Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Olaf Selmar Jacobsen f. 30.12.35 – d.17.01.15 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestarnar Meinhard Bjartalíð og Sverra Steinhólm fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og berarar. Tøkk til starvsfólk á B6 á Landsjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn, sum vóru um hann, tíðina hann var hjá tykkum. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við bakstri og á annan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri kransar, blómur og heilsanir. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Edith, Jákup Meinhard, Kári og Bárður Hjartans tøkk fyri all hjálp og samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Elly Kirsten Magnussen doyði og varð jarðað. Eisini stóra tøkk til øll tykkum, sum á einhvønn hátt fjálgaðu um hana ta tíðina, hon var sjúk. Familjunnar vegna Herfríð og Daisy Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Frederik Hansen (Hassi) f. 16. februar 1921 – d. 2 februar 2015 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til stravsfólkið á Sýnuni fyri tíðina, hann var har, og tøkk fyri at tit vóru so góð við hann. Tøkk til Ingu Poulsen Dam prest fyri góð og vøkur orð. Tøkk til organist, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Tøkk til familju, vinir og onnur, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Missiónshúsi í Miðvági. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Hans Eli, Thomina, Fróði og Anfinn Hjartans takk til tykkum øll, ið á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi tá okkara kæri Jóhannes Poulsen (vanliga nevndur Jóannes í Soylu) f. 10-09-1927 – d. 09-12-2014 andaðist og varð jarðaður. Ein hjartans tøkk til starvsfólkið á Áargarði. Takk til Havstein prest, sangarar, berarar, gravarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum, sum bakaðu, matgjørdu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri gávur til Áargarð. Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjan Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði pápi, abbi og verpápi Petur Frits Hansen f. 8. mai 1942 – d. 18. februar 2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til Dialysudeildina á LS fyri góða umsorgan. Takk til Hargarð Tvørfoss fyri talu í kapellinum og í kirkjuni. Takk til Ova Brim, prest, fyri góð og troystarík orð. Takk til Honnu Jensen fyri vakran sang í kirkjuni. Takk fyri blómur og kransar og gávur. Takk til tykkum mongu, sum bakaðu og sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Óli, Arnfinn, Jónleyg og Jensa eblaðið sos.fo