikki fær sett seg niður
í bygdini.
Tað er ongin loynidómur,
at ungir kollfirðingar nú í
nógv ár hava leitað sær úr
bygdini og kommununi í
aðrar bygdir í grannalagnum,
har møguleikarnir fyri at fáa
fatur á grundstykki eru betur
enn í Kollafirði.
Víst hevur tað verið trup
ult at fáa útstykkingar í
lag, tí jørðin til tess er ikki
eyðfingin. Nú er so aftur ein
nýggj útstykking komin upp
undir borðið. Hon ætlast at
fevna um 24 stykkir fram
við einum nýggjum vegi í
Hamrabø. Í roynd og veru
eru bara tær seinastu undir
skrivtirnar eftir at seta undir
pappírini. Vónandi verður
tað skjótt.
Tað hevur víst seg at vera
torført at selja kommunal
grundstykkir í bygdum í
Suðurstreymi, t.d. Nólsoy
og Kaldbak. Prísurin saman
við verri møguleikum at fáa
fígging til húsabygging har
sigst vera høvuðsorsøkin.
Tað kann so væl verða, at
vit fáa sama trupulleikan í
Kollafirði.
Tí er alneyðugt, at komm
unan sum skjótast endur
skoðar
sín
politikk
um
grundstykkir á bygd. Hesin
problematikkur má onkur
svegna loysast í einari ser
skipan, hvørs høvuðsendamál
er halda við líka og/ella
tryggja natúrliga menning í
bygdunum í kommununi.
Er tað so, at Tórshavnar
kommuna
kappast
móti
kommunum, sum nærum
geva grundstykkini burtur,
so má okkara kommuna eis
ini brúka tann møguleikan
onkursvegna. Annars eru
sjálvt fólk í grannabygdum
ikki líka fyri landsins lógum.
kjak
Russiska ambassadan í Keypmannahavn