týsdagur 24. mars 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein frálík konsert var í kirkjuni , sunnukvøldið
22. mars kl 19:30, við Rúna Hentze og Kenneth
Jones, ið spældu upp á trompet. Klaver
spældi, Birgitte Schnakenburg.
Sólarmyrkingin var farin aftur við borð
inum, og nýtt lívrunnið, litríkt ljós í lista
kendum tónum var undir bitunum. Hetta var
stak vakurt og innarligt, eftir at mánin køvdi
sólina eina skamma stund, .. eitt ævinleikaboð
av magn og anda.
Lyft tínar tónar upp undir tróðrið,
har teir flyrra um altarkring,
ljóskrúnur, gluggakarmar,
kross og talarstól.
Alt er ein stjørnulynd
av himmaljóði,
ið ferðast
í tónalagi, í lúðraljómi
og yndisligum landbrimi
við flúr, fles og Fuglafjarðar boðar.
Alt er ein samanrenning av tónum,
ið hálsfevnast undir bitum í kirkjurúmi,
har Kennet, Birgitte og Rúni
liva sítt sæla lív á hesum
hásætisstólum
í dýrdartónum.
Rúni, so ungur hann er, hevur mangan stað
ið inni í kór og givið ljóð. 30. mars 2013 var
ein frálík konsert á sama stað, har Rúni og
Kenneth Jones, spældu trompet, Eyðun
Poulsen euphonium og Birgitte Schnaken
burg klaver. Hetta var eisini ein lívgevandi
konsert, sum var saman við Tórshavnar Brass
Ensemble.
Flúgvandi einglar
koma úr ljóførum
eins og í málningum
Chagals , har Tann blái Eingilin
og tað reyða blómutyssi
veita kveikjandi lív
til randarblátt himnahválv
undir tróðrinum
í okkara musiska
kirkjurúmi.
Ljóðið fer at liva til ævigar tíðir
um grønar líðir,
um skarðlendi og skor
við hvørt eitt altarborð.
millum einglar Chagals í suður og norð.
Har, sum tónleikur er, er lív. Á konsertini
sunnukvøldið spældu øll trý saman, einsæris
og solo við klaverfylgisspæli. Hetta var stak
væl gjørt. Birgitte spældi tvey stykki av Carl
Nielsen - Klavertónleikur fyri smá og stór. Op
53 hefti 1 og Fimm Klaverstykki, Op.3.
Carl Nielsen livdi frá 1865 til 1931. Sostatt
eru liðin 150 ár, síðani hann varð borin í
heim.
Birgitte Schnakenburg er ein góður stuðul
hjá Føroya Musikskúla, har hon mangan
spælir undir til ymisk tónleikaátøk hjá
Føroya Musikskúla og øðrum við. Hetta er
ein dygd.
Ja, Birgitte, flúgv av stað í kirkjurúmi -
í klavertónum og far upp í tróðrið
og flúgv undir bitunum ovast uppi
í hesum sæla kirkjurúmi.
Eg ivist onga løtu í,
at tú ikki møtir Chagall við Bellu síni
í einumn rúmdarkossi
í Vitebsk frá 25. juli 1915....
og so eisini Carl Nielsen
við yndisligu listakvinnu síni,
Onnu Mariu Carl Nielsen.
Tínir tónar liggja ovast uppi og hálsfevnast
undan tínari hond – í lívgevandi ond
og knýta saman kærleiksbond.
Kenneth Jones hevur verið tónleikalærari hjá
Rúna og sigast má, at úrslitið hevur verið gott.
Ja, mangur hevur frøtt seg yvir henda unga
mann, sum hevur fingið vegleiðing frá hesum
góða tónleikalærara. Hann hevur eisini havt
góð foreldur, Ann Mari og Leivur Hentze,
sum eru stak musikalsk, hava stuðlað honum
og bróðrinum, Jóhan, í teirra tónleikaferð í
hesari verð.
Rúni, Kambsdalsbúgvi, tak tína trompet
og lat av hesum lúðraljóðføri
saman við Kenneth Jones
upp undir loftið
í hesum, kirkjutempli -
upp undir kupulin
í oprini í Paris,
sum Chagall hevur málað
og latið í litir. – Hvitt til Rameau og Debussy,
grønt til Berlioz og Wagner-
Musorgsky í bláum ,
sum kemur til sjóndar
sum ein ikon -
umgyrdur av kórinum
í Boris Gudunov.
Mozart við síni gandafloytu
úr opru síni við sama navni.
Seinast undir hesum kúputa lofti
kemur Tshaikovsky í gulum liti
og kring ljósakrúnuna, chandelier,
eru Beethoven, Cluck, Verdi og Bizet.
Hetta er ein verð fyri seg,
sum livir í sinni várum -
frá farnum døgum og árum,
sum tit hava tulkað í litum
og latið í ljóm og tónar -
okkum til vónar, -
livir undir hesum kirkjutróðri
og kuplinum í Parisoprini
till ævigar tíðir-
um grønar líðir,
og bláar skorar í sóljugulum dæmi.
Í hesum hami varð konsertin sett. –
Goymd og ikki gloymd.
Frits
24. mars 2015
Konsert í Fuglafjarðar kirkju
22. mars 2015
hugleiðingar