Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TIL SØLU Ford Kuga 4x4 2,0 Diesel 140HK, koyrt 71.000 km, væl hildin. 4 felgur við dekkum fylgja við. Tlf: 284444 Akfør Toyota Avensis bilur til sølu. Ein Toyota Avensis diesel 2,0 bilur bíliga til sølu. Mod D4D árg. 2001. Hevur plátur motorur defekt. Bilurin annars í gódum standi, sær gott út. Tlf 586243 Adria Altea Campingvognur TIL SØLU. Vælviðfarðin, lítið brúktur, eginvekt 825 heildarvekt 1000 Kg. Sólpanel, sjónvarp + radio + antenna, gassfløsku,Isabella fortelt Tlf. 516036 Toyota Corolla Toyota Corolla, árg.98, myrkagrønur, til sølu fyri 5.000 kr.Hevur plátur og kann koyra. Ring 508344 Arbeiði BETONGSAGING TLF. 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur, ventilatiónshol o.a,ring og fá ein góðan prís.www. 2xj-bygging. com 560056 Málaraarbeiði Vit átaka okkum alt uttandura málaraarbeiði. ring ella skriva til okkum og bið um eitt tilboð. 273766 B.H.C smíð Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C smíð tlf. 218991 Býli í Føroyum Kamar til leigu Kamar til leigu í miðbýnum í Havn. Ring tlf nr 216363 Kamar til leigu Kamar (Oman Viðalund 3) við atgongd til køk og bað til leigu restina av árinum HB 596596 Hús í Funningsfirði Húsini á Gerðisvegi 18 í Funningsfirði eru til sølu. Prísuppskot 775.000.- Ring 442425 ella 508344 Lekkur íbúð á Nesi, Eysturoy til leigu 150m2 á Gaddavegi 1. Góð atkoma og gott útsýni. Hurðar eru 90 cm. breiðar, 2 kømur, stór stova og køkur, wc, baðirúm oa. 7500 pr. við øllum. Ongi djór 217200 Dýr Tveir fittir hundahvølpar ein av hvørjum slag, annar er grábrúnur, við hvítum pelsi um hálsin. Teir eru klárir at fara frá mammuni. Verða lætni til djóravin, við at avheinta teir. Tlf 361497 Fundir Aðalfundur Àrsaðalfundur hjá KRIS verður á Heiðavegi 15 ( KRIS høli ) Mikukvøldi 8 apríl 2015 kl 19. Nevndin 448181 Lipp&Lymfødemfelagi∂ Lipp & Lymfødemfelagi∂ hevur ársa∂alfund,fríggjadagin 17apríl 2015 kl 19.00 í MBF-húsinum. Skrá sambært vi∂tøkum felagsins. Nevndin Aðalfundur í Føroyskt Hetlandskt Vinafelag Aðalfundur verður í Mettustovu týsdagin 14. apríl kl.17.30 samb. skrá. Um fundurin ikki er viðtøkuførður, verður eykaaðalfundur aftaná. Nevndin Pensionistafelagið í Havn Eykaaðalfundur verður í Losjuni, mikukvøldið 15. apríl 2015 kl. 19.00 Fundarskrá : Góðkenning av roknskapinum. Aftaná verður hugnaløta við upplestri v.ø Nevndin Lutaseðlar 9.b Fuglafjarðar skúli 1:2014, 2:58, 3:1408, 4:278, 5:1024, 6:1904, 7:1601, 8:1134, 9:749, 10:479, 11:1108, 12:2067, 13:1367, 14:402, 15:663, 16:476, 17:1596 Takk tlf 582928 lýsingartorgið Arbeiðsuppgávur Trivnaðardepilin eind 5 - Suðurstreymoy Eindin savnar tænasturnar til borgarar í Suðurstreymoy og talan er um Sambýlið Stoffalág, Sambýlið Smærugøta, Sambýlið Grøndlandsvegur, Bú-og Virknistilboð, Frítíðartilboð, Jolly Klubb og stuðlar. Samlaði talið av borgarum er 52 . Harav 20 borgarar búgva í sambýlum/ bú-og virknistilboðið og 32 borgarar fáa stuðul. Talið av ársverkum er uml. 30. Ábyrgdarøki Varaeindarleiðarin hevur dagligu ábyrgdina av eindini. Tað merkir, at varaeindarleiðarin í samráð við eindarleiðaran hevur ábyrgdina av at: • Leiða arbeiðið í eindini í samráð við eindarleiðaranum • Tryggja at borgarin fær tænastu á høgum námsfrøðiligum støði • Samskifta við onnur á Almannaverkinum og aðrar myndugleikar • Starvsfólk trívast og mennast fakliga • Arbeiðið er skipað soleiðis, at eindin støðugt lagar seg tørvin hjá borgarunum og til broytingar í treytunum hjá Almannaverkinum Førleikar Viðkomandi skal hava útbúgving innan námsfrøði, umframt starvsroyndir og/ella útbúgving innan leiðslu. • Evni at leiða • Viðkomandi útbúgving • Megna at standa á odda fyri námsfrøðiligu menningini í eindini • Fíggjarligar førleikar • Kunnleika til og kenna týdningin av at veita eina góða tænastu til borgaran • Duga at orða seg í skrift og talu • Vilja og evni at samskifta og samstarva við viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Kunna standa fyri at fremja broytingarnar í eindunum á ein skynsaman hátt Tað er ein fyrimunur, at tann sum settur verður, hevur kunnleika til og royndir við borgarum, sum hava menningartarn. Umframt nevndu ábyrgdarøki, verður ein av týdningarmiklu uppgávunum at skipa eindina á ein skynsaman hátt, har virksemi við stuðlum, toymum og sambýlum, verður gagnnýtt. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í einum av eindunum í Trivnaðardeplinum. Dagligi arbeiðsstaðurin er í Tórshavn. Starvsheitið er varaeindarleiðari. Starvið verður sett sambært avtalu við Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið ella avvarðandi felag, og verður starvið lønt í 31. lønarflokki í lønartalvuni fyri Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvið verður sáttmálasett. Er viðkomandi tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Varaeindarleiðari til eind 5”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. apríl 2015 kl. 12. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, telefon 297426. sí lýsingina á heimasíðu okkara Í Trivnaðardeplinum er starvið sum varaeindarleiðari í eind 5 - Suður streymoy leyst at søkja. Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast tilber. Almannaverkið søkir varaeindarleiðara av.fo >Leys størv eblaðið sos.fo